Føroyskt met til Randi

Ein spennandi Ólavsøka farin afturum
30.07.2009
Fýra gull til Hvirluna annan FM dagin á Tórsbreyt
02.08.2009

Føroyskt met til Randi

Fyrsti dagurin av FM endaði við einum føroyskum metið, 4 gullmerkjum og 4 silvurmerkjum og 3 broncumerkjum til Hvirluna. Hetta hóast Rógvi, ið var okkara besta boð uppá gull á 100 m og í longdarlop, noyddist at melda avboð vegna sjúku.

20090801-FM-0005

Dagurin byrjaði við at Randi, í øðrum umfarið av hamarkast kappingini, kastaði hamaran út á 40,46 m. Tað er góðan hálvan metur longur enn gamla metið, sum var sett í FM kappingini í 2008. Randi er fyrsta føroyska kvinnan, sum kastar hamaran útum 40 m strikuna! Um kasti hjá Randi kann sigast at tað var eitt sera gott tekniskt kast, men ferðin var ikki tann sum hon onkuntíð hevur verði, so enn er meir potentiali eftir í kastunum hjá Randi. Á øðrum plássi í hamarkast kappingini hjá kvinnunum var Meifríð einans hálvan metur frá sínum persónliga meti tá hon í triðja umfarið kastaði hamaran út á 22,16 m.

20090801-FM-0001

Hjá monnunum kastaði Heri longsta kast á árinum tá hann longu í fyrsta umfarið kastaði góðan metur longur enn á Álandi. Hann økti so í øðrum og triðja, men valdi at gevast eftir fjóra kast. Longsta kast var 44,26 m og sostatt nærum 4 m longur enn á Álandi. Uni Højgaard setti á øðrum plássi persónligt met (29,16 m) og nærkast 30 m strikuni í stórum.

20090801-FM-0008

Næsta greinin við Hvirlu luttøku var longdarlop hjá kvinnunum. Har royndu Randi og Meifríð seg. Randi leyp 3,88 m og er tað 25 cm longur enn verðandi felagsmetið sum Randi sjálv eigur, men av tí at vindmátarin ikki var nýttur kann úrslitið ikki góðtakast sum felagsmet. Meifríð leyp 3,38 m á triðja plássinum, so eitt silvur og eitt broncumerkið til Hvirluna. Mona Breckmann úr Bragdinum vann gull við 4,32 m.

20090801-FM-0036

Hareftir var 100 m kvinnur á skránni. Her var einans ein Hvirla við, og tað var Randi, sum eftir ein seinan start rann seg væl upp fram móti 40 m og síðan misti takið aftur og endaði á einum greiðum triðja plássi við tíðini 16,43 sek.

20090801-FM-0041

Síðan var tað longdarlop hjá monnum. Har royndu ungi Helgi seg. Hann leyp 4,90 m í fyrsta umfarið og var tað longsta lop hjá honum. Tað longsta Helgi hevði lopi áður var 4,31 m, so ein rættuliga stór forbetring. Her var tó heldur ongin vindmátari.

20090801-FM-0048

Seinasta greinin har Hvirlur vóru við var í diskuskast. Har luttóku Meifrið hjá kvinnunum og Heri og Helgi hjá monnunum. Meifrið kastaði diskin út á 25,64 m og vann sær gullið.

20090801-FM-0097

Her var tað at ungi Helgi Geyti kastaði 2 kg diskin 6 m longur enn hann hevur gjørt áður, og einans 7 cm styttri enn hansara persónliga met við 1,5 Kg diskinum, sum annars er tann vektin sum verður nýtt í hansara aldursbólki.

20090801-FM-0060

Dómarnir í kastinum hesaferð vóru ungulingarnir sum venja í Hvirluni, og hesir tóku við avbjóðingini og dømdi væl soleiðis at vaksnu kastarnir hesaferð kunda fokusera uppá egin avrik.

20090801-FM-0023

Øll úrslitini síggjast á www.athletics.fo.

Fleiri myndir verða at síggja í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *