Vodafon-kast: Fartelefonirnar flugu longri enn nakrantíð

Um tað var tí at Vodafone sponsoreraði kappingina við gávukortum, er ilt at vita, men undirtøkan fyri óalmenna føroyameistaraheitinum í at kasta fartelefonir var størri enn vit hava uppliva áður. Fimm manns og sjey kvinnur royndu seg, og úrslitið gjørdist tvey føroysk met.

Kapping í at kasta fartelefonir fer fram á tann hátt at luttakarar velja sær tvær ymiskar fartelefonir. Hesar verða so kastaðar hvør eftir aðrari, og longra kasti verður mált. Tað er frítt hvør fartelefon verður kasta. Einasta krav er at hon er komplett, tvs at battarí og annað er har enn, soleiðis at hon vigar tað, sum hon gjørdi sum nýggj.

Hjá kvinnunum vóru sjey luttakarar, og her var tað Sunniva Bogadóttir, sum kastaði telefonina heilar 51,82 m. Tað er, so vítt vit vita, føroyskt met. Sunniva er ikki ókend við at kasta, tí hon er tann kvinnan sum hevur kasta 500 g spjótið longst her heima í ár. Henni á baki kom Natalia Joensen, sum kastaði 37,24 m, og á triðja plássi var Elin Niclasen, sum eins og Sunniva er von við at kasta spjót í Hvirluni.

Hjá monnunum komu nakrir hondbóltspælarar at royna seg, og tað sást at hesir duga at kasta, tí fyrstur var verandi meistarin, Tróndur Arge, sum kastaði 66,17 m. So kom næsti maður. Hetta var Mark Lausen Marcher, sum er meir kendur sum hondbóltsspælari og venjari í felagnum H71. Tá Mark kastaði fyrstu ferð var eina løtu ivi um vøllurin fór at vera langur nokk, tí fyrsta kasti lendi handan uttastu strikuna, sum er 70 m. Næsta kasti var uppaftur longri. Tað bleiv mált til 81,96 m, sum er uml 5 m longri enn gamla metið, sum spjótvenjarin í Hvirluni, Rógvi Højgaard, átti. Næstu menninir hóttu ikki Mark, tvs ikki fyrr enn síðsti maður, trýstøkkarin Tórur Mortensen royndi seg. Fyrsta kast hjá honum miseydnaðist, men næsta kasti fór langt útum uttastu striku. Tað vísti seg at verða longri enn gamla føroyska metið, men ikki nóg langt til at vinna.

Vodafone hevði latið gávukort til vinnarnar hjá ávikavist kvinnum og monnum umframt eitt gávurkort sum trekt lut var um. Hetta síðsta vann Sigmundur Nolsøe. Trygvi Laksáfoss, sum var oddamaður innan sprint og lop her heima fyri nøkrum árum síðan, men sum nú nýtir tíðina at ogna sær vitan sum medicin-ingeniør í Keypmannahavn, handaði gávurkortini.

Øll úrslitini síggjast her. Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *