Fleiri góð úrslit annan dagin á Stórmót ÍR

Eftir eitt hugnaligt kvøld, herjaðu røsku ungu hvirlurnar á aftur í dag. Nakrar vóru lidnar við sín part av kappingini, men so var heppa í staðin.

Gentur 14 ár

Børka Berg Jørgensen byrjaði dagin við at 60 m grindarenning (hæk). Av tí at fokus hevur verði á grundleggjandi renni-teknik, og almenna fyrireiking, so hevur ikki verði tíð til at arbeiða við specifikka grindarenningar-teknikkinum. Børka er tó kvik, og hevur áður víst at hon dugir at renna yvir 76 cm høgur grindirnar.

Børka var í seinna riðli, har tær á pappírinum skjótastu vóru við. Børka var eitt sindur sein úr blokkinum, og var beint aftanfyri tær fremstu uppum fyrstu grind, men so kom eyðkenda rútman í gongd, og longu um triðju grind var hon á odda, og økti hon allan vegin. Á mál segði tíðin 10,93 sek, sum er persónligt met. Tað vísti seg at tvær í fyrra riðli høvdu runnið enn skjótari, so Børka fekk broncumerkið fyri flota avrikið.

Børka slapp bara at hvíla seg ein góðan tíma áðrenn hon fór í gongd við upphiting aftur. Nú skuldi hon royna seg í trýstøkk. Trýstøkk er ein grein, sum hon einans hevur vant eina ferð í vetur, men almenna venjingin inniheldur elementir, sum stuðla uppundir trýstøkk. Tað sást beinan vegin at hon hevði góða rútmu, hóast fyrsta lopið gjørdist yvirtrakk. Í næsta lopið kom hon út á 9,30 m, og legði seg á annað pláss í kappingini móti hinum gentunum, sum allar vóru eitt ár eldri enn hon. Triðja var aftur yvirtrakk, men í fjórða økti hon til 9,48 m og kláraði harvið talentkravið. Fimta var yvirtrakk, men tá ein fór framvið í sætta umfarið, var onki at gera uttan at satsa. Børka økti til 9,58 m, men var ein centimetur ov stutt til at heinta silvurmerkið. Hon fór tí heim við enn einum broncumerkið.

Kvinnur

Alda Sigurðsdóttir Lamhague, sum rann so væl á 60 m í gjár skuldi royna seg á 200 m. Hesaferð riggaði starturin væl, og hon kom skjótt upp at renna við sínum nýggja effektia stílið. Hon accelereraði úr fyrsta svingi, og helt ferðina inn í næsta sving. Tá hon kom úr næsta svingi byrjaði hon at spenna upp, og misti tí nakað av ferð. Tíðin hjá Aldu gjørdist 27,70 sek, sum er næstebesta tíð hon hevur runnið innandura. Komandi vikuskiftið ferð Alda at royna seg við føroyska landsliðnum á Pallas Spelen í Svøríki.

Sjøfn Gudmundsdóttir og Edna Maria Debes royndu seg í longdarlopi móti 20 øðrum kvinnum. Báðar er tær við at arbeiða seg upp aftur eftir ein steðg. Í fyrsta lopinum helt Edna Maria aftur og tí misti hon flogið. Í tí næsta kom hon betur ígjøgnum, men timing í avsetting gjørdi at hæddin ikki bleiv nøktandi. Hon kom tó út á 4,21 m, sum gjørdist hennara longsta, tí í síðsta var hon aftur í so varðin. Sjøfn byrjaði við at leypa 3,85 m, sum er tað longsta hon hevur lopið síðan hon byrjaði aftur. Hon steðgaði tó ikki har, tí hóast næsta lopið miseydnaðist, so kom hon í trijða út á 4,00 m. Tað var hóast hon leyp væl aftanfyri plankan. Hetta gjørdist hennara longsta í hesi kapping. Hjá báðum er nógva at heinta við góðari venjing, so vantandi verður tað áhugavert longu í summar.

Menn

Tað var við spenningi at Magnus Dal-Christiansen byrjaði upphiting til 200 m, men har var ongin ávaring í knæðnum hesaferð, so avgjørt var at royna seg. Píkarnir vóru tó eftirhondini rættuliga slitnir, men har traðkaði Dánjal til, so tað var í skógvunum hjá Dánjal at Magnus fór í blokkin. Magnus kom væl avstað, og hóast hann segði seg ikki orka síðstu 50 metrarnar, so sást hetta ikki. Tíðin á málinum segði 24,05 sek, sum er væl skjótari enn hann hevur runnið teinin áður. Við hesum gjørdist hann nummar fimm, og ognaði sær harvið eitt pláss í finaluni. Eins og á 60 m, var tó avgjørt at geva avboð til finaluna.

Síðsti startur á degnum var 800 m hjá Dánjal. Hóast Dánjal bara er 17 ár, so rann hann móti monnunum, men tá man vil nakað, so er altíð betur at fáa góða kapping, og her var møguleikin rættuliga optimalur, tí fleiri høvdu sína bestu tíð beint omanfyri teir 2 min, har sum Dánjal sigtaði. Taktikkurin var tí at fara við teimum fremstu. Eftir fyrstu 100 m lá Dánjal á fjórða plássi, men tíðanverri var tempo í lægra lagi, og tí valdi Dánjal at yvirhála tann triðja. So var fari undir at eta seg inn á tann, ið lá nummar tvey. Eftir tríggar av teimum fýra umgangunum, var hann so mikið nær at hann valdi at satsa og ávegis inn í siðsta sving fór hann framvið. Nú var tó lítil orka eftir, og Dánjal byrjaði at spenna upp, tí misti hann eitt sindur, og ein fór framvið á málstrikuni, men tað bleiv tó til eitt flott triðjapláss móti bestu vaksnu íslendingunum. Tíðin hjá Dánjal gjørdist 2 min 4,30 sek, sum er góð 3 sek skjótari enn hansara persónliga met. Tíðanverri var tað 0,30 sek frá talentkravinum, ið er tað sama úti eins og inni, hóast krøppu svingini inni kosta nógva ferð, og harvið tíð, samanborið við svingini úti.

 

 

 

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *