Ferðafrásøgn úr Hvalba – 20 hvirluvindar og 11 vaksin á legu

Tilmelding til summarfrælsar
18.03.2013
Ferðafrásøgn frá veteran EM 2013
25.03.2013

Ferðafrásøgn úr Hvalba – 20 hvirluvindar og 11 vaksin á legu

Leygardagin kl. 12.10 loysti “Norrøna” frá landi við kós móti Suðuroynni. Hon var nakað seinkað, men fegnir spentir hvirluvindar, sum skuldu til Hvalbiar at liggja nátt, tóktust ikki lata seg nerva av tí. Teir høvdu stóran matpakka við og taskurnar fullar av heitum klæðum

Spurnarkapping og stuttleiki umborð

Á veg suður dugdu børnini væl at fáa tíðina at ganga, – tey spældu alla møguliga staðni, forvitnaðust og luttóku í spurnarkapping, sum snúði seg um skips- og sjómannamál. Matpakkin varð etin umborð og komin til Vágs, var farið beint í bussarnar, sum bíðaðu á kaiini eftir okkum. Randi fór við fullfermdum bili til Hvalbiar, meðan hvirluvindarnir skuldu skifta buss við Magnstøðina í Trongisvági.

Full ferð á alt fyri eitt

Tá ið vit høvdu sett alt frá okkum í Roynhøllini, fóru børnini at kanna umstøðurnar. Síðan varð botnur lagdur í við millummála, og SO oman at frælsa á plenuni. Tað var bítandi kalt, so virksemið snúði seg um renning og renniøvilsi.

Hvalbingar undirhalda og læra okkum ymiskt

Tá ið vit ísakøld komu inn aftur, stóð Janus fyri okkum við ymsum spennandi, sum veruliga kveikti forvitnið. Hann hevði húkar, línu, tendrarar og tráðu við. Vit skuldu læra ymsar knútar, og tað fyrsta, hann gjørdi, var at kubba okkum hvør sín línustubba, og so vísti hann okkum framferðarhátt, og vit royndu at gera tað sama. Fyrst lærdu vit rættan knút, og síðan lærdu vit ein, sum altíð er hentur at duga, tá ið ein skal binda fyri posar og annað, sum krevur tættan knút. At enda lærdu vit knútin, sum verður brúktur at seta teym fastan í línu: øll fingu hvør sín teym við húki, og so skuldu vit draga ígjøgnum kordeilarnar á áðurnevnda línustubba og knýta. Tann síðsti var eitt sindur trupul, men øll mundu læra hinar báðar.

Eftir knútaløtuna fóru vit at eta døgurða. Foreldrini høvdu gjørt lekkra lasanju við tilhoyri, og børn og vaksin høvdu sett á borðið og pyntað við ballónum. Matarlysturin var góður, – tí lasanjan varð etin á svaðasvørði.

Síðan var dansur á skránni. Eyðbjørg – fittan konan úr Hvalba, sum hevur dansað við okkum fyrr, var aftur til dansin fús, og hon hevði veruliga tak á at læra okkum, tí tá ið hon var liðug, hildu børnini á at øva tað, sum hon hevði gjøgnumgingið.

Vit marsjeraðu, dansaðu kvikkstepp og linjudans og hugnaðu okkum av sonnum – stór sum smá. Onkuntíð kundu vit ikki lata vera við at smírast, tá ið onkur vaksin dansaðu við onkrum barni, men tað var ein stuttlig løta, sum gleddi okkum øll.

Hvirluvindar við skaldagávum

Tá ið vit eftir dansin fingu drekkamunn og kaku, fóru nakrar hvirlugentur at syngja ein sang, sum tær høvdu yrkt fyrr um dagin. Øll vóru á einum máli um, at tað var bæði væl yrkt og framført. Áðrenn vit fóru í soviposarnar, beindu tey vaksnu burt, og børnini spældu eitt sindur, men kl. 22.30 varð ljósið sløkt.

Postarenning, frælsar, gongutúrur og fantastiski sandurin

Randi fór upp tíðliga at seta postarnar kring bygdina, og tá ið hon kom aftur, vóru fólk farin at fáa sær morgunmat. Børnini spældu inni og úti, og kl. 11.00 samlaðust øll at fáa kunning um postarenningina. Tá ið bólkarnir vóru skipaðir, og øll høvdu fingið kort við teirra rutu, hildu børnini avstað í allar ættir. Tey vóru røsk og ágrýtin, og hálvan annan tíma eftir byrjan komu tey síðstu á mál. Uppgávan snúði seg um tólv postar, sum tey skuldu finna, og væl gekst í hond, tí tað eydnaðist næstan øllum at finna allar.

Síðan ótu vit ein breyðbita, og tey vaksnu riggaðu matpakka til at hava umborð á “Smyrli”. Síðan fóru vit at frælsa á plenuni, og fittu hvalbingarnir, sum vóru við okkum til postarenningina, vóru eisini á plenuni og kastaðu flogspjót og runnu forðarenning við okkum. Síðan fóru vit inn at taka viðførið út í tún og ótu millummála uttanfyri, meðan tey vaksnu ruddaðu og sópaðu.

Nøkur foreldur høvdu fingið tað hugskot at fara til gongu til Sandvíkar. Hetta kláraðu tey upp á hálvan annan tíma,og vit reyðum kjálkum og eitt sindur pøst fingu tey drekkamunn saman við hinum, tá ið millummálin var fyri.

Heimferðin

Klokkan hálvgum fimm kom fyrsti bussurin eftir einum parti av ferðalagnum, og tá ið “Smyril” loysti frá Krambatanga, var allur riðilin umborð. Næstan alt fyri eitt frættist, at realitystjørnan Gustav var umborð, og fleiri fóru at leita eftir honum, men uttan úrslit.

Túrurin norður gekk væl, og børnini hugnaði sær á ymsan hátt: summi spældu kort, onnur prátaðu, nøkur gingu runt og forvitnaðust, og onnur fingu sær ein lúr. Tá ið “Smyril” legði at, fingu børnini ferðaseðlar frá Louisu og so oman á Farstøðina til foreldrini, ið tóku móti.

Ein fín ferð, sum bert ber til við góðum foreldrastuðli og børnum, sum duga at vera saman

 

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *