Fá børn, men full ferð á – og aftur gott veður!

Rennikapping í Klaksvík
03.06.2008
Kapping í Kasti 5-kampi
11.06.2008

Fá børn, men full ferð á – og aftur gott veður!

Einans 13 børn vóru til frælsar á Frælsinum. Vit løgdu fyri við at sita á steinunum og spæla navnaspæl samstundis sum vit tosaðu um, hvat boðrenning var fyri nakað. hvirluvindavenjing 4 juni 2008

Síðan høvdu vit samskipanarøvilsi við renning, lopum og ymsum øðrum uppgávum, ið settu krøv til minnið og reaksjón (t.v.s. hoyrn og sjón eisini). Eftir tað, koyrdu vit reaksjónøvilsi, har Randi segði gentu- og dreingjanøvn, og so skuldu børnini sum skjótast renna rætta veg. Hetta var ordiliga stuttligt, og nógv flentu. Síðan fóru vit í holt við eina langa boðrenning, har vit vóru trý í hvørji rekkju og runnu einar 30m, áðrenn vit handaðu partamanni/kvinnu boðini (ein gulur tennisbóltur 🙂 ) Nú vóru fleiri longu móð, men so fóru vit at kasta – vit kastaðu við vinstru og høgru hond móti veggi og vitaðu, hvussu langt vekk vit kundu fara frá vegginum og framvegis lofta og kasta. Síðan fóru vit út á vøllin at kasta á ymsan hátt, og har hendi dagsins absolutt besta innslag!!! Ein lítil fittur hundur fekk eyga á 13 gular, flúgvandi  tennisbóltar, og hann fresaði yvir og snuppaði tann hjá Kristiani. Hundurin tuskaði ordiliga fegin á plenuni, og lítla løtu seinni var ein riðil av børnum í hølunum á honum, tí tey vildu hjálpa Kristiani at fáa bóltin aftur. Nøkur hjálptu ikki – tí tey fingu ikki runnið so nógv flentu tey! Kristian fekk bóltin aftur, tá hundurin ikki tímdi meir, og so endaðu vit við breytini, ið hesa ferð snúði seg um at leypa, lakka og bakka í trappum, hoppa um pinnar og orientera okkum. Eisini runnu vit við longum fetum um aðrar pinnar og hoppaðu síðan annaðhvørt band ella drønaðu bara eftir vøllinum aftur til byrjanarstøðina. Veðrið var gott og so hvørt sum vit runnu meir og meir, tveittu fólk hamarnar av sær, og fleiri vóru at enda bara í undirtroyggju ella stuttermaðari troyggju 🙂 Ein góður dagur, har øll vóru pøst og heit, men glað og smílandi, tá tey fóru til hús.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *