Føroyskt met á Jatnatøkum!

Skráðin til Jatnatøkum klár
15.07.2010
Renningin hjá Rigmor í summarfrí
22.07.2010

Føroyskt met á Jatnatøkum!

Hóast tað hevði hug at regna, so var tað næstan veitsludámur yvir Tórsbreyt, tá íðkarnir komu á Tórsbreyt leygardagin til fyrstu útgávuna av Jatnatøkum. Kasti-geirin til ávikavist hamarkast og spjótkast var flott strikaður upp, og kassar, ið vístu longdina, stóðu fyri hvørjar 10 m. Harafturat hingu fløgg hjá teimum tjóðum sum høvdu umboðan í kappingini, tvs svenska, danska, íslendska og føroyska. Tað sum tó gjørdi munin hendan flotta dagin vóru íðkarnir. Tað vóru 10 íðkarar komnir til Føroyar at kappast móti føroysku íðkarnum, og tað vóru so uml. 20 føroyskir íðkarar sum vildu royna seg móti gestunum. Føroysku íðkarnir umboðaðu tey trý stóru feløgini innan FÍF, nevniliga Bragdið, Treysti og Hvirluna. Harafturat var føroyavinurin Daniel Bergin frásøgumaður, og hansara hegnisligu frásøgnur góðu áskoðarnum eina enn betur uppliving av fyrstu Jatnatøkunum.

Hæddarlop:

Bæðið menn og kvinnur kappaðust í hæddarlopi. Fyrst vóru tað kvinnurnar sum skuldu royna seg. Her var lagt upp til eina spennandi kapping, tí at tað vóru einans 6 cm ímillum hæddirnar tær vóru tilmeldaðar við. Regnið gjørdi tíðanverri at allar lupu lægri enn tær hava gjørt áður í ár. Kappingin endaði við at favoritturin Sofie Bjørklund (Båstads GIF /SE) vann við 164 cm frammafyri Kristín Lív Svabo Jónsdóttir, ið leyp 155 cm og  (ÍR / IS) við Natalie Westman (Vårbergs GIF / SE) á triðja plássi við 145 cm.

Hjá monnunum var sviðin Jakob Sandman greiður favorittur, og hann kom eisini inn í kappingina tá allir hinir vóru lidnir. Dysturin um annað plássi bleiv tó sera spennandi. Hetta var millum unga Steinolv Geyti (Hvirlan) og Kristian Martin Garðalíð (Hvirlan/Svanur). Teir komu báðir uppum 156 cm, sum fyri Steinolv var ein betran av persónliga metinum við 1 cm, meðan tað var 2 cm undir persónliga metinum hjá Kristian Martin. Av tí at Kristian Martin kláraði hæddina í fyrstu roynd, meðan Steinolvur mátti nýta tvær royndir at koma uppum, gjørdist Kristian Martin nummar tvey og Steinolvur fór tí við broncumerkinum. Langt var tó upp til teir 181 cm sum Jacob Sandman (IFK Helsingborg / SE) leyp.

800 m renning

Hjá kvinnunum var tað eitt sera spennandi felt sum stóð klárt tá start-skotið ljóðaði. Millum hesar var Bjørk Herup Olsen (Bragdið), ið eigur føroyska metið. Hesaferð var Bjørk tó ikki favorittur tí at 20 ára gamla Natalie Tolvers (Hammarby IF / SE) hevði runnið teinin 2½ sek skjótari enn Bjørk. Á fysta umgangi fylgdust tær báðar, við Rebekku Fuglø beint í hølunum, meðan unga Elsa Berg stríddist væl fyri at hanga í. Móti endanum var Natalie tann sterkasta og fór við sigrinum við tíðini 2.22,8. Bjørk gjørdist nummar tvey við tíðini 2.25,3 og Rebekka vann broncuna við tíðini 2.29,3. Elsa Berg var við tíðini 2.34.1 einans eitt sekund frá sínum persónliga metið á fjórða plássinum.

Hjá monnunum var tað eins og í hæddarlopinum hjá monnum mest spenningur um hvør fór at ogna sær silvurmerkið. Rúni Seloy (Bragdið) hevði eina tilmeldingartið sum var heili 14 sek betur enn nummar tvey. Rúni legði eisini hart út og feltið var skjótt spjatt. Rúni helt tempo og kom einsamallur á mál í tíðini 2.07,5. Fimm sekund seinni kom Hans Jacobsen (Bragdið) við Linus Appel Skjutar (Hammarby IF / SE) á triðja plássinum. Brian Smedemark (Hvirlan) gjørdist nummar fýra við tíðini 2.23,5, sum er nýtt felagsmet.

5000 m renning

Tað var áhugavert at síggja hvussu fá høvdu hug at royna seg á hesum teinunum, havandi í huga tað stóra talið av rennarum, sum plaga at koma til rennikappingar. Hjá kvinnum vóru tað trýggjar, meðan mennirnir vóru tveir. Mennirnir vóru eisini teir fyrstu avstað, og har legði Meinard Ortind (Bragdið) hart út og legði seg beinan vegin framum Brian Smedemark. Hóast tempo dalaði nakað, so betraði Meinard Orting sítt persónliga met við næstan 1 minutti, so tað nú er 17 min 41,6 sek. Brian Smedemark rann sítt tempo og kom á mál í tíðini 20 min 5,0 sek, sum er nýtt felagsmet í Hvirluni.

Hjá kvinnunum var mett at dysturin kom at standa millum Bjørk Herup Olsen (Bragdið) og Súsonnu Skylv (Bragdið), og so var eisini, tað var tó skjótt greitt at Bjørk var væl fyri, eins og hon vísti fyri tveimum vikum síðan, tá hon betraði føroysku metini á 800 m, 1500 m og 3000 m uppá tríggjar dagar. Hon vísti sín eykenda agressiva rennistíl, og sum umgangirnir ligu sást at har var okkurt stórt á veg, og endin var, at tá hon rann einsamøll á mál steðgaði tíðin á 17 min 49,7 sek, sum er ein betran av føroyska metinum við 12,3 sekundum. Sera flott. Súsanna, sum er í tungari venjing fram móti luttøku í HM á Ironman teininum, kom á mál í tíðini 18 min 49,3 sek. Broncan fór til ungu Julia Nilsson (Ystads IF / SE).

Spjótkast

Kappast var í bólkunum menn og dreingir 14-15 ár. Hjá monnunum legði Rógvi Højgaard (Hvirlan) hart út við einum kasti uppá góðar 53 m, og so var tann kappingin avgjørd. Hann kastaði tó enn longur i øðrum umfarið, sum endaði við at verða hansara longsta við 54,07 m. Dysturin um silvur og broncu var meira spennandi. Hesin dysturin endaði tó við at Helgi Geyti (Hvirlan) tók silvur við 39.79 m, ið er persónligt met, frammanfyri Høgna Debes (Hvirlan), við Tróndur Arge (Hvirlan) á fjóra plássinum við 32,71 m, ið eisini er persónligt met. Nevnast skal at Helgi og Tróndur vanliga kappast í bólkinum dreingir 16-17 har teir kasta við 700 g. So 800 g spjótið mundi kennst í tyngra lagi.

Hóast tað einans vóru tveir luttakarar í bólkinum dreingir 14-15, so var tað ein sera spennandi kapping. Hallur Simonsen (Hvirlan) legði seg á odda í fyrsta umfarið, og har lá hann tá Felix Nilsson (Ystads IF /SE) økti nógv í fjóra umfarið, men tó manglaði nakrar fáar cm í at náða Hall. Hallur svaraði tó aftur og økti aftur við næstan tveimum metrum, tá hann betraði sítt persónliga met til 28,51 m. Nú var Felix tó við at skjóta seg inn, og í fimta forbetraði hann seg, tó uttan at fara framvið Halli. Í síðsta umfarið gjørdi hann tó bart tá hann kastaði 30,27 m og legði seg á odda. Har megnaði Hallur ikki at svarða aftur, og tí fór Felix við gullinum hesaferð.

Hamarkast

Tað vóru einans kvinnurnar, ið royndu seg í hamarkast. Randi Kúrberg (Hvirlan) gjørdi comeback eftir langan steðg móti Mariu Hansen (Københavns IF / DK). Hesaferð fekk hvørgin teirra teknikkin til at sita heilt, og kastaðu tær tí styttri enn tær gjørdu til venjing fyrr í vikuni. Maria legði seg á odda í fyrsta umfarið, og hóast Randi var líka í hølunum, so broyttist støðan ongantíð, og vann Maria at enda trygt við 34, 75 m móti teimum 31,73 m hjá Randi.

Trýstøkk

Tað var eittans kvinna sum vildi royna seg í trýstøkk, men Louise Arvidsson (Vittsjø GIK /SE) er ikki ein og hvør, tí hóast einans 17 ára gomul, so hevur hon longu lopi longri enn oyggjaleikametið. Hvørt tað var veðrið ella manglandi kappingin er ilt at vita, men hesaferð vildi tað ikki heilt hjá Louisu, sum eftir at hava gjørt yvirtrakk fyrstu trýggjar royndirar, leyp 11, 26 m í fjórða umfarið, sum endaði við at verða hennara longsta. Hetta er nakað aftanfyri tað hon er von við at leypa, men til sammetingar kann sigast, at ongin hevur lopið líka langt í Føroyum í ár, hvørki maður ella kvinna.

100 m

Síðst á skránni á Jatnatøkum 2010 vóru 100 m hjá monnum og kvinnum. Hjá kvinnunum vóru tað vinnarnir í trýstøkk (Louise Arvidsson) og 800 m renning (Natalie Tolvers) sum vóru mettar at verða tær sum skuldu dystast um gullið, og so var. Tær vóru tættar allan vegin, men tað vísti seg at Natalie vann við tíðini 13,07 s við Louise 0,20 sekundum aftanfyri. Á triðja plássi kom Maiken Olsen (Bragdið/Smæran).

Hjá monnunum vóru tað heilir níggju sum vildu royna seg og tí var a- og b-finala runnin. Kristian Martin Garðalíð (Hvirlan/Svanur) vann b-finaluna við 13,77 sek, hetta rakk til eitt sjeyndapláss samanlagt, tí at allir teir, sum runnu a-finalu vóru skjótari. Í a-finaluni legði Rógvi Højgaard (Hvirlan) seg á odda í startinum hóast ein feil í startinum, hetta helt hann uml. hálvan teinin, tá Rói Holgarsson (Bragdið) fór framvið, og beint áðrenn málstrikuna fór Dánjal Jákup Niclassen eisini framvið. Rói kom á mál í tíðini 11,90 sek. Dánjal Jákup fekk tíðina 12,22 sek meðan Rógvi setti nýtt felagsmet við tíðini 12,45 sek.

Samanumtikið var tað sera inspirerandi at uppliva Tórsbreyt tá hon er best og síggja hvussu føroyingar, íslendingur, dani og sviðar dystaðust á Tórsbreyt, men tó høvdu tíð og yvirskot til at heilsa uppá hvønn annan, og vóna vit at okkurt vinarlag er komi burturúr.

Hvirlan takkar stórliga øllum teimum sum vóru við til at gera tiltakið til nakað serligt. Bæðið stuðlunum (Tryggingarfelagið Føroyar og P/F Wenzel), hjálparum, býráðnum og ikki minst øllum teimum, sum valdu at luttaka og harvið gera kappingina til tað hon bleiv.

úrslit: renning, hæddarlop, kast og trýstøkk.

Fleiri myndir koma í myndasavni.

3 Comments

  1. hziska says:

    So eru myndirnar frá Jatnatøkum komnar í myndasavni

  2. Jósvein Herup Olsen says:

    Hey

    Undir úrslit kvinnur stendur 500m skal verða 5000m 🙂

  3. hziska says:

    Takk fyri at tú sigur frá. Er rætta 🙂

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *