Flott úrslit í Gøteborg

Meðan tey eldru royndu seg á Gotlandi, fóru nakrar av yngru kvinnunum í Hvirluni við talentlandsliðnum til Gøteborg at royna seg í kappingini “VU-spelen” sum er ein av heimsins størstu frælsa-kappingum fyri børn og ung. Ein maður, sum nú er í lestrarørindum í Danmark, royndi seg eisini í Gøteborg.

Børka Berg Jørgensen (G13)

Børka hevur verði partur av Hvirluni í fleiri ár, samstundis sum hon eisini hevur vant aðrar ítróttir. Hon er tí væl fyri í nógvum greinum, og í mun til Talentbólkin hjá FÍF, so hevur hon klárað kravið í so ymiskum greinum sum spjótkast og rimarenning. Á VU-spelen var tó avgjørt at hon skuldi fokusera uppá sprint við og uttan rimar. Tvs 60 m og 60 m rimarenning.

Longu fríggjadag var 60 m rimarenning á skránni. Her sást at tað ikki er nakrir standard reglar, tí har hon nýtir 76,2 cm høgar rimar í Føroyum, so er hæddin 68 cm í Svøríki. Í mun til hvussu rennast skal, ger tað tó ikki tann stóra munin. Uppgávan er at koma so skjótt (og lágt) yvir hvørja rim sum gjørligt og lenda við mest møguligar ferð frameftir. Hetta dugir Børka væl, og var tað orsøkin til at hon rann teinin eitt lítið sekund skjótari enn hon gjørdi í februar, tá hon kláraði talentkravið. Tíðin gjørdist 10,55 sek (w: 1,9 m/s).

Leygardagin var so 60 m uttan rimar á skránni. Her var hon í riðli átta av 12. Børka er kvik, og tað vísti hon, tí hon rann teinin uppá 9,13 sek, sum er væl skjótari enn hon hevur runnið teinin uttandura áður.

Elin Niclasen (G14)

Elin hevur vant við Hvirluni síðan oktober í fjør, og her hevur fokus einamest verði á at fáa broyt spjót teknikkin, so at hon uppá sigt kann koma langt út við spjótinum. Slíkar broytingar kosta vanliga nakrar metrar, men Elin hevur vant sera væl, og hevur tí megnað at umstilla seg til nýggja teknikkin óvanliga skjótt. á VU-spelen royndi hon seg á 80 m og í spjótkast.

Báðar greinarnar hjá Elin vóru leygardag. Fyrst var tað 80 m. Her hava vit arbeitt við startinum, har fyrsta fetið er stytt nakað, fyri at hon ikki skal reisa seg ov skjótt og harvið missa ferðøkingina, sum er avgerandi fyrstu fetini úr blokkinum. Í Gøteborg var Elin í tólvta riðli av sekstan. Her rann hon teir 80 metrarnar uppá 11,51 sek, sum er tað skjótasta hon hevur nakrantíð runnið teinin.

Eftir 80 m var spjótkast á skránni. Her hevur fokus verði á at fáa justera teknikkin, og tí var uppgávan nú at testa hvussu robustur teknikkurin var við at satsa, tvs at pressa intensitetin væl longur enn tað letur seg gera til venjing. At pressa so nógv krevur mentala styrki, tí mest sannlíka úrslitið er at tað miseydnast, og so var eisini hjá Elin í tveimum av køstunum, men í tí eina bar til. Hon kastaði 31,35 m, sum er smáar tveir metrar longri enn hon hevur kastað áður. Tað rakk akkurát ikki til eitt pláss millum tær átta, sum komu í finaluna í sterku kappingini.

Sunniva Bogadóttir (G16-17)

Sunniva hevur ein sera góðan arm, sum man plagar at taka til um íðkarar, sum megna at kasta ein bólt ella ein stein serliga langt. Tað er tó ikki bara sum at siga tað at fáa ein slíkan arm til at kasta eitt spjót langt, tí spjótið skal hálast út, í mun til bóltin, sum verður høgdur avstað. Vit hava arbeitt nógv við hesum, og Sunniva er komin væl í gongd við skiftið til spjót, og hevur higartil í ár megnað at bøtt so mikið um sítt persónliga met at hon nærkast metinum hjá Maritu. Í Gøteborg var spjótkast eisini á skránni hjá henni.

Stóra avbjóðingin hjá Sunnivu er at “kasta gjøgnum blokkin” tvs verða føst í vinstru síðu, soleiðis at ferðin í atrenningini kemur upp í spjótið, heldur enn at forsvinna niður í jørðina. Í nøkrum køstum riggar tað, men enn er tað í so óstabilt til at ein kann vanta at tað situr tá intensiteturin fer upp, men testast skal tað, og tað gjørdi Sunniva. Tað vísti seg tó at blokkurin hevði hug at geva seg, men hóast hetta kom hon heilt út á 32,34 m, sum rakk til eitt pláss millum tær átta bestu, hóast Sunniva hoyrur til yngra árgangin í bólkinum.

Lydia Poula Simonsen (G16-17)

Lydia hevur seinasta árið valt kúlustoyt sum sína grein, og her hevur gingið óvanliga skjótt framá, tí frá at verða langt frá at klára nakað krav til talentbólkin, so eru nærum øll stoytini við 3 kg tungu kúluni nú uttanfyri kravi til talentbólkin. Út yvir kúlustoyt, so hevur hon eisini klárað kravið í diskuskast, men í Gøteborg var bara kúla á skránni.

Lydia, sum er sera sterk, hevur arbeitt nógv við at “koma undir kúluna” sum merkir at hon skal, frá byrjan, har kúlan er aftanfyri kroppin í mun til kastirætningin, skal snara kroppin, soleiðis at kroppurin og beinini eru undir kúluni, soleiðis at hon kann trýsta og lyfta kúluna út í einari rørslu. Hetta hevur ednast allasamt betur, men avbjóðingin var at nú skuldi eyka ferð á beinini gjøgnum ringin, og tað gevur styttri tíð til at koma undir kúluna. Lydia hevði tekniskar trupulleikar í Gøteborg, men í síðstu royndini eydnaðist betur, og tá kom hon út á 10,70 m, sum rakk til eitt eitt flott fimtapláss samanlagt, hóast hon hoyrur til yngra árgangin í bólkinum.

Guðrið Káradóttir Petersen (G16-17)

Guðrið, er ein av teimum íðkarunum, sum hava verði við í Hvirluni, síðan felagið bleiv stovnað, og hevur hon tann vegin fingið eina fjølbroytta grundvenjing. Í vetur valdi hon so at fokusera uppá hamarkast, og her hevur solida grundvenjingin saman við góðum basa frá bæði hondbólti og hip-hop gjørt at hon er komin óvanliga skjótt eftir torføra teknikkinum. Í Gøteborg var bara hamarkast á skránni hjá Guðrið.

Størsta avbjóðingin við hamarkast er at megna at “sita” stabil við hamarnum hangandi í passivum ørmum, meðan høgra bein setir allsamt meir ferð á fyri hvønn umgang, uttan at vektin nakrantíð verður flutt yvir á vinstra bein. Hetta, at sita við hamarnum, var nakað, sum fall sera nátúrligt fyri Guðrið, men at halda vektina á vinstra hevur verði avbjóðingin. Hon hevur tó arbeitt væl við hesum, og tá tað riggar, so flýgur hamarin lætt útum 30 m strikuna. Kapping er tó nakað heilt annað, og í Gøteborg gjørdu boðini frá venjarnum um at fara agressivt inn í fyrsta umgang, at fyrstu tvey kastini fóru í netið. Guðrið vísti tó at hon er mentalt sterk, tí hon tordi at halda fast við ferðina, og í triðja kasti eydnaðist tað henni at fáa hamaran út. Longdin bleiv máld til 38,59 m, sum er meir enn fýra metrar longri enn hon hevur kastað áður, og tískil eisini góðar fýra metrar longri enn gamla bólkametið.

Tummas Napoleon Arge (Menn)

Ein av “eldru” hvirlunum, er Tummas Napoleon Arge, sum vandi við Hvirluni frá tí hon var stovna inntil hann á sumri í 2015 fór av landinum í lestrarørindum. Hann venur í løtuni í felagnum Hvidovre í Danmark. Tað er eyðsýnt at hann venur væl, tí hann hevur runnið skjótt í øllum kappingum í ár. Í Gøteborg var 100 m og 200 m á skránni.

Leygardag var 100 m á skránni. Her rann Tummas Napoleon í riðli fýra av átta. Her rann hann sín skjótasta 100 m nakrantíð. Tíðin gjørdist 11,39 sek, sum bara er 0,12 sek frá føroyska metinum. Á 200 m rann hann í riðli átta av níggju, og her gjørdist tíðin 23,87 sek. 

 

Samanumtikið er sera hugaligt at síggja næsta ættarlið av hvirlum taka táttin upp eftir teimum, sum nú eru farin ella eru ávegis av landinum í lestrarørindum, har fleiri hava valt at halda áfram við frælsu ítróttini.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *