Fjølbroytt venjing á Tórsbreyt

Virkisleikir: 8. september á Tórsbreyt
22.08.2012
15 gull, 17 silvur og 11 broncumerkið fyrra dagin á FMU
26.08.2012

Fjølbroytt venjing á Tórsbreyt

Mikudagurin er tá allar flestu hvirlur venja. Fyrst byrja tey ungu, har Heri er venjari. Hálvan tíma seinni eru tað tey yngstu har Randi og Birna eru venjara, áðrenn síðsta lið byrjar. Tað eru veteranarnir í Hvirluni; Hvirluvindar, ið eru føddir í 1998-2002, har Randi, Louisa og Heri eru venjarar.

Hjá teimum ungu var, eins og vanligt er mikudagar, lop-koordinatión, hæddarlop og sprint á skránni. Í hæddarlopinum er ymiskt, hvat íðkarar arbeiða við. Onkur er komin langt í teknisku menningini, har er fokus á tekniskar detaljur, meðan onnur eru komin stytri, har er fokus á positiónir og rútmu. Í sprint bólkinum var arbeitt við startinum, og acceleratión áðrenn farið var at venja toppferð.

Yngru hvirluvindarnir vandu lop og kast. Lopini vóru fokusera rundanum longdarlop, meðan tað í kast snúði seg um spjótkast. Tó vóru spjótini ikki tikin fram hesaferð. Í staðin vóru Vortex spjót-bóltarnir nýttir. Hesir eru stak væl dámdir, og eisini væl egnaðir til at verða trini millum bóltkast og spjótkast.

Eldru hvirluvindarnir vandu lop, har fokus var á rútmuna í renningarlopinum og longdarlop í síni heild. Kast var eins og hjá yngru hvirluvindunum, spjót-venjing við vortex-spjótbóltunum. Spjótbóltarnir vóru stak væl dámdir, og tað vóru fleiri, sum fingu teir at flúgva rættuliga langt. Eftir teknisku venjingina var fari at venja boðrenning, áðrenn enda varð við at renna ein 400 m.

Um onkur hevur áhugað í at síggja hvat ungu hvirlurnar megna, so er FM fyri ung á Tórsbreyt í vikuskiftinum. Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *