FM á frælsavøllum

Hvirlan í skrúðgonguni
29.07.2008
Føroyski methavarin í maraton vorðin hvirla
02.08.2008

FM á frælsavøllum

So stendur FM á frælsavøllum fyri durum. Tað er henda kapping, sum hjá flestu frælsatjóðum verður roknað fyri at vera hæddarpunktið av heimligu kappingunum. Í ár verða tað eisini umleið 35 startir, har Hvirlan eigur teir tríggjar.

Tað eru Rógvi Højgaard og Randi Kúrberg, sum fara at royna seg í eyðkenda hvirlubúnanum. Rógvi er ein av trimum luttakarum í longdarlopi og ein av sjey á 100 m, meðan Randi er einsamøll kvinna, sum fer at royna seg í longdarlopi. Hóast kappingin hjá Randi kanska ikki verður so stór, verður tað gott at fáa eitt felagsmet í hesi grein eisini, so okkara ungu íðkarar hava nakað at sikta eftir.

Hjá Rógva verður tað meira útfordrandi, men kvikleika hevur hann. Tað, sum tó kann kosta nakað, er, at hansara venjing er løgd til spjótkast, har ein ikki hevur fyri neyðini at halda ferðini í einum spurti á 100 m; men viljin er til staðar, so har skal nokk koma ein góð tíð burturúr. Í longdarlopi verður eisini áhugavert at fylgja Rógva, ið fyrr hevur víst, at hóast hann ongantíð hevur vant hesa grein, so dugir hann hana heilt væl.

Øll hvirluáhugað eru vælkomin inn á Svangaskarð at fylgja okkara íðkarum í teirra royndum at vinna Hvirluni heiðurmserkir. Kappingin er sunnudagin (3. august) og byrjar kl. 14.10.

Skráin hjá Hvirluni er:

  • 14.10 100 m innleiðandi, menn (Rógvi)
  • 14.30 Longdarlop finala, menn og kvinnur (Rógvi og Randi)
  • 15.20 100 m finala, menn (vónandi Rógvi)

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *