Fleiri hvirlur við í Ólavsøkurenningini

Hvirlan vann aftur FM
Fartelefonin fleyg 77,03 m!

Fleiri hvirlur við í Ólavsøkurenningini

Aftur í ár skipaði Bragdið fyri Ólavsøkurenningini, og aftur í ár vóru tað fleiri hvirlur sum høvdu avgjørt at royna seg í ymsu bólkunum, líka frá veteranum til tey, ið eru yngur enn 10 ár.

Í mun til flest aðrar kappingar, so sleppa tey vaksnu fyrst at royna seg í Ólavsøkurenningini. So fóru tey yngstu (yngri enn 7 ár) í gongd, og so hvørt eftir øðrum 8-10 ár, 11-13 ár og 14-17 ár. Í flestu bólkum vóru Hvirlur umboðaðar, og hóast ongin av hvirlunum hevur mið-langteina renning, sum sergrein, so kempaðu allar flott, og flestu vóru eisini í fremra endanum. Stak flott!

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *