Flott úrslit í triðja umfarinum av Grand Prix hjá teimum ungu

Hvirlan og grandprix leygardagin 26. juni
22.06.2010
Tvær hvirluvindavenjingar fyri summarsteðgin – síðsta úti í Sandágerði :-)
28.06.2010

Flott úrslit í triðja umfarinum av Grand Prix hjá teimum ungu

Tað var køli og nakað av vindi tá fólk møttu á Tórsbreyt leygarmorgunin, men forvantningsfullu smílini hjá børnunum og teimum ungu, sum skuldu royna seg, vermdu væl, og presis kl. 10.00 byrjaðu fyrstu greinarnar. Tað var skjótt at tað sást at hvirlurnar hava vant væl Tí flestu startirnir góðu persónlig met.

Í bólkinum 8-9 ár vóru tað einans Bárður og Elias sum royndu seg, men teir gjørdu so avgørt um seg.  Allar best gekk tað í longdarlop har Elias fór við sigrinum frammanfyri Bárð. Í forðarenningini vóru teir aftur báðir ímillum teir trýggjar fremstu tá Bárður, eftir at hava ligið heilt frammi allan teinin gjørdist nummar tvey, meðan Elias, eftir ein ordans endaspurt, gjørdist nummar trý. Á 800 m teininum legði Bárður hart út og førdi eftir 400 m, men flotta byrjanin kostaði og á øðrum umgangi. Elias, sum var meir varðin á fyrsta umgangi tók seg nógv fram í øðrum og endaði heilt frammi á triðja plássi.

Hjá teimum 10-11 ára gomlu var tað einans Tinna sum royndi seg hesaferð, men vorið um umboðan. Hon byrjaði dagin við at vinna forðarenningina hóast hon var í tí riðlinum har ongin av hinum bestu var við. Tað hevði verði áhugavert at sæð hvat hon er førð fyri at presetera um hon einaferð kemur í ein sprint-riðil har hon sleppur at renna móti teimum bestu. Í longdarlop vóru øll hennara lop longri enn longsta lop hjá tí sum endaði á øðrum plássi. Tað var sostatt einans á 800 m teininum at hon ikki megnaði at vinna, men eitt annað pláss er eisini flott!

Marita, Ólavur og Jákup royndu seg hjá teimum 12-13 ára gomlu. Ólavur hevur trupulleikar við fótinum og luttók tí einans í longdarlop, men hóast pínu, so gjørdist hann nummar fýra. Jákup leyp flott, men longdirnar hann plagar at leypa komu ikki í dag. Hjá gentunum gjørdi Marita ein ordans vørr og leyp tey bæðið longstu lopini í kappingini. Í forðarenning byrjaði Marita flott og hevði trý stig milum hvørja forðing og førdi størt tá ávegis um triðju forðing. Tíðanverri beklaði hon tá hon lendi, men hon bardi seg á mál beint í hølinum á vinnarnum.

Hesaferð var Bjørk einsamøll um at umboðað Hvirluna í bólkinum 14-15, og hon var tíðanverri eisini einasti luttakari í hesum bólkinum. Hetta steðgaði henni tó ikki, tí at hon betraði stórt um síni met í bæðið diskuskast og trýstøkk.

Hjá teimum 16-17 ára gomlu var Hvirlan væl umboðað hjá dreingjunum, men tíðanverri vóru teir einsamallir og tí var tað einans ein innanhýsisi kapping. Í diskuskast betraðu Helgi og Tróndur um síni persónligu met á teimum báðum fyrstu plássunum. Bjarni og Steinolvur betraðu síni persónligu met við næstan 2 metrum! Trygvi vann tó innanhýsis dystin sum hann er vanur, men hann fekk ilt í knæðið og tí var úrslitið ikki tað, tað plagar. Vit vóna at tað ikki er ein alvorligur skaðið, nú hann (eins og Helgi og Marita) fara til Svøríki at kappast við talentbólkinum hjá FÍF komandi vikuskiftið.

Samanumtikið enn ein góður dagur á Tórsbreyt har børn og ung stuttleikaðu sær samstundis sum tey royndu síni evnir í sera ymiskum greinum. Einki er tó gjørligt uttan allar teir nógvu góðu hjálparnar sum enn einaferð tóku eina hond í og gjørdu at dagurin eydnaðist so væl.

Fleiri myndir eru í myndasavninum, og øll úrslitini koma á www.athletics.fo.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *