Flottar prestatiónir í kalda regninum

Mannfólkarenning 6. apríl – ENN ER TÍÐ AT MELDA TIL!
26.03.2013
Rutan til mannfólkarenningina
04.04.2013

Flottar prestatiónir í kalda regninum

Árliga páskakappingin hjá Hvirluni, varð í ár broytt til eina interna test, sum tó var skipa sum ein kapping eftir altjóða reglum. Íðkararnir kundu royna seg í hamarkast, diskuskast, spjótkast, kúlustoyt, longdarlopi, 100 m umframt at øll á fyrsta sinni royndu seg á 800 m teininum. Tað var kalt umframt at tað fór at regna, so veðrið var alt annað enn optimalt at prestera, men hetta helt tó ikki ungu Hvirlunum aftur.

Byrja var við 100 m renning, har Edna Maria, Tinna, Tummas Napoleon og Tórur royndu seg. Edna Maria og Tinna hava verði skaddar í vetur. Tummas Napoleon arbeiðir við fótísetan, Tórur og Tinna við kropsburði og Edna Maria við hvussu armarnir verða nýttir. Eltíðin var ikki nýtt hesaferð, men tað var dupult tíðtøka á øll, so tíðin var rættuliga eftirfarandi. Vindurin var 3,1 m/s undan. Edna Maria, ið hevur verð skadd í knæðnum, rann teinin uppá 13,9 sek, meðan Tinna nýtti 14,5 sek. Tummas Napoleon nýtti 11,8 sek og Tórur 13,0 sek. Eftir umstøðunum eru tíðirnar góðar og boða frá at tað verður áhugavert at síggja úrslitini í summar.

Eftir 100 m vóru vóru longu kastini, tvs spjótkast, diskuskast og hamarkast. Marita og Louisa royndu seg við spjótinum, Hallur og Helgi við diskinum og Teitur við hamrinum. 14 ára gamla Marita hevur, hóast unga aldurin, verði ein tann stinnasta við 600 g spjótinum. Í vetur hevur verði arbeitt við at justera nøkur teknisk element, og kann tað nerva longdirnar í byrjani, men hon megnaði fyri fyrstu ferð at kasta útum 30 m strikuna tá hon í síðsta umfarið kom út á 30,07 m. Louisa, sum nýliga er byrja at venja, royndi seg í síni fyrstu spjótkapping. Hon kom út á 15,44 m.

Helgi og Hallur hava vant væl í vetur, og tí var tað spennandi at síggja hvussu tað fór at rigga nú teir báðir kasta við tyngri diskum enn teir gjørdu í 2012. Helgi nýtur nú 2,00 kg, ið er tað menn nýta, meðan Hallur nýtir 1,75 kg. Hallur legði hart út, tí longu í fyrsta kasti kastaði hann 38,52 m. Næstu kastini hjá honum vóru ikki heilt líka long. Hallur kom fleiri metrar útum talentkravið. Helgi byrjaði meir trilvandi, men hann stabiliseraði seg og kom út á 32,59 m. Hjá báðum eru tað kast, sum eru nærum líka langt, sum teir kastaðu lættara reiðskapin í 2012.

Teitur royndi seg á fyrsta sinnið við 6 kg tunga hamrinum. Hamarkast er nýggj grein hjá honum, og tí avgjørdi hann at byrja við bara at svinga hamaran runt og kasta, og seinni at svinga hamaran runt, mala eina ferð við hamrinum og so kasta. Longsta kasti hjá Teitur var 18,06 m.

Eftir longu kastini var kúlustoyt og longdarlop á skránni. Her var fari at regna rættuliga illa, og nervaði tað úrslitini rættuliga nógv. Steinolvur, Hans Hjørleivur, Teitur og Bjørk royndu seg við kúluni, meðan Trygvi, Tórur og Marita royndu seg í longdarlopi. Steinolvur, ið arbeiðir við blokkinum, var stabilur omanfyri 9 m, við longsta heilt úti á 9,93 m. Hans Hjørleivur, ið arbeiðir við rútmuni, helt áfram har hann endaði í Íslandi, tí enn einaferð kom hann longur út enn hann hevur verði áður. Hansara longsta bleiv mált til 9,35 m. Bjørk, ið arbeiðir við nýtslu av vinstra armi, stoytti kúluna heilt út á 8,57 m, ið er hennara longsta nakrantíð. Teitur, ið primert venur hamarkast, kom út á 7,58 m, ið er nakrar cm styttri enn hann stoytti kúluna í Íslandi í januar.

Trygvi, ið hevur fokusera uppá hæddarlop í vetur, royndi seg í longdarlopi, og har var serliga sett fokus á rútmuna í atrenningini. Hetta eydnaðist væl, hann kom út á 5,72 m í øðrum umfarið. Í triðja umfarið setti hann fótin eitt sindur skeivt í avsettinum, og føldi hann tað á fótinum. Hann valdi tí at steðga. Tórur, ið hevur stríðst við at stabilisera atrenningina, fekk hana at sita væl, enn er tó ikki nóg nógv ferð á, men Tórur hevði eina av sínum bestu lop-serium. Tað longsta var 4,97 m. Marita roynur eins og Tórur at fáa meir ferð á atrenningina, og eydnaðist tað seinastu tvey lopini. Slík ferð krevur serliga nógv av avsettinum, og í kalda regninum var tað ikki har hesaferð, men lítil ivi er um at okkurt langt lop kemur frá Maritu tá umstøðurnar gerast betur.

At enda fóru allar Hvirlurnar at royna seg á 800 m. Tað var ein góð, um enn óvanlig sjón at síggja so nógvar Hvirlur á hesum teininum. Rúni Seloy úr Bragdinum, var komin at verða hara fyri Tummas Napoleon og Trygva, og tað gjørdi hann stak væl. Øll kempaðu allan vegin og vístu at grundformurin er har, hóast ongin venur miðteina renning. Eitt gott dømi um eyðkenda hvirlu-fightaraviljan var Hanus Bergsson. Hanus breyt beinið fyrst í januar og fekk ikki stigi til aftur við fótinum fyrr enn miðan mars, hetta steðgaði ikki Hanusi. Tíðirnar vóru:

  • Tummas Napoleon: 2 min 25,5 sek
  • Trygvi: 2 min 26,6 sek
  • Tórur: 2 min 42,9 sek
  • Hallur: 2 min 45,2 sek
  • Hanus: 3 min 4,5 sek
  • Marita: 3 min 7,3 sek
  • Helgi: 3 min 8,4 sek
  • Steinolvur: 3 min 15,4 sek
  • Teitur: 3 min 21,7 sek
  • Louisa: 3 min 42,7 sek
  • Hans Hjørleivur: 3 min 53,0 sek

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *