Fjóri dagurin: almen venjing, long kast og heimferð

Hvirluvindalegan fyribils útsett
07.03.2011
Enn ein vinarfelags avtala undirskriva
11.03.2011

Fjóri dagurin: almen venjing, long kast og heimferð

Eftir fimm venjingar í tríggjar dagar vóru tað nakrir móðir íðkarar, sum møttu í Tipshallen mánamorgun kl. 8:30 til síðstu venjing áðrenn heimferð. Tað var tó tíðuligt, at øll gleddu seg til enn eina venjing.

Hesaferð stóð almen styrki og koordinatión á skránni. Fyrst við at kasta vektarbóltar uppá ymsar mátar til hvønn annan. Nøkur valdu tó at taka ein umgang at sprint venjing við teimum sum gingu á frælsa-linjuni á studentaskúlanum í Væxjø. Eftir hetta var farið at ganga uppum forðingar. Fyrst uppá vanliga máta, men so við at ganga á balancubrettum og at enda á balancubrettum við einum røri við nakað av vatni í. Hetta vísti seg at verða meir krevjandi, enn ein kundu trúð. Øll gjøgnumførdu tó venjingina.

Eftir forðingarnar var farið til fit-bóltarnar, har balanca og kropskontrol eru lyklaorðini. Byrja var við at liggja á knæ á bóltunum og lofta vektarbóltar. Har var ymiskt annað, sum gjørt var við bóltunum, inntil tað endaði við at íðkarnir fingu, at vita at tey, sum ganga frælsalinjuna á studentaskúlanum, hava sum mál, at standa á bóltunum eftir einum hálvum árið. Hetta var tíðiligvís inspirerandi at hoyra, tí at skjótt stóðu umleið helmingurin uppi á hvør sínum bólti við einum stórum smílið.

Eftir venjingina var fari at fáa sær ein bita og so at hyggja at meðan nakrir diskuskastarar vandu í høllini. Millum hesar var partur av estlenska landsliðnum, ið eisini var á venjingarlegu í Væxjø. Hareftir var fari beinleiðis til jarnbreytarstøðini og so við toki til Keypmannahavnar. Á tokinum sást at túrurin hevði verði strævin, tí at har vóru fleiri, sum nýttu teir góðar tveir tímarnar at fáa sær ein blund. Eftir eina heldur langa bíðitið í Kastrup, lá leiðin so til Føroyar. Tað vóru nøkur troytt, men væl nøgd ítróttarfólk sum komu heim, og longu í bussinum til havnar var pressa fyri at vita um venjingarlegan í Vaxjø ikki kundu endurtakast í 2012.

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *