FAR-O: Úrslit dagur 1 – sprint

Tvey føroysk met til Øssur í Svøríki
11.07.2012
O-renning á Nólsoynni ein góð uppliving
14.07.2012

FAR-O: Úrslit dagur 1 – sprint

Fyrsta umfarð av FAR-O, ið er føroyski parturin av NATLOC fór fram í miðbýnum í Havn í allar besta veðrið. Sprint var á skránni, og har var ein lættur bani til børnini, ið einans var úti á Reyni og í Tinganesi, meðan ein meðaltorførur og ein torførur bani vóru. Hesir rukku av Tinganesi niðan til Viðalundina. Skrivstovan var á Hvonn. Her vóru tað Christian Wennicke (Grønland) og Lars Bukkehave (Danmark), ið syrgdu fyri at alt gekk sum tað skuldi.

Í hesi fyrstu o-renning í Føroyum vóru 20 luttakarar, og komu hesir úr USA, Noregi, Grønlandi, Danmark og Føroyum. Til føroysku luttakarnar, ið ikki høvdu roynt slíka kapping áður var kunning við síðsta post. Har sóðu luttakarnir hvussu postarnir síggja út, bæði teir hjá børnum, og teir hjá teimum vaksnu.

So fór starturin, og fyri tey sum ikki hava roynt slíka kapping áður kendist tað óvant at standa og bíða inntil ein sjálvur skuldi avstað. Í mun til vanligu motións/heilsurenningarnar her heima er tað nevniliga so, at bert ein rennari varð sendur avstað á gangin, og at næsti rennari verður sendur avstað 1 minut eftir tí fyrra. Fyrstu rennarnir komu longu á mál áðrenn teir síðstu fóru avstað. Hetta gjørdi at ikki var møguligt at siga beinan vegin hvør vann.

Luttakarnir nýttu tíðin tá teir komu aftur á Hvonn at tosa um rutuna, og ávísar postar, ið høvdu víst seg at verði truplir at finna. Gestirnir vóru á einum málið um, at ruturnar vóru væl lagdar. Føroysku luttakarnir, sum høvdu roynt seg í síni fyrstu o-renning, vóru eisini væl nøgdir og onkur meldaði til næsta umfarð av FAR-O, ið verður á Nólsoynni í morgin (fríggjadagin 13. juli).

Úrslitini frá dagsins kapping síggjast her, meðan fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *