Enn ein vinarfelags avtala undirskriva

Fjóri dagurin: almen venjing, long kast og heimferð
08.03.2011
Hvirluvindarnir venja úti – Tórsbreyt
15.03.2011

Enn ein vinarfelags avtala undirskriva

Ein høvðustættur í virkseminum hjá Hvirluni er at fáa samband og samstarv við feløg í útlandinum. Hetta er við til at menna íðkarar og venjarar, eins og venjingarlegan í Vaxjø síðsta vikuskiftið var eitt gott dømi um. Tá leita verður eftir vinarfeløgum, so verður hugt eftir kjarnuvirðunum og hvat felagið arbeiðir fram ímóti. Tí hevur Hvirlan áður gjørt vinarfelags avtalu við ÍR í Reykjavík, ið hevur eitt sera virki ungdóms arbeiðið, har dentur verður lagdur á at menna allar greinar og at hugsa langsigtað við menning av einstaka íðkarnum.

ÍFK Vaxjø er eitt felag ið leggur sera stóran dent á langtíðar menning av øllum íðkarum, og framhaldandi at víðari útbúgva venjarar, soleiðis at einstaki íðkarin altíð fær so góða venjing sum møguligt, har stórur dentur verður lagdur á langtíðarmenning av einstaka íðkarnum. Hetta er neyvt í tráð við hugsunarháttin í Hvirluni. Í samband við venjingarleguna í Vaxjø, var endaliga vinarfelags avtalan millum feløgini undirskriva. Fyri IFK Vaxjø undirskrivaði formaðurin Janne Bengtsson, meðan varðaformaðurin í hvirluni (Heri Ziska) undirskrivaði vegna Hvirluna. Tað næsta vit her heima koma at síggja til hetta samstarv er at millum 10 og 20 fólk koma úr IFK Vaxjø at verða við til Jatnatøk á Tórsbreyt 23. juli.

Hvirlan er sera glað fyri at hava fingið hesa avtalu, og vit eru vís í at hetta kemur at verða við til at menna einstakað íðkaran eins og  felagið sum heild.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *