FAR-O 2013 sera væl eydnað

Brekka og vindur i Nólsoynni
07.07.2013
Góða eyðnu á Oyggjaleikunum
11.07.2013

FAR-O 2013 sera væl eydnað

Tað var spenningur undan síðsta degnum á FAR-O, bæði viðvíkjandi hvør fór við sigrinum og hvussu tað reint praktiskt skuldi lata seg gera at skipa fyri kappingini. Spenningurin um fyriskipan komst av nógva vindinum, tí ætlanin var at seta eitt telt upp á parkeringsøki hja Hotel Føroyum. Nógvi vindurin útilokaði tó hesa loysn, og so var ikki annað at gera at royna at sleppa inn á Hotel Føroyar við telduni. Her vísti Hotel Føroyar seg aftur frá síni bestu síðu. Fundarhølið “Húsastova” var latið upp fyri Hvirluna, og har var tekniska útgerðin sett upp.

Fyriskiparnir vóru tó longu úti á rutuni kl 6 á morgni, tí at kontrolpostarnir skuldu setast upp áðrenn fyrsti rennari fór avstað kl 8.00. Øki runnið var í er kring rossagøturnar nærhendis Hotel Føroyum. Aftur vóru fýra ymiskir banar at velja ímillum. Ein lættur barna-bani uppá 1,7 km, ein miðal-trupul, ið var FM banin uppá 4,0 km, og so tveir torførir, ein stuttur uppá 4,6 km og ein langur uppá 6,7 km. Sigast skal tó, at longdin av teinunum er í beinari linju millum postarnar.

Starturin var opin eins og fyrsta dagin. Tvs at rennarar sjálvir valdu nær teir skuldu byrja í tiðarskeiðinum kl. 8.00-10.00. Fleiri valdu at byrja so skjótt sum gjørligt, meðan onnur valdu at bíða til klokkan var farin av 9.00.

Vindurin var enn nógvur, men tað var turt. Torførur banarnir góðu fleiri trupulleikar, tí tað vóru nøkur, ið góðu upp at finna allar postarnar, ella lupu ein um. Í báðum førðum merkti tað at tey ikki fingu eitt úrslit.

Tað vóru tríggjar kappingar, sum blivu avgjørdar hendan dagin. FM, FAR-O og NATLOC. Einans tveir mans og ongin kvinna royndi seg í FM. Tað vóru feðgarnir Axel Ljósheim og Jákup Dahl Ljósheim. Jákup var fyrri maður avstað, og vísti hetta seg at verða ein fyrimunur fyri Axel, tí Jákup peikaði meir enn einaferð móti postum hann hevði funnið, soleiðis at tað var lættari fyri Axel. Á málinum vísti tað seg at munurin einans var 8 sek. Tað var tann eldri sum átti munin og sostatt gjørdist fyrsti føroyameistari í orienteringarrenning (vita-renning!?).

FAR-O er kapping yvir tríggjar dagar, og er tað samlað tíð, sum telur. Her var spenningur í onkrum klassa, meðan nærum alt var avgjørt aðrastaðni. Tað vóru tveir kappingar-bólkur (torførur banarnarnir) og ein motiónsbólkur (millumtorførur) umframt barnabólkurin. Í torføru bólkunum endaðu heiðursmerkini í Svøríki, Noregi og Tjekkia. Viðmerkjst kann at ein fyrrverðandi dupultur heimsmeistari gjørdist nummar trý á langa trupla bananum hjá monnum. Nummar eitt, tvey og try fingu einglar, ið Sóljan hevði gjørt.

Kappingin um at gerast “North Atlantic Orienteering Champion 2013” var nærum avgjørd hjá kvinnunum undan síðstu kapping, men hjá monnunu var einans eitt minutt millum nummar eitt og tvey. Endaliga úrslitið gjørdist tó at Kenneth Wahlberg (SE) helt fast og fór sostatt við samlaða sigrinum. Sigurin hjá kvinnunum fór eisini til Svøríkis. Tað var Annika Engstrøm í nú, saman við Kennetð, kann kalla seg “North Atlantic Orienteering Champion”

Nú fara fyrireikingarnar til FAR-O 2014 í gongd. Tað eru fleiri stórar broytingar í mun til í ár. Ein er at NATLOC komandi ár einans verður í samband við FAR-O. Hareftir kemur NATLOC til Føroyar triðja hvørt ár. Hin broytingin er, at tað verður eitt tiltak við 4 kappingardøgum, við einum frídegi í miðuni. Tvs runnið verður 6. og 7. juli umframt 9. og 10. juli 2014. Undirtøkan er longu stór tí PWT hevur longu bilagt 90 pláss á Hotel Føroyum til kappingina.

Øll úrslitini síggjast her. Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *