Flott úrslit á DMU

Ungar hvirlur dystast móti javnaldrum um donsk meistaraheitir.
30.08.2013
Aðalfundur 15.. september
31.08.2013

Flott úrslit á DMU

Túrurin til Aarhus gjørdist munandi strævnari enn ætlað, tí vegna floglíkindir var ikki fari til songar fyrr enn kl. 2 um náttina. Hetta merkti at tað einans var møguligt at fáa 5½ tíma í songini áðrenn upp skuldi farast. Hetta tyktist tó ikki nerva nakran, tí samanutikið, so vóru úrsltini fyrra dagin á DMU sera góð.

Fyrstu íðkarar í eldin í Aarhus vóru 16-17 ára gomlu dreingirnir, og harímillum var 16 ára gamli Tóri Nielsen, sum á fyrsta sinnið skuldi royna seg í hesi kapping. Upptaktin var tó alt annað enn optimal, tí tá upphitingin var farin í gongd, fór at regna illa, og helt hetta áfram nærum alla kappingina. Hetta ávirkaði sjálvandi úrslitið. Tóri er við at læra ein nýggjan teknikk, og ávirkar hetta tryggleikan í kastinum, tí tá tempoði ferð niður riggar nýggi teknikkurin, meðan tá tað ferð upp aftur, so byrjar gamli teknikkurin at koma fram, tó uttan at rigga heilt so væl sum áðrenn. Í kappingini sást hetta við at Tóri, í fyrsta umfarið tók tað róligt og kastaði 41,21 m, meðan tá hann setti tempo upp, so fall teknikkurin saman, og avgjørdi hann tí at gera yvirtrakk hini kastini. 41,21 rakk tó til eitt flott finalupláss, har hann endaði sum nummar átta.

Meðan Tóri kastaði var Marita K. Petersen farin í gongd við at hita upp til trýstøkk. Hetta fyrigekk so vítt møguligt undir takið. Tá tíð var at renna atrenningina til, tá vísti tað seg at verða trupulleikar, tí at fyrsta var langt við síðuna av, men so var justera, og roynt aftur, og so sat tað. Fyrsta lopið var flott, og fleyg hon lættan langt út í sandgryvjina, Tíðanverri var tað yvirtrakk við 1-2 cm. Út frá mátara, so var tað omanfyri 10 m. Í næsta lopið fekk hon ilt í fótin, og valdi at steðga. Har er tó ongin ivi um, at føroyska metið verður tikið við nærri einum heilum metri í næstu kapping.

Helgi Geyti skuldi síðani royna seg í spjótkasti. Hann hevur í seinastuni arbeitt nógv við arminum, og hevur tað sett tempo í atrenning nakað niður. Hóast armføring enn ikki er komin uppá pláss, so skuldi tempo nú setast á atrenningina, fyri at vita hvussu nógv tað rakk til. Tað er tó ikki bara sum at siga tað. Í fyrsta kasti var tempo ov lágt, og lendi spjótið áðrenn 40 m strikuna. Í øðrum miseydnaðist teknikkurin, og gjørdi Helgi tí yvirtrakk. Triðja sat betur og lendi røttu megin 40 m. Hetta bleiv longsta inntil síðsta umfarið, tá Helgi satsaði alt. Teknikkurin var ikki optimalur, men tempo var gott, og úrslitið gjørdist 43,12 m, ið rakk til eitt bronsumerkið.

Eftir ein steðg hjá hvirlunum, var tað Trygvi Z. Laksáfoss, ið skuldi royna seg í trýstøkk. Trygvi er primert hæddarleypari, men ein skaði í knæðinum ger, at hann hevur valt at satsa longdarlop og trýstøkk í løtuni. Trygvi var seedaður nummar fýra 1,3 m aftanfyri nummar trý. Fyrsta lopið miseyndaðist vegna manglandi timing. Næsta lopið gjørdist 12,06 m, ið er longri enn bólkametið. So leyp hann eitt umfarð um fyri at skána knæðið. Fjóra bleiv yvirtrakk meðan tempo sat væl í fimta og bøtti hann so aftur um bólkametiðl hesaferð til 12,20 m. Hetta gjørdist tað longsta hjá Trygva. Hann endaði bara góðan ½ m frá bronsuni.

Meðan Trygvi leyp, var Marita byrja uppá spjótkast kappingina. Her var kasta undan vindinum, ið ger at spjótini ikki fáa heilt sama flog. Hon byrjaði róliga, men økti í bæði øðrum og triðja, har hon kom útum 34 m. Timingin í kastinum riggaði ikki heilt, tí Marita hevði hug at byrja kasti áðrenn blokkurin var komin uppá pláss. Hetta kostar heilt fitt. Hon royndi at korrigera, men tá fall tempo so mikið, at kastini blivu styttri. Í síðsta setti hon so tempo upp aftur, og kom aftur útum 34 m. Longsta var tó 34,53 m kasti í triðja umfarið. Tað er einans 16 cm frá hennara 1 viku gamla bólkametið. Úrslitið rakk til eitt fjórapláss, umleið ein metur frá broncuni.

Edna Maria Debes skuldi royna seg í hæddarlopið, men tíðanverri er ein gamal skaði farin at irritera aftur, og tí var avgjørt ikki at stressa skaðan óneyðugt, og gav Edna Maria tí avboð til kappingina.

So var tað Tórur Mortensen, ið skuldi royna seg í favorit-greinini trýstøkk. Tórur var seedaður nummar fýra, men tað var stutt upp til nummar tvey og trý. Um tað var vitan um hetta, ið motiveraði Tórur, er ilt at vita, men í fyrsta umfarið bøtti hann um bólkametið við 73 cm við at leypa 11,93 m. Harvið legði hann seg 10 cm aftanfyri nummar eitt, ið eisini bøtti um sítt persónliga met, meðan favoritturin lá nummar trý. Í øðrum umfarið leyp Tórur sítt uttan iva besta lop nakrantíð (Video niðanfyri), og lendi hann langt uttanfyri 12 m strikuna. Tiðanverri so var tað yvirtrakk við nøkrum millimetrum. Næstu fýra lopini vóru øll umleið ella uttanfyri 12 m strikuna, men blivu øll dømd yvirtrakk. Sostatt endaði Tórur við silvurmerkinum, 10 cm frá gullinum og 11 cm frammanfyri favorittin.


Meðan Tórur leyp var Hallur Simonsen farin í gongd við kúlustoyt, ið er onnur grein eftir diskuskast hjá Hallur. Hallur hevur fokusera nógv uppá diskus, og hevur hetta ávirka kúlustoyts-venjingina. Tað vísti seg eisini at í dag vildi teknikkurin ikki heilt sita, og tí endaði Hallur við 11,46 m, sum tað longsta. Tað var ½ metur frá broncumerkinum.

Samanumtikið endaði fyrsti dagur við at tær seks hvirlurnar, ið kappaðust ognaðu sær eitt silvurmerkið og eitt bronsumerkið umframt 3 úrslit har marginalir skiltu tær frá heiðursmerkjum. Flott at hava ein so breiðan hóp á so høgum støði. Í morgin verður hildi áfram við at kappast. Tá er forðarenning, longdarlop og diskuskast á skránni.

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *