Flott úrslit á DMU 2017

Hvirlan vann FM 7. árið á rað
20.08.2017
So fall aftur eitt av “gomlu” føroysku metunum
04.09.2017

Flott úrslit á DMU 2017

Heilar níggju íðkarar vóru við, nú Hvirlan sjeynda árið á rað er við til danska mesitaraheitið fyri ung, sum í ár er i Hvidovre. Umboðan á DMU hevur frá byrjan verið ein av túrunum, sum Hvirlan hevur prioritera, og umboðanin hevur verið javnt góð. Talið av íðkarum hevur variera, fyrstu árini vóru tað eldru dreingirnir sum vóru bulurin á liðnum, meðan tað nú eru yngru genturnar sum eru bulurin. Øll hava tey tó víst, at tey eru væl betur enn sínir javnaldrar har heima, og tí er gott at koma útum landoddarnar at royna seg móti sterkari kapping.

Hamarkast G16-17: Guðrið Káradóttir Petersen

Guðrið var tann fyrsta í eldin. Hon skuldi royna seg við 3,0 kg tungu hamarnum. Tá tosa verður um at koma í eina sterka kapping, so mann hamarkast hjá teimum 16-17 ára gomlu gentunum verða ein tann sterkasta yvirhøvur, tí á startlistanum var genta, sum av sjálvum Sedych (heimsmet hjá monnum) er mett at verða ein komandi stjørna. Fyrsta kasti tyktist langt, men lendi beint uttanfyri strikuna. Tað næsta var heldur ikki heilt væleydna, men lendi tó á 35,33 m, so tað langa kasti tyktist liggja har. Triðja kasti fór í netið. Tær 35,33 m í øðrum umfarið rukku tó til eitt sjeynda pláss millum tær átta, sum sluppu at halda áfram. Í fjórða umfarið kastaði hon aftur í netið, meðan hon í fimta aftur kom útum 35 m strikuna. Tað bleiv mált til 35,88 m. Í síðsta umfarið slepti Guðrið øllum og kastaði frítt. Hetta riggaði stak væl, tí hon kom heilt út á 39,21 m, sum er lítlan metur longri enn bólkametið, hon setti á VU-spelen í Gøteborg. Hetta rakk til eitt fimtapláss í finaluni.

Kúlustoyt G16-17: Lydia Poula Simonsen

Lydia er nýliga byrja á ítróttareftirskúla í Vejle, har frælsur ítróttur er á skránni. Tað var tí gott at hava hana við hvirlu-bólkinum aftur. Lydia broytti atreningina frá shuffle til glide beint áðrenn hon fór á eftirskúla, og hevur arbeitt víðari við hesum har. Hetta tyktist rigga væl í upphitingini. Tá kappingin byrjaði var Lydia nakað varðin, og tí sat timingin ikki. Í næstu tveimum umførunum royndu hon at fáa betur timing, men tað vildi ikki heilt. Hon var tó trygt millum tær átta, sum komu í finaluna. Í fjórða riggaði betur, hon fekk góða ferð á, fekk beini undir seg og gott lyft á kúluna. Hetta bleiv mált til 11,98 m, sum er 78 cm longri enn hennara egna bólkamet. Næstu tvey vóru eisini longri enn gamla bólkametið, men longri út kom kúlan ikki hesaferð. Lydia gjørdist nummar sjey í finaluni.

100 m innleiðandi D18-19: Tórur Mortensen

Vegna skaða hann fekk í hæli á oyggjaleikunum hevur Tórur valt at fokusera uppá sprint. Hetta hevur eydnast væl higartil har hann hevur skorið 0,2 sek av sínum persónliga metið á 100 m og eitt heilt sekund á 200 m, har hann hevur runnið skjótastu tíð nakrantíð av føroyingi. Støði millum teir 18-19 ára gomlu er tó sera høgt, so Tórur skuldi renna upp til sítt besta fyri at koma í finaluna. Enn er hann við at venja seg við at byrja við vinstra beini fremst í blokkinum, og tí er kensla í startinum ikki heilt har enn. Hann kom tó væl avstað, og rann í sínum eyðkenda stílið, har ein fær kenslu av at tað gongur seint. Tíðin segði tó nakað annað, tí við at renna 11,34 sek (w: 0,9 m/s) hevði hann skorið 0,11 sek av sinum eina viku gamla persónliga metið, og var nú 0,07 sek frá føroyska metinum. Hetta rakk til eitt pláss í finaluni.

Spjótkast G14-15: Elin Niclasen

Elin, sum er tann yngsta í hvirlu-ferðalagnum, skuldi á fyrsta sinni royna seg í dysti um danska meistaraheitið fyri ung. Elin er ein sterkur kastari, sum hevur potentialið at kasta langt, men stóru broytingarnar í teknikkinum í ár, hava enn ikki stabilisera seg heilt. Í fyrsta kastinum fekk hon ikki drigið ígjøgnum við tí úrslitið at spjótið lendi flatt. Hetta bleiv tí ikki mált. Í øðrum misti hon blokkin, við tí úrslitið at hon ikki fekk kraftina í spjótið. Tað bleiv tó mált til 25,87 m. Í triðja misti hon aftur blokkin, og gjørdist kasti eitt sindur styttri enn tað fyrra. Teir 25,87 m frá øðrum umfari rukku ikki til eitt pláss millum tær átta, sum fóru í finaluna. Tað er ergriligt at Elin ikki fekk møguleika fyri at halda áfram og vísa at hon eigur tað langa kasti í sær.

Spjótkast G16-17: Sunniva Bogadóttir

Farna vikuskiftið gjørdist Sunniva føroyameistari hjá teimum vaksnu, men nú hevði hon aftur tað lættara spjótið í hondini. Tað er stórur munur á at kasta 500 g og 600 g. Tað lættara spjótið setur munandi størri krøv til ferðina, meðan tað tyngra setur ferðina niður, og tað blívur tískil lættari at fáa fulla nyttu úr styrkini. Sunniva byrjaði kappingina við einum kasti, har hon sakk í avleveringinu, og dró spjótið heilt yvir í vinstru síðu av kastirætninginum. Hetta bleiv mált til 33,03 m, sum rakk til eitt fyribils annað pláss. Næsta kasti royndi hon at koma meir fram í blokkin, men tað vildi ikki og valdi hon at gera yvirtrakk. Í triðja fór hon yvir til longru atrenningina hon nýtti til FM. Hetta gav ikki úrslit, og valdi hon aftur at gera yvirtrakk. Eftir trý umfør lá hon sum nummar trý, og kundi tí halda áfram í finaluni. Teknisk vildi tað tó ikki hesaferð, og endin gjørdist at tað fyrsta bleiv tað longsta. Hetta rakk til eitt broncumerkið.

100 m finala Gentur 18-19 ár: Alda Sigurðsdóttir Lamhauge

Alda hevur ment seg frá at verða ein, sum onkuntið kom í finaluna til FM, til ein sterkan sprintara. Hæddarpunktið kom tá hon rann seg í hálv finaluna á oyggjaleikunum. Nú var tað tó finalan um danska meistaraheitið fyri ung, har hon var styrkismett sum nummar seks. Alda kom væl úr blokkinum, og eftir 20 m var hon væl við. 30 metrarnar misti hon nakað, men móti endanum megnaði hon at renna seg fram aftur, soleiðist at hon endaði á einum flottum fjórða plássi í finaluni. Tað vísti seg at hon, annað vikuskiftið á rað hevði bøtt um sítt persónliga met á 100 m. Hesaferð til 13,23 sek (w: 0,2 m/s).

100 m finala Dreingir 18-19 ár: Tórur Mortensen

Tríggjar tímar eftir at Tórur rann innleiðandi 100 m, var finalan á skránni, har Tórur var styrkismettur sum nummar seks. Tórur kendi aftur at starturin ikki sat heilt, men hann hekk tó væl í hinum, men kom tó inn sum nummar seks av teimum seks í finaluni. Tað var tó tíðin sum var primera málið. Aftur var Tórur langt undir sítt gamla persónliga met, men við 11,37 sek rann hann ikki heilt líka skjótt sum innleiðandi.

800 m Dreingir 16-17 ár: Dánjal Dahl Ljósheim

Annar dagurin byrjaði við at Dánjal skuldi royna seg á 800 m, sum er hansara besta grein. Við persónliga metinum uppá 2 min 8,72 sek var hann styrkismettur sum nr 11 av teimum 13 luttakandi. Hann rann tí í fyrra riðlinum. Eftir fyrsta umgang lá hann sum nummar fimm, men so setti hann ein langan spurt inn, og tá 200 m vóru eftir lá hann nummar tvey, uml 10 m aftanfyri tann fremsta. Hesir 10 metrarnir styttust støðugt, og á sjálvari mállinjuni fór hann framvið. Tíðin gjørdist 2 min 2,74 sek, og sostatt skar Dánjal 5,98 sek av sínum persónliga metið, og kláraði samstundis kravið til talentbólkin í bólkinum D17, D18 og D19. Tá seinni riðil var liðugur vísti tað seg at tíðin hjá Dánjal rakk til eitt sætta pláss.

200 m Gentur 18-19 ár: Alda Sigurðsdóttir Lamhauge

Alda, sum fyrra dagin enn einaferð hevði bøtt um sítt persónliga met, og felagsmetið hjá Hvirluni á 100 m, stóð nú klár at royna seg á 200 m. Málið var at leggja meir agressivt út enn vanligt, og so vita hvat tað bleiv til. Alda kom væl avstað, og var skjótt uppi í einari góðari ferð. Á hálvum teini lá hon í tøttum dysti um fjórða pláss. Síðstu 100 m helt hon stílin væl, men misti eitt vet í mun til tær bestu, men endaði tó sum nummar seks í finaluni. Tá tíðin kom á talvuna vísti hon 27,14 sek, sum er meir enn ½ sek skjótari enn hon hevur runnið teinin áður.

Diskuskast Gentur 16-17 ár: Helena Svabo Ziska og Lydia Simonsen

Hjá teimum 16-17 ára gomlu gentunum royndu Lydia og Helena seg við 1,0 kg tunga diskinum. Báðar byrjaðu varliga við at kasta góðar 22 m. Næsta kasti var eitt vet styttir hjá báðum, men í  triðja kastaði Lydia diskin út á 25,35 m. Harvið kom hon upp á eitt fimta pláss í finaluni, meðan Helena við sínum 22,08 frá fyrsta umfarið lá nummar sjey. Tær hildu tí báðar áfram í finaluni. Her valdi Lydia at fara eftir tí stóra við at royna ein nýggjan teknik. Tað er slíkt, at um tað riggar, so ger tað stóran mun, men vandin fyri at tað miseydnast er altið stórur tá man torir at fara eftir tí stóra. Hesaferð vildi tað ikki rigga hjá henni, men imponerandi at tora at royna slíkt í einari finalu! Helena rakti plett í fjórða umfarið, og lendi diskurin úti á 26,42 m, sum er neyvt ein metur longri enn hon hevur kasta áður, og 8 metrar longri enn hon kastaði í 2016. Hetta flutti hana upp á eitt fjórða pláss. Næstu tvey kastini vóru eisini góð, men longri kom hon ikki. Tær báðar endaðu sostatt sum nummar 4 og seks í finaluni.

Longdarlop Gentur 20-22 ár: Edna Maria Debes

Edna Maria var tann seinasta, sum royndi seg. Tað var í longdarlopi. Hon er við at koma í gongd aftur, eftir longri steðg, og tí var kappingin nýtt sum ein test av hvar hon er. Tað sást longu í upphitingini at hon kann, tí ferðin var góð, og somuleiðis avsett. Longdarlop krevur tó at timing er rættuliga neyv, og henda timing situr ikki heilt í løtuni. Í fyrsta lopinum var hon í so sein at seta fótin í, og tí kom hon at rotera framyvir í flognum, og noyddist tí at avbróta. Næsta var betur, men her misti hon eitt sindur av tempo inn móti plankanum. Tað bleiv tó mált til 4,23 m. Tað triðja var rættuliga líkt, og gjørdist 4,22 m. Í teimum seinastu, var arbeitt við at fáa ferðina við gjøgnum plankan, men her vildi timing ikki heilt, so teir 4,23 m í øðrum umfarið gjørdust longsta lopið hesaferð. Tað fekk hon broncumerkið fyri.

Eftir at kappingarnar vóru av, var spurt hvørji ynskir vóru til ítriv um kvøldið, og her sást at tað er í eldru bólkunum at Hvirlan er umboðað, tí tá valið stóð millum Tivoli og Fields, so bleiv tað til Fields.

Mánakvøldið ferð venjingin aftur í gongd á Tórsbreyt, har tað fyri tey flestu er fyrireiking til FMU, sum verður síðsta kapping í ár.

Fleiri myndir koma í myndasavnið

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *