Flott úrslit á DMU – Uppdaterað

Hvirlan fór við (næstan) øllum á FM
03.09.2016
Alda skjótasta kvinna í Føroyum
03.09.2016

Flott úrslit á DMU – Uppdaterað

Fyra Hvirlur royna seg í dysti um danska meistaraheitið fyri ung á Østerbro Stadion í Keypmannahavn. Hesi eru Runi Jacobsen (100 m og 200 m D20-22), Tórur Mortensen (Trýstøkk D18-19), Alda Sigurðsdóttir Lamhauge (100 m og 200 m G18-19) og Sunniva Bogadóttir (spjótkast G14-15)

DMU2016-IMG_5749

Leygardagurin var rættuliga hektiskur, tí øll skuldu í eldin innanfyri 1½ tíma. Fyrstur av hesum var Tórur í trýstøkk. Tórur, sum hevur flutt seg so mikið langt í ár, at hann var stórfavorittur til gullið. Hetta tryggjaði hann sær í øðrum umfarið við at leypa 14,32 m. Tað sást tó at tey heilt longu lopini ikki vóru har í dag, og tó, tí teir 14,47 m hann leyp í síðsta umfarið høvdu verði nærum óhugsandi fyri einum ári síðan, men við tí framgongd, sum verði hevur, er tað ikki nakað hann er nøgdur við. Tað rakk tó til gullmerkið næstan 1½ m frammanfyri nummar tvey.

DMU2016-IMG_5164

Meðan Tórur kappaðist fór Sunniva í gongd við sína fyrstu kapping uttanfyr landoddarnar. Sunniva, sum byrjaði at venja frælsar í vetur, hevur longu tikið seg nógv fram, men eitt er at kasta væl heima, annað er at hála tað besta fram tá tað telur. Sunniva legði út við at kasta 26,73 m. Næsta var eitt sindur styttri, og so var kravið at hon kastaði nakað longri um hon skuldi gerast millum tær átta, sum sluppu at halda áfram. Hennar atrenning var kontrolera og fekk hon ferð við sær út í kasti. Tá kasti bleiv mált segði talvan 29,11 m, sum er persónligt met. Tað rakk til eitt pláss millum tær, ið sluppu at halda áfram. Í fjórða kom hon aftur útum 28 m, meðan tey bæði síðstu ikki riggaði heilt. Hon kann tó verða errin av úrslitininum, sum var persónligt met og eitt sjeynda pláss í síni fyrstu DMU finalu.

DMU2016-IMG_5259

Meðan Sunniva kastaði var Alda farin at hita upp, til innleiðandi kappingina á 100 m. Meðan Sunniva kastaði síðsta kasti fór skotið hjá sprintarnum. Alda rann væl, og gjørdist úrslitið at hon bøtti um føroyska metið á 100 m við 0,12 sek. Ein nærri frágreiðing frá hennara avrikið sæst her.

DMU2016-IMG_5467

Síðstur í eldin hesaferð var Rúni, sum eisini skuldi royna seg á 100 m. Rúni var styrkismettur í finaluna, men har var tætt, so hann skuldi renna upp til sítt besta um finalan skuldi náðast. Fyrsta royndin at senda sprinarnar avstað miseydnaðist, so aftur noyddust teir átta í blokkarnar. Aðru ferð gekk betur, og kom Rúni væl úr blokkinum, men var í so skjótur, og hansara drive sat væl. Hann dragnaði eitt vet móti endanum, men tíðin 11,33 sek, sum bara er 0,06 sek frá føroyska metinum, rakk til eitt pláss í finaluni. Tríggjar tímar seinni sat Rúni aftur í blokkinum. Hesaferð var hann ov skjótur at reisa seg í startinum, og misti tí nakað av drive, og harvið ferð. Hann kom tó á mál við tíðini 11,46 sek, sum rakk til eitt fimta pláss.

DMU2016-IMG_5553

Tá samanumkom var bert ein startur sunnudag. Tað var Rúni Jacobsen, sum royndi seg á 200 m. Hann var í skjóta riðlinum, har hann kom væl frá startinum, men hann misti nakað seinnu helvt at svinginum, og var tí nakað aftanfyri teir trýggjar fremstu tá hann kom inn á lansíðuna. Harfrá megnaði hann at halda tørn, og kanska enntá hála nakað inn aftur, og samstundis leggja avstand til fimta mann. Tíðin gjørdist 23,69 sek, og tá hædd verður tikið fyri einum mótvindi uppá 1,9 m/s er tað so avgjørt eitt góðkent úrslit.

DMU2016-IMG_5888Tær hvirlurnar, sum búgva í Føroyum fara heim í morgin, meðan hinar fara aftur til bøkurnar.

Fleiri myndir eru í myndasavninum

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *