Fartelefonkast á Ólavsøku

Triðja Hvirlan klár til Bermuda
21.07.2012
Hvirlan vann aftur FM
22.07.2012

Fartelefonkast á Ólavsøku

Hóast fyrsta heimsmeistaraheitið var hildi í Finnlandi í 2000, so er fartelefonkast enn ikki komi til Føroyar. Hetta broytist 28. juli. Tí kl. 10.00 Ólavsøkuaftan skipar Hvirlan fyri fyrstu kapping í at kasta fartelefonir í Føroyum. Valt er at nýta altjóða reglar til kappingina. Av tí at hetta er fyrstu ferð verður einans ein opin kappig, tvs at kappast verður í bólkunum kvinnur og menn. Aldursmark er onki. Kappast verður á Tórsbreyt.

Reglarnir eru í stuttum:

  • Kasta verður á spjótbreytini, og skal telefonin lenda innanfyri uppmerkta øki á grasinum.
  • Loyvt er at nýta píkaskógvar.
  • Hvør kastari kastar tvey fylgjandi kast við ymiskum fartelefonum. Tað má ikki ganga meir enn eitt minut millum kastini. Tað longra telur.
  • Tað er yvirtrakk, um kastarin traðkar á ella útum hvítu linjuna, ið vísur endan á atrenningar-økinum.
  • Kastarin velur sjálvur hvussu hann/hon kastar fartelefonina.
  • Mált verður frá har fartelefonin nertir jørðina fyrst.

Luttøkugjaldið er 100,- fyri tey sum eru fødd í 1999 ella fyrr, meðan tey sum eru fødd í 2000 ella seinni gjalda 50,- fyri luttøkuna. Nummar 1, 2 og 3 i báðum bólkunum fáa heiðursmerkið fyri avrikið. Tilmelding byrjar kl. 9:15 og heldur áfram til kl. 10:30.

Um onkur liggur inni við gomlum fartelefonum, so eru tey vælkomin at geva Hvirluni tær. Fyrispurningar kunna sendast til hvirlan@hvirlan.fo.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *