Ferðafrásøgn fra HM í ½Marathon

Summarfrælsar byrja 22. apríl
27.03.2014
Sera gevandi venjingarlega í Væxjø í Svøríki
06.04.2014

Ferðafrásøgn fra HM í ½Marathon

Ferðin niður at renna HM 1/2 marathon hava vit verið spentar uppá í eitt  ár. Vit byrjaðu 28/3 við at renna ein stuttan túr á Islandsbrygge, har vit  eisini búðu, og runnu síðan yvir til startin á Christiansborg, soleiðis at  vit blivu kunnaði um hvønn veg vit skjótast komu á staðið á sjálvum  degnum. Síðan fóru vit eftir startnummari í Sparta-høllini. Høllin var á  tremur við sølubásum av alskyns slag, stemningurin var góður og væl gekk  hjá fyriskiparunum at avgreiða øll startnummørini. Stuttligt at síggja,  hvussu danir megnað at fyriskipað eitt so stórt tiltak uppá 30.000
rennarar!

10009863_10202705882920129_1897433835_n

Tað var ikki heilt frítt fyri nervum áðrenn farið varð avstað hendan  morgunin. Kl. 10:50 fóru vit til felags myndatøku uttanfyri Glyptotekið,  síðani skuldu vit avleverað viðføri, sleppa á wc og síðan finna startin,  t.v.s. tilmeldingartíðin var avgerðandi fyri, hvar ein skuldi byrja og  hesar tíð vóru avmáldar í litøkir. Tey fremstu vóru reyð, síðan grøn, blá  o.s.v. Vit deildu okkum upp og funnu okkara startøkir og avtalaðu at  møtast aftaná renningina á Ráðhúsplássinum.Trongligt var, men vit funnu  allar okkara øki í góðari tíð.

1013872_10202705883000131_288145929_n

Upptaktin til startin gekk væl, veðrið var avbera gott til renning og  stórir flatskermar vóru settir upp, soleiðis at øll fingu fylgt við, so  hvørt tiltakið byrjaði. Helle Torning byrjaði kvinnuelituna kl. 12:30 og
krúnprins Fredrik setti síðan manselituna og restina av teimum 30.000  rennarunum í gongd kl.13:00.

bmj-marathon

Vit vóru 4 Hvirlur sum luttóku við hesum tíðum:

  • Rigmor N. Arge rann eina fína tíð uppá 1:31:24. Hetta var hon ikki heilt nøgd við, hevði vónað at verði undir 1:30, men soleiðis vildi ikki til hendan dagin.
  • Birna Mohr Joensen setti PM við tíðini 1:44:19, sum er knapt 3 minuttir  skjótari enn í Klaksvík 2013
  • Birna Abrahamsen kom á mál við tíðini 1:53:36, sum hon er væl nøgd við  eftir at hava havt skaða seinastu 2 árini
  • Sigvør Lamhauge gjøgnumførdi fyri fyrstu ferð við tíðini 2:42:06.

Hetta var eitt fantastiskt renniupplivilsi, veðrið var gott, 40  tónleikabólkar undirhildu á rennirutuni, saman við lógvbrestum og heppandi  fólki runt allan 1/2 marathonteinin. Hetta er heilt víst eitt
renniupplivilsi av teimum heilt stóru, eru vit 4 samdar um.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *