Enn ein væleydnað Mannfólkarenning

Rutan til mannfólkarenning 2014
30.04.2014
Fleiri myndir frá Mannfólkarenningini
04.05.2014

Enn ein væleydnað Mannfólkarenning

Á øðrum sinni skipaði Hvirlan fyri Mannfólkarenning. Aftur í ár tyktist tað, sum um veðurguðarnir vildu spæla við, tí tað var lítið av vindi og sólskin. So kann ein sjálvandi hugsa hvørt tað ikki hevði verði minst líka stuttligt at kempa seg gjøgnum óvanda teinin í einum góðum stormi.

IMG_9260

Hvirlan hevur lagt seg eftir at menna annaleiðis tilboð til tey, ið ynskja at røra seg, og tað sást eisini á startinum, har fleiri luttakarar vóru, ið ikki plaga at verða at síggja í rennikappingum, royndu seg móti meir vandum rennarum.

IMG_9382

Luttakararnir runnu m.a. tvørtur um ósan og sandin í Sandagerði, har onkrar forðingar vóru settar upp, umframt at runnið var niðan gjøgnum Sandá, undir brúnna út á Argir. Kort yvir rutuna sæst her. Á málinum var eisini høvi at royna seg við at koma undir nakrar forðingar í vóru settar upp.

IMG_9114

Tað vóru 37 í hildu seg framat, og eisini vóru níggju lið melda til, har tey sjey gjøgnumførdu. Samlaður vinnari gjørdist Sam Vang, meðan Bragdið endurvann liðkappingina.

IMG_9878

IMG_9951

Tiltakið var stuðlað av: Prei, Intersport, Okkara, Kjøtbúðini, Mylnuni, Niels L. Arge og P/F Wenzel.

Fleiri myndir eru her og her, meðan øll urslitini síggjast her.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *