Flott avrik á Tórsbreyt

Spjótkastarnir í hopla
30.04.2017
Guðrið í talentbólkin
30.05.2017

Flott avrik á Tórsbreyt

So er fyrsta umfarð av grand prix á breyt fyri børn, ung og vaksin farin afturum. Her vóru nógvar raskar hvirlur klárar at royna seg í nógv vindinum.
 
Gentur 8-9 ár
Lív Neshamar royndi seg á fyrsta sinnið í kapping á Tórsbreyt. Hennara fyrsta kapping var 40 m. Her var hon skjót avstað, og allan vegin á mál lá hon í tættari kapping við annan luttakara. Tíðin hjá Lív gjørdist 9,15 sek.
Eftir 40 m var longdarlop á skránni. Her gjørdi Lív yvirtrakk í fyrsta umfarið. Í øðrum bar betri til, og kom hon út á 2,20 m. Hon steðgaði tó ikki har, tí í triðja kom hon 3 cm longri út, soleiðis at endalig úrslitið hjá henni gjørdist 2,23 m.
 
Dreingir 8-9 ár
Arni Bartal var einsamallur í reyðum tá starturin fór á 40 m, har hann var í fyrra riðlinum. Starturin riggaði ikki heilt, men hann kom skjótt upp í ferð, og har sást at hann dugir. Tíðin hjá honum gjørdist 9,22 sek, hóast mótvindurin var heilar 7,7 m/s. Úrslitið er persónligt met hjá Arna Bartal.
 
Dreingir 10-11 ár
Rúni á Lava Persson, sum royndi seg á fyrsta sinnið á Tórsbreyt, byrjaði dagin við bóltkasti. Í fyrsta umfari kastaði hann 145 g tunga bóltin út á 14,96 m. Í øðrum økti hann við næstan trimum metrum til 17,75 m, sum gjørdist hansara longsta á degnum.
Eftir bóltkast var 100 m á skránni hjá William. Í nógva mótvindinum rann hann teinin uppá 30,33 sek.
Jens Brandur Winthereig royndi seg einans á 600 m hesaferð. Hetta er longri enn hann er vanur við at renna, men hann rann stak væl allan vegin, og síðstu metrarnar sást hvussu hann kempaði líka til strikuna. Tíðin hjá honum gjørdist 2 min 45,72 sek.
Gentur 12-13 ár
 Børka Berg Jørgensen byrjaði dagin við 750 g tunga diskinum. Í fyrsta umfari økti hon um sítt persónliga met við heili 4 metrum til 17,15 m. Annað kasti sat ikki heilt, meðan hon í triðja økti um sítt met við enn einum metri til 18,39 m, hetta rakk til eitt trygt fyrsta pláss.
 
Á 100 m, skuldi Børka, eins og hinir íðkararnir, royna seg móti sterka landnyrðinginum. Hon lat seg ikki nerva av vindinum, og vísti at venjingin er við at sita, tí hóast umstøðurnar, so helt hon ein flottan sprint-stíl allan vegin á mál, har hon var væl frammanfyri hinar. Tíðin gjørdist 15,94 sek.
So var tað hæddarlop. Her byrjaði Børka kappingina á 100 cm, sum hon kom uppum í fyrstu royndini. Hon kom somuleiðis lættliga uppum 105 cm og 110 cm. Á 115 cm miseydnaðist fyrsta royndin, men í næstu royndini kom hon lættliga uppum og tryggjaði sær sigurin. Hetta gjørdist úrslitið, tí hóast tríggjar góðar royndir á 120 cm, so kom hon ikki uppum hesaferð.
 
Børka endaði dagin við at renna 600 m. Her lá hon í tøttum dysti allan vegin við hinar og við einum góðum spurti kom hon á mál við tíðini 2 min 8,98 sek, sum er 15½ sek skjótari enn hon hevur runnið teinin áður.
 
Gentur 14-15 ár
Elin Niclasen byrjaði dagin við at renna 100 m, har hon var í fyrra riðlinum. Elin hevur í seinstuni  lagt seg eftir at venja spjótkast, men hetta sást ikki aftur tí hon var skjót úr blokkinum, og rennistílurin sat væl frá byrjan til enda. Í nógva mótvindinum gjørdist tíðin hjá henni 15,58 sek.
 
Næsta kappingin hjá Elin var diskuskast, har hon skuldi royna seg 750 g tunga diskinum. Hon legði harðliga út við at kasta 21,16 m. Hetta rakk til eitt annað pláss. Næsta kasti miseydnaðist, men í síðsta umfarið kastaði hon heilt út á 22,57 m, og økti um frástøðuna til nummar trý, samstundis sum hon bøtti um sítt persónliga met.
 
Gentur 16-17 ár
Sjøfn Gudmundsdóttir, sum nýliga er byrja aftur at venja frælsar, royndi seg á 100 m. Hetta var hennara triðja kapping í 2017, men har tær tvær fyrstur vóru við ov nógvum undandvindi til at met kundu góðkennast, so var hendan við alt ov nógvum mótvindi,  til at fáa eina góða tíð. Starturin sat ikki heilt, men hon kempaði seg væl fram og endaði við at koma á mál við tíðini 15,41 sek, hóast ein mótvind uppá 4,4 m/s. 
So fóru tær fýra; Guðrið Káradóttir Petersen, Sunniva Bogadóttir, Lydia Poula Simonsen og Helena Svabo Ziska í gongd við at kasta 1,0 kg tunga diskin. Hetta gjørdist ein sera spennandi kapping har Guðrið legði seg á odda í fyrsta kasti, frammanfyri Lydiu og Sunnivu, við Helenu aftast. Í øðrum umfarið legði Lydia seg á odda, meðan Helena legði seg á annað pláss. Lydia og Helena øktu í triðja umfarið, men ongin broyting var í raðfylgjuni. Í fjórða øktu Sunniva, Lydia og Helena, men heldur ikki her var tað nóg mikið til at broyta raðfylgjuna. Í fimta umfarið økti Sunniva og tók triðja pláss ein centimetur frammanfyri Guðrið. Lydia og Helena øktu aftur í síðsta umfarið, men hetta ávirkaði ikki placeringarnar. Úrslitið gjørdist sostatt at Lydia vann við 27,68 m, sum er bólkamet og longri enn kravið til talentbólkin. Hon bøtti um sítt persónliga met við 6½ metri. Helena gjørdist nummar tvey við 25,42 m, sum er persónligt met við næstan fýra metrum. Sunniva gjørdist nummar trý við 22,13 m, sum er persónligt met og Guðrið gjørdist nummar fýra við 22,12 m, sum er persónligt met við góðum tveimum metrum.
Dreingir 16-17 ár
Dánjal Dahl Ljósheim og Bárður Jóhansson byrjaðu við 1,5 kg tungu diskunum. Her legði Dánjal, sum annars hevur bestu úrslitini á miðteini, út við at kasta 23,68 m, sum er góðar 3 metrar longri enn hansara persónliga met. Hóast øll tey góðkendu kastini hjá honum vóru longri enn gamla persónliga metið, so kom hann ikki longur út enn teir 23,68 m í fyrsta umfari. Bárður Jóhansson, sum hevur tikið seg nógv fram í sprint í ár, byrjaði diskus-kappingina við at kasta diskin 17,54 m, sum er næstan 4 metrar longri enn hann kastaði 1,0 kg diskin í 2016. Hann steðgaði tó ikki har, tí í tveimum umførum bøtti hann um úrslitið, soleiðis at hann endaði heilt úti á 18,74 m.
Á 100 m Royndu Dánjal, Bárður og Tóki Bak Sørensen seg. Dánjal fekk ein sera góðan start og lá væl á odda tá 10 m vóru farnir, meðan Tóki og Bárður fylgdust aftanfyri. Teir hildu báðir tørn næstu 50 m, so setti Bárður ferðina upp, og át seg inn á Dánjal. Tóki fylgdi við men á 80 m mátti Tóki sleppa, meðan Bárður helt áfram at nærkast. Hesaferð náddi Bárður tað ikki. Tíðirnar hjá teimum gjørdust: Dánjal: 13,86 sek, Bárður: 14,09 sek og Tóki: 15,53 sek.
Bara smáar 10 min eftir at Dánjal var komin á mál, var skotið fyri 1000 m, og her var Dánjal aftur við. Í nógva vindinum er tað hart at liggja einsamallur, og havandi í huga at Dánjal ofta er endaður við at liggja einsamallur nakað aftanfyri tann fremsta mannin men langt frammanfyri hinar í hansara aldursbólki, var avtala at satsa, við at hann skuldi leggja seg í beint aftanfyri tann fremsta mannin. Dánjal legði tí harðari út enn hann plagar, og fyrstu 200 m var hann bara nakrar fáa metrar aftanfyri tann fremsta mannin. Hann misti nakað næstu 200 m, men tá mótvindurin aftur var har, hálaði hann nakað innaftur, og hesa frástøðu helt hann. Sostatt endaði hann bara seks sekund aftanfyri oyggjaleikakláran rennara.
Síðsta greinin hjá Dánjal var trýstøkk. Her legði hann út við at lepa 8,91 m. Hann økti út á 10,32 m í øðrum, og tá var kappingin í verðuleikanum avgjørd. Dánjal økti tó til 10,41 m í fimta umfarið, og cementeraði sostatt sigurin.
 
Menn
Í diskuskasti hjá monnum var tað hugaligt at síggja silvurvinnaran frá seinastu oyggjaleikunum,Hallur Simonsen, við disk í hondini aftur. Tað sást at hann hevur verði burtur frá frælsu ítróttini síðstu tvey árini, men hóast hetta, so megnaði hann at kasta 35,82 m í síðsta umfarið. Hetta rakk til eitt fyrsta pláss frammanfyri spjótkastaran Hanus Bergsson, sum í fyrsta umfari kastaði diskin út á 24,84 m, sum er nær við hansara persónliga met.
Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *