Fartelefonin fleyg 77,03 m!

Fleiri hvirlur við í Ólavsøkurenningini
27.07.2012
Hvirlan í skrúðgonguni
28.07.2012

Fartelefonin fleyg 77,03 m!

Níggju mans og ein kvinna royndu seg í fyrstu kappingini í fartelefonkast. Telefonirnar vóru nógvar at velja ímillum, og valdu flestu kastarar, kanska ikki heilt óvanta, tær lættaru. Onkur royndi seg við stuttum renningarlopið, meðan onkur kastaði standandi. Tó nýttu øll uttan Heri spjót-teknik. Heri gjørdi tað hann er vanur við og nýtti diskusteknik tá hann kastaði tyngstu telefonirnar.

 

Allir kastarnir valdu tvær ymiskar telefonir og kastaðu so báðar beint eftir hvørjari aðrari. Tað longra bleiv mált. Einans at hava tvey kast ger at tað ikki er pláss fyri feilum. Her vísti Rógvi at hann er í klassa fyri seg sjálvan, tí fyrra kasti fór langt útum uttastu striku á Tórsbreyt, ið er 60 m. Næsta kasti var hann sjálvur ónøgdur við, men tað var enn longur. Tað bleiv mált til 77.03 m. Næstur honum var Uni Højgaard, sum kastaði 62,95 m, meðan Helgi Geyti, ið ikki fekk kasti at rigga heilt kastaði 53,69 m á triðja plássi.

Menn:

Nr Navn árg. Felag Úrslit
1 Rógvi Højgaard ’83 Hvirlan 77,03 m
2 Uni Højgaard ’80 Hvirlan 62,95 m
3 Helgi Geyti ’93 Hvirlan 53,69 m
4 Steinolvur Geyti ’94 Hvirlan 45,66 m
5 Heri Ziska ’67 Hvirlan 37,57 m
6 Trygvi Laksáfoss ’94 Hvirlan 33,23 m
7 Tórur Mortensen ’98 Hvirlan 33,18 m
8 Jákup Dahl Ljósheim ’98 Hvirlan 25,80 m
9 Dánjal Dahl Ljósheim ’00 Hvirlan 23,82 m

Einasta kvinna, sum valdi at luttaka hesaferð var 11 ára gamla Helena. Hóast unga aldurin kastaði hon telefonina 19,50 m.

Kvinnur:

Nr Navn árg. Felag Úrslit
1 Helena Svabo Ziska ’01 Hvirlan 19,50 m

Ofta verður tikið til at fartelefonir ikki halda nógv væl, men ongin av kastaðu telefonunum brotnaðu, so kvaliteturin er ikki heilt av leið. Hetta tiltak verður endurtikið í 2013, tá kappingin veðrur skipa  fleiri aldursbólkar, umframt at kapping verður fyri lið.

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *