Enn ein stuttlig jólavenjing hjá Hvirluni

Felags jólavenjing í Hvirluni týskvøldið kl. 16.30-18.00
11.12.2014
Ellivta kirkjurenningin í Suðurstreymoy
26.12.2014

Enn ein stuttlig jólavenjing hjá Hvirluni

Aftur í ár møttu nógvar hvirlur til jólavenjingina. Vit mundu vera eini 35, og sigast má, at felagið var væl umboðað við stórum og smáum. Breiði skari felagsins var av sonnum sjónligur, og tey yngstu HUGNAÐU sær saman við sínum stóru fyrimyndum: teimum stóru!

IMG_8979

Byrja varð við bóltkríggj, har bæði liðini royndu at raka ein bólt, soleiðis at hann rullaði yvir til hini. Tað fekk smílini fram. Smílini blivu enn størri tá Adriana byrjaði við kickboxing-aerobics. Her var ferðin stór, men Adriana dugdi væl at fáa øll við, og skjótt fylgdu stór sum smá rútmunum í harða tónleikinum, meðan tey slerdu og sparkaðu út í luftina.

IMG_8792

So var faril til “sitipikk”, sum er eitt spæl har tey “deyðu” aktivt máttu tryggja sær, at tey sluppu við aftur í spælið, og sostatt var man ongantíð uttanfyri. Pulsurin var blivin høgur, og tí var valt at taka eitt lítið time out, meðan felagsmynd var tikin. Síðan var farið til Squar Dance. Aftur var tað Adriana, sum hegnisliga fekk øll til at dansa í takt.

IMG_9369

Dagurin endaði við at luttakara hugnaðu sær við pop top og mandarinum.

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *