Góð hvirluvenjing mikukvøldið
07.11.2008
Fresandi hvirlur í erva og neðra
12.11.2008

Fínur foreldrafundur

18 foreldur vóru møtt á foreldrafundi í ÍSF-húsinum í gjárkvøldið, og tó at onkur heldur, at tað kundi verið fleiri, so fegnast vit og eru erpin av, at vit klára at draga meir fólk til okkum enn skúlastýrini.

Greitt varð frá venjingini, foreldrabólkur varð mannaður og avloysarar fingnir, tá venjararnir fara á venjingarlegu í februar.

Heri greiddi frá endamálinum við barnavenjingini, hvussu vit t.d. taka atlit til barnsins menning í venjingini og samanseting av øvilsum soleiðis at øll børnini mennast út frá egnum fortreytum og sostatt kenna seg sum vinnarar. Somuleiðis var eisini dentur lagdur á umhvørvið – tað skuldi vera sosialt og skipað soleiðis at øll kendu trygd og trivnað. Randi greiddi eitt sindur frá týdninginum av foreldrum sum hjálparum: børnini eru stolt av at deila síni foreldur við hini børnini, tá foreldrini standa á ymsu stasjónunum, eins og tað eisini hevur týdning fyri tey, at foreldrini eru har, tá tey klára okkurt fyrstu ferð 🙂 Í fyrstani vóru foreldrini brúkt fyri at minka um spilltíð og í staðin halda ferðini uppi, tí bíðitíð í rekkjum er ómotiverandi og køvandi, men venjarar hava funnið útav, at sosiali vinningurin er minst líka stórur sum hin við at minka spilltíð. Í øllum førum er stórt virði í foreldrum og avvarðandi sum hjálparum, bæði tá tað kemur til at dragsa amboð, stilla upp og hjálpa børnunum eftir breytini.

Ætlanin er at enda vetrarfrælsar við eini legu, og mín sann um vit ikki fingu mannað ein foreldrabólk at samskipa túrin, har vit vænta, at meir ella minni øll foreldrini eiga onkran leiklut í túrinum (um tey ikki kunnu koma við, so kunnu tey gera okkurt annað). Nøkur foreldur buðu seg eisini fram til venjaraskeiðið, ið verður í vár (28.-29. mars og 25.-26. apríl), og fegnaðust  vit veruliga um tað. Um onkur framvegis umhugsar tað, er tað bara at halda seg til og hava í huga, at er ein foreldrakompetent/ur, so kann mann venja børn upp til 12 ára aldur uttan trupulleikar. Tú skalt bara hava áhuga.

Næstan allir venjararnir fara á venjingarlegu í Svøríki í februar, og í fjør avlýstu vit venjingina, men í ár traðka foreldrini til, soleiðis at avlýsing er óneyðug. Slíkt samhaldsfesti er fantastiskt! Tað gevur nevndini í felagnum eina góða kenslu, tí júst við vælvild og stuðli mótvegis hvør øðrum fáa vit alt at bera til.

Ein góður fundur, sum nevnd og venjarar vóru serstakliga fegin um 🙂 🙂 🙂

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *