Ongar frælsar 3. des. :-(
29.11.2008
Vaksnu rennararnir fara í vetrafrí
04.12.2008

Fínur frælsatími

Aftur hesa ferð høvdu vit nakrar góðar hvirluvindatímar. Til fyrra hvirluvindatíman tosaðu vit um týdningin av góðum svøvni og mati, og so fóru vit í holt við upphitingarspøl og venjingar.

Eitt høvuðspunkt við venjingunum í dag var at ganga í rekkju, skifta pláss í raðfylgjuni og samstundis klára at gera ymisk øvilsi. Randi væntaði, at tað fór at verða ein ordilig avbjóðing, men tað var skjótt at børnini komu á lagi, og alt gekk sum eftir ánni. Síðani runnu vit stafett við vektarbólti, ið varð hildin á ymsan hátt, meðan runnið var. Stuttligt at síggja, hvussu væl børnini dugdu og ómakaðu sær. Stafettin setti sjálvandi krøv til skjótleika, men sanniliga eisini styrki og samskipan, tí bólturin skuldi viðhvørt haldast aftan bak og viðhvørt við strektum ørmum oman fyri høvd. Óførar hvirlur 🙂

At enda bygdu við breyt, har vit á fyrsta sinni brúktu trampolinina. Tá vit endaðu, vóru tað fleiri, ið vildu, at vit skuldu hava næstan somu breyt næstu ferð, tí hon var so góð. Tey vaksnu hava altíð ábyrgdina og bestemma tað mesta, men tað er eisini gott, at børnini vilja hava ávirkan, so vit brúka somu breyt næstu ferð. Kanska onkur lítil broyting verður 😉

Eldru hvirluvindarnir gjørdu nakað tað sama sum teir yngru, men tey vildu fegin, at vit spældu hitt spælið við tveimum pørtum, ið við bóltum skuldu royna at raka ein bólt í miðjuni, soleiðis at hann fór yvir á økið hjá mótpartinum. Hesum ynski varð gingið á møti, og eftir tað fóru eisini teir í holt við stafett við vektarbólti og tørnaðu so runt við fullari ferð eftir breytini. Tímin endaði við einum lítlum fundi á madrassuni, har Randi segði, at tey høvdu frí næstu ferð. Foreldrini hjálptu til at beina amboðini burt, og so avtalaðu vit at møtast aftur 10. des. 🙂

Fleiri myndir eru at finna í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *