Flott úrslit á Stórmót

Ungir Hvirlu íðkarar góðan túr í Íslandi
Frásøgn frá Trygva, ið venur og kappast í Danmark

Flott úrslit á Stórmót

Grundtankin í hvirluni er langtíðar menning av íðkarum, og tí er tað ikki fyrr enn tey koma móti endanum av tann-árunum at úrslit vantast. Hetta sær út til at eyðnast heilt væl, tí hvirlurnar taka seg støðugt fram í mun til javnaldrar í grannalondunum. Tað er tó ikki vantandi at hetta sæst aftur í teimum meir explosivu greinunum (kast, lop og á stuttu sprint teinunum), tí tað er ikki gjørligt at hava nøktandi mongd av intensivari venjing í føroyska vetrarveðrinum. Hetta tyktist tó ikki at darva íðkarunum, har fleiri bøttu seg munandi, eisini í mun til javnaldrar teir plaga at kappast ímóti í Íslandi.

Gentur 16-17

Tær tríggjar Tinna Berg Jørgensen, Rebecka Monja Jørgensen og Alda Sigurðsdóttir Lamhauge fóru úr flogfarðinum og beint til start á 60 m. Hóast hetta, so megnaði Alda við tíðini 8,66 sek, at bøta um sítt persónliga met, og tók hon bólkametið við. Hjá Tinnu er renni-teknikkurin justeraður nógv síðsta hálva árið, og hava hesar broytingar enn ikki sligið ígjøgnum, hon rann tó teir 60 m við tíðini 8,98 sek. Rebecka var við tíðini 9,53 bara nakrar 0,06 sek frá sínum persónliga metið.

 IMG_0363.JPG

So var tað 200 m, har Alda megnaði at renna sín skjótasta 200 m nakrantíð. Tíðin gjørdist 29,06 sek. Tinna helt formin allan vegin, men nýggi teknikkurin situr enn ikki so mikið fastur at hon kann renna avspent, og tað kostar nakað, go tí er 30,27 sek ein góðkend tíð.

IMG_0599.JPG

Annar dagurin byrjaði við at Rebecka royndi seg i forðarenning, har hon kom á mál við tíðini 12,92 sek, sum er persónligt met. So vóru tað teir tveir umgangirnir sum ein 400 m umfatar. Her rann hon val, men kom tíðanverri til at traðka á linjuna á innaru síðu á geilini hjá sær og fekk hon tí onki úrslit. Eftir ferðini at døma var tó ongin ivi um at hon hevði bøtt um sítt persónliga met.

 IMG_1356.JPG

Dreingir 16-17

Jákup Dahl Ljósheim og Tórur Mortensen byrjaði við at venja breitt, men so við og við hava teir valt sínar greinar, har Tórur skjótt valdi lopini, meðan Jákup nýliga hevur valt teir longru teinarnar. Báðir byrjaðu teir tó við 60 m sprint. Tað er nøkur ár síðan at Tórur rann 60 m, og tí var vantand at hann bøtti um sítt persónliga met, men manglandi ferð hevur verði hansara avbjóðing. Sær tó út til at venjingin riggar, tí hann rann teinin uppá 7,50 sek og var næstskjótastur í innleiðandi riðlunum, bara 0,01 sek aftanfyri tann skjótasta. Tórur skuldi tí renna finaluna, men valdi at geva avboð tí hon var samstundis sum longdarlop. Jákup skar 0,3 sek av sínum bara eitt ára gamla metið við tíðini 8,31 sek.

IMG_0293.JPG

Næsta kappingin var Longdarlop, og her leyp 16 ára gamli Tórur 6,25 m longu í fyrsta lopið, hetta gjørdist longsta lopi. Fýra av teimum fimm lopunum vóru omanfyri 6 m, og er tað nógv tann besta serian hjá honum, tað fyrsta gjørdist tó tað longsta. Úrslitið er bólkamet, og skal man nú heilt upp til D22 áðren man finnur bólkamet, sum er betur. Eisini er vert at viðmerkja at tað er 80 cm longri enn Tórur leyp i somu kapping í fjør, har hann gjørdist nummar fimm, ein lítlan metur frá gullinum. Hesaferð gjørdist hann nummar trý, 9 cm frá gullinum.

IMG_0532.JPG

Fyrri dagurin endaði við 800 m, har Jákup royndi seg. Aftur vísti Jákup stóra framgongd. Hesaferð við at skera 6½ sek av síni bestu tíð á teininum. Tíðin gjørdist 2 min 18,92 sek, og við verðandi menning, so er lítil ivi um at har verður skori nógv av í komandi kappingunum eisini.

 IMG_0670.JPG

Annar dagurin byrjaði við at Tórur royndi seg í trýstøkk. Hetta er favoritgreinin hjá honum, og lat hann onga iva verða um tað. Hann byrjaði tó við at gera yvirtrakk, men í øðrum umfarið bøtti hann um sítt persónliga met við 30 cm til 12,79 m. Hetta var eisini bólkamet. Í triðja kom hann á fyrsta sinnið út um 13 m strikuna við einum lopið uppá 13,08 m. Harvið avgjørdi hann kappingina til egnan fyrimun. Tórur megnaði tó tvey onnur lop uttanfyri 13 m strikuna. Í mun til í somu kapping í fjør, so bøtti Tórur seg við meir enn einum metri, og skifti silvurmerkið í 2014 út við gullmerkið, lítlan metur frammanfyri nummar tvey. Eisini leyp Tórur longri enn vinnarin hjá monnunum.

IMG_1050.JPG

So var tað aftur Jákup, sum átti tørn, og aftur vísti hann hvussu nógv hann hevur tikið seg fram. Hann rann eina støðuga kapping, har hann helt tempo allan vegin. Tá klokkan var steðga eftir teir 7½ umgangin, vísti klookkan 5 min 3,99 sek, sum er 14½ sek skjótari enn hann hevur runnið teinin áður.

Kvinnur

Edna Maria byrjaði við at fara í blokkin til 60 m sprint. Her megnaði hon at tangera sítt persónliga met. Seinna dagin royndi Edna Maria seg fyrst í 60 m forðarenning. Upphiting gekk væl, men tá tveir riðlar í síðsta eygablikki blivu lagdir saman, og hon flutt á aðra geil, fór rútman, og uttan rútmu er onki at gera í forðarenning. So var trýstøkk á skránni. Hetta er grein henni dámar, men ein skaði hevur forða henni í at vant greinina nóg miðvíst, men ábendingar vóru um at hon kundi leypa langt. So gjørdi hon eisini, tí longu í fyrsta umfarið bøtti hon um føroyska metið til 9,80 m. Hon helt síðan áfram við at økja, inntil hon í fimta umfarið bøtti um metið til 10,27 m, sum rakk til eitt trygt triðjapláss móti hinum kvinnunum.

IMG_1473.JPG

Menn

Tað vóru heilir sjey ungir mans sum royndu seg. Teir tríggir í kúlustoyt, fýra í 60 m sprint og so var eitt úrslit í longdarlopi og eitt á 400 m teininum.

Við 7,26 kg tungu kúluni royndu Hallur Simonsen, Steinolvur Geyti og Kristian Martin Garðalíð seg. Hallur stríðist við eina tekniska detalju, sum ger at hann ikki fær nýtt sínar kropsligu førleikar nóg væl, og hóast tað gekk betur hesaferð tá hann við 11,06 bøtti um bólkametið, so var hann ikki nøgdur. Steinolvur hevur tikið seg nógv fram, og vísti støðugu framgongdina við at bøta um sítt persónliga met, so tað nú er 10,44 m. Kristian Martin kom út á 9,26 m.

 IMG_0398.JPG

Hjá sprintarunum sást at venjingin er á eini leið, tí Magnus Dahl-Christiansen bøtti um hvirlu-metið tá hann á sínum fyrsta 60 m rann teinin uppá 7,49 sek. Spjótkastarin Hanus Bergsson, vísti at hann er ein skjótur maður, tá hann við 7,59 s bøtti munandi um sítt met. Valters Savics, sum er lesandi úr baltikum, rann teinin uppá 7,81 sek. Tummas Napoleon, sum fyri viku síðan tók bólkametið og bøtti munandi um sítt persónliga met, var óheppin og valdi at steðga vegna skaða. Valters royndi seg í longdarlopi, har hann kom út á 5,27 m.

 IMG_0455.JPG

Síðsti starturin var Magnus, sum valdi at royna seg á 400 m teininum. Her skal líka viðmerkjast at hann slett ikki hevur vant sprintúthaldinheit, tí var tað við spenningi at hann fór í blokkin. Fyrsti umgangur var lagdur afturum uppá uml. 25 sek, sum er sera skjótt. Magnus noktaði tó at “doyggja” og bardi seg á mál við tíðini 55,09 sek, sum er ein imponerandi debut.

Túrurin var stuðlaður av NATA. Fleiri myndir eru at finna í myndasavninum

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *