Felagsmet sett í Norra

Hvirluvindarnir pøstir í sólini :-)
14.05.2008
Nýtt føroyskt maratonmet
18.05.2008

Felagsmet sett í Norra

Tað var á Aremark Idrettsanlegg í Halden nærhendis Oslo at Silvia Henriksdóttir óvantað fekk møguleikan fyri at royna seg í einari kapping, og har hon ikki gjørdi mætari enn at seta persónligt met í  hamarkast og  felagsmet í diskuskast. 

Silvia byrjaði nýliga at venja aftur eftir at hon flutti til Noregs at arbeiða. Hon venur fyri seg sjálva, men er komin í samband við felag nærhendis har hon arbeiðir. 15 Mai var hon á veg til venjing, men tað vísti seg at kapping var á staðnum. Hon gjørdi skjótt av og meldaði til, og lukku tíð, tí at hon gjørdi ikki mætari enn at betra um sítt persónliga met í hamarkast, og úrslitið í diskuskast var ein betran av verðandi felagsmetið í Hvirluni sum Meifríð Hansen átti.

Úrslitini vóru:

  • Hamarkast 32.61 m (persónligt met)
  • Diskuskast 23.63 m (felagsmet)

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *