Ferð komin á sprintarnar í Hvirluni

Hvirlan góð úrslit í vindinum á Tórsbreyt
28.04.2012
Rigmor føroyameistari í ½Marathon
06.05.2012

Ferð komin á sprintarnar í Hvirluni

Enn ein opin kapping, sum Bragdið skipaði fyri, var síðsta mikudag. Her var m.a. londgarlop, spjótkast og 100 m á skránni. 100 m var eisini greinin har tær størstu forbetringarnarnar komu.

Fyrstur í blokkin var Elias Torsteinsson. Hann kom á mál við tíðini 16,39 sek, ið er 1,5 sek skjótari enn Elias rann í 2011. So skuldu genturnar royna seg. Edna Maria Debes og Emilia Larsen luttóku fyri Hvirluna. Edna Maria fekk tíðina 14,07 sek, ið var 1,2 sek skjótari enn hon hevur runnið teinin áður. Tað var eisini nýtt hvirlu-met. Gamla metið var 14,81 sek! Tíðin hjá Ednu Mariu var eisini skjótari enn a-kravið til talentbólkin hjá FÍF, men tíðanverri var tað ov nógvur undanvindur. Emilia, ið royndi seg á hesum teininum fyri fyrstu ferð, kom á mál flottu við tíðini 15,45 sek.

So fóru teir eldru dreingirnir og menninir avstað í tveimum riðlum. Har fekk Trygvi Laksáfoss bestu tíðina við 11,81 sek, ið er 0,07 sek skjótari enn metið hann setti á VU-spelen í 2011. Honum á baki komu Birgir Hansen við tíðini 11,94 sek í síni fyrstu kapping á 100 m teininum og Tummas Napoleon Arge við 11,96 sek, ið er 0,85 sek skjótari enn hann hevur runnið teinin áður. Tíðirnar hjá Tummas Napoleon og Trygva eru skjótari enn A-kravtíðirnar til talentbólkin hjá FÍF, men tíðanverri var undanvindurin 0,5 m/s omanfyri mest loyvda mark. Bjarni K. Petersen bøtti um sítt met við 0,4 sek, so tað nú er 12,24 sek. Kristian Martin Garðalíð bøtti sítt met við 0,29 sek til 12,84 sek. Tórur Mortensen debuteraði við tíðini 13,44 sek, meðan Jákup Dahl Ljósheim debuteraði við 14,66 sek

Um 100 m kann sigast at hjá monnum var hvirlu-metið 12,56 sek í 2010. Í 2011 var metið 11,88 sek og tveir mans komu undir 12 sek. Higartil í ár er metið komi niður á 11,81 sek, og tríggir mans komnir undir 12 sek, umframt at tveir av teimum allar skjótastu ikki hava runnið teinin enn.

Longdarlop var næsta greinin sum fór í gongd, og her var Edna Maria einsamøll hjá gentunum. Hon leyp 3,90 m, ið er eitt vet styttri enn hon hevur lopið áður.  Hjá monnum/dreingjum leyp Bjarni 5,10 m, Kristian Martin leyp 4,54 m, Tórur leyp 4,45 m og Jákup leyp 4,12 m, Elias leyp 3,63 m og Dánjal Dahl Ljósheim leyp 3,36 m. Jákup bøtti um sítt persónliga met við ½ m í mótvindinum.

Spjótkast var síðsta greinin, og her kastaði Steinolvur 800 g tunga spjótið út á 37,47 m, ið er 3 m longur enn ein mána gamla persónliga metið. Tróndur Arge bøtti eisini um sítt met, so tað nú er 35,71 m, meðan Bjarni kastaði 22,85 m. Jákup royndi seg við 600 g spjótinum, og kastaði hann tað út á 17,39 m, ið er ½ m longur enn Jákup kastaði 400 g spjótið í 2011.

Edna Maria kastaði eisini spjót. Hon kastaði 600 g tunga spjótið 20,14 m, ið er lítlan ½ m styttri enn persónliga metið hon setti um páskirnar.

Øll úrslitini síggjast her

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *