Fleiri hvirlur funnu veg í kavanum oman í Kommunuskúlan

Vaxjø – gevandi uppá nógvar mátar
07.02.2009
Ein læruríkur dagur við donskum ungdómsvenjara
15.02.2009

Fleiri hvirlur funnu veg í kavanum oman í Kommunuskúlan

 Enn einaferð var nógv ferð á, og tað varð lopið fyri allar pengarnar.

Hvirluvindar 6-9 ár høvdu ovaru høllina í dag og løgdu fyri við at standa í ringi og senda tvær gjarðar runt uttan at sleppa lógvatak. Vit hava roynt tað fyrr, og tað gongst alt betur. 17 hvirluvindar vóru møttir, og onkur hevði tveir vinir við sær, og hvirluvindarnir lovaðu sum vant at taka væl í móti og sýna fyrilit. Næst á skránni var “Familjan fer útferð”, sum børnunum dámar øgiliga væl. Síðani var ein stafett á skránni við ymsum uppgávum, og eisini hetta kláraðu børnini væl. At enda gjørdu vit eina breyt, har vit tuskaðu runt, og gott var, at foreldur traðkaðu til, tí tá ber til at halda ferðini uppi. Ein góður dagur 🙂

 

Tey ungu, sum spakuliga økjast í tali, vandu í neðra, og har varð gjørt sum mest fyri at útnytta, at tjúkku madrassurnar vóru tøkar til venjing. Byrjað varð við upphiting, har mest var gjørt fyri at hita beinini upp og samstundis fáa smidleika í mjadnarnar. Síðan varð farið beint til hæddarlopsvenjing. Henda venjing byrjaði spakuliga við standandi lopi við fokus á at fáa spennboga í kroppin. Síðan varð farið til saksalop og eftir tað til hæddarlop. Her lærdu ungu hvirlurnar rætta renningarlopið, samstundis sum at tær skuldu flúgva á rættan hátt tvørtur um yvirliggjaran. Har kom bæði ferð og hædd á hæddarlopini, áðrenn farið varð yvir til longdarlop, sum var síðsti partur av dagsins skrá. Her vóru venjararnir glaðir fyri, at tað vóru tvær máttur, tí at onkur kom í so nær endanum á fyrstu máttuni. Sum vant endaði venjingin við, at nógv nýttu vøddarnir blivu strektir væl út.

 

Hvirluvindarnir vandu hesa ferð eina eitt sindur annaðleiðis skrá, har tann væl dámdi “banin” var strikaður. Í staðin byrjaðu børnini við “familjan ferð útferð”, áðrenn farið var til hæddarlop. Meðan hæddarlop varð riggað til, sluppu børnini til stóra gleði fyri øll at skriva rundingar við øllum kropspørtunum. So var farið í gongd við hæddarlop, har børnini skuldu royna at leypa við báðum beinum. Fyrst sum saksaspark og síðan veruligt hæddarlop, har tey lendu á rygginum. Eins og hjá teimum ungu endaði venjingin við longdarlopi, og ferðin var øgilig, – eisini tá tey á veg aftur í køina skuldu renna forðarenning.

 

Fleiri myndir eru at síggja í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *