European Masters Games 2011

Aðalfundur
17.09.2011
Venjing hjá teimum yngstu við fullari ferð
18.09.2011

European Masters Games 2011

Eftir at hava tikið mær renningarlop í nógv ár, var endalig avgerð tikin um at fara at royna meg í altjóða kapping sum veteranur. Valið fall á European Masters Games (EMG).  Av tí at frælsur ítróttur her heima ikki hevur altjóða viðurkenning, so kunna føroyingar ikki kappast í millumtjóða kappingum undir merkinum. EMG er tó ein kapping har íðkarar kappast sum einstaklingar og ikki umboðandi eina tjóð, og var tað orsøkin til at valið fall á EMG og ikki veteran-EM ella veteran-VM. EMG er fyriskipa av IMGA, ið er viðurkend av altjóða olympisku nevndini, og World Masters Games verða vanliga roknaðir fyri veteran-OL. Sostatt er EMG at rokna sum europeiskt veteran OL. Eftir at hava melda til í diskuskast og hamarkast í bólkinum M40-44 sást tó á startlistanum, at eg var ein av fleiri dønum innan frælsu ítróttina.

EMG2011 fór fram í norðuritalia. Diskuskast fór fram í Lignano-Sabbiadoro nærhendis Venedig og hamarkast fór fram í Gorizia við slovenska markið. Fyrsta kappingin var diskuskast, sum vísti seg at blíva stak spennandi. Teknikkurin vísti seg fyrr í summar av verða í so óstabilur, og tí havi eg nýtt summari til at stabilisera teknikkin. Hetta vísti seg at hava rigga heilt væl, tí at tekniskt riggaði kappingin væl í hitanum. Ein kastari úr Polen legði hart út við at kasta 41,40 m í øðrum umfari. Mítt kast var 41,31 m, ið rakk til eitt annað pláss. Í triðja umfarið kom eg út á 41,39 m, so har manglaði ein cm, tá fari var út í seinnu helvt av kappingini. Fjóra kastið miseydnaðist, og gjørdi eg tí yvirtrakk. Fimta var smáðar 41 m, og so var bara síðsta eftir. Enn var besta kast í kappingini 41,40 m. Kastið var enn einaferð omanfyri 41 m, men tíðanverri einans 41,32 m. Sostatt endaði eg við silvurmerkinum í hesi kappingini, aftanfyri ein Póllending og frammanfyri ein frá Kekkia. Hóast longdin var nakað minni enn eg havi kastað fyrr í ár, so var tað positivt at kenna, at teknikkurin er við at seta seg aftur, og havandi í huga at vind-forholdini ikki vóru serliga góð í Italia, so vóru longdirnar hóast alt ikki heilt av leið.

Eftir at hava hvílt ein dag, var so tíð at kasta hamarkast. Her var eg komin í lag við ein gamlan kenning. Tað var ein gotlendingur, sum eg havi kappast móti í hamarkast 11 ferðir á oyggjaleikum. Hesaferð skuldu vit tó ikki kappast hvør móti øðrum, tí vit vóru í hvør sínum aldursbólki.

Ringurin í kastast skuldi úr í Gorizia var nógv tann skjótasti (tvs hálasti) ringurin eg havi roynt, og ávirkaði tað míni kast nógv. Eg var við at detta í mínum upphitingarkastum, og tí var eg ósikkur tá eg fór inn í kappingina. Í fyrsta umfarið var eg ov seinur inn í kasti og tí fór hamarin undan mær, og kasti fór útum í vinstru síðu av kasti-breytini. Í næsta kasti var eg eisini forsigtigur, men yvirkompenseraði fyri feilin í fyrsta umfarið og fór kasti næstan útum í høgru síðu av kasti-breytini. So stóra spjaðing havi eg ikki uppliva fyrr. Tað var tó tíðuligt at har skuldi okkurt henda, tí besti maður longu hevði kasta 51,79 m, meðan teir 40,53 m eg kastaði í øðrum umfarið einans rukku til eitt triðjapláss. Tí skuldi satsast. Hetta gekk alvorliga út yvir teknikkin, ið ikki var serliga “elegantur”, við allari vektini á høgra beini, ið ikki er gott. Ferðin var tó góð, og kasti bleiv mált til 44,96 m. Eg kom sostatt upp á annað plássi. Har var tó potentiali til meir, men hesaferð kom tað tekniskt góða kasti ikki, og teir 44,96 m í triðja umfarið bleiv tað besta eg náddi hesaferð. Tað rakk til eitt silvurmerkið 7 m aftanfyri ein frá Luxemburg og 70 cm frammanfyri ein frá Sveits.

Samanumtikið var hetta ein góðkend fyrsta roynd í altjóða veteran kapping. Ætlanin er at halda áfram í veteran kapping. Spurningurin er so bara um tað verður enn ein í IMGA-regi, har ein ikki officielt umboðar nakað land, ella stigið verður tikið fult út og tað verður EM ella HM undir Dannebrog.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *