Ellivta kirkjurenningin í Suðurstreymoy

Enn ein stuttlig jólavenjing hjá Hvirluni
19.12.2014
Kastarar lovandi byrjan uppá 2015
04.01.2015

Ellivta kirkjurenningin í Suðurstreymoy

Jólaaftan skipaði Hvirlan við Rigmor á odda fyri kirkjurenning í Suðurstreymoy. Hetta var ellivta árið við kirkjurenning, og tað sást, at tiltakið er komið í fasta legu: Tey, sum ætla sær, tey koma, sama hvussu er. Soleiðis eru rennarar, og hóast eitt grovt vátaslettingsæl tók ímóti seigu sálunum á Tórsbreyt klokkan tíggju jólaaftansmorgun, so mundu teir vera einir 50-60 í tali, ið løgdu leiðina fram við teimum mongu kirkjunum í Suðurstreymoy.

IMG_9658

Gott og væl hálvthundrað rennarar og Rigmor, sum er nakað fyri seg…

Rigmor var tann einasta, ið fór allan tann langa vegin til Kirkjubøar, og sum altíð stóð Napoleon sum ein annar jólaeingil og veitti styrk við heitari ribenasaft, sjokolátu, nøtum og rosinum, og so legði gamla leiðina heim aftur um Velbastaðháls. Hinir rennararnir mundu teir flestu fara tann langa býartúrin (11,5 km), har runnið verður fram við øllum kirkjum í býnum. Hesin túrur tekur góðan tíma ella útivið hálvan annan tíma hjá teimum flestu, og tá ið tey komu aftur á frælsavøllirnar, Tórsbreyt, stóð heit ribenasaft, karamellur, sjokolata og annað jólagott fyri teimum. Og meðan móðu, men óføru rennararnir, so smílandi og skemtandi prátaðu og styrktu seg eftir túrin, komu fleiri so líðandi á mál, og onnur bóðu gleðilig jól og søgdu, at nú bíðaðu aðrar jólauppgávur. Av sonnum ein hugnalig løta sum vanligt, og júst sum væntað kom Rigmor so pøst og brosandi aftur, tá ið klokkan var um hálvgum eitt.

So at beina burtur og heim til tað síðsta jólastákið og vil Hvirlan við hesum takka øllum fyri góðan stuðul og góða undirtøku í farna ári. Vónandi verður komandi ár felagnum og tykkum øllum gevandi og ríkt, – ikki bara í ítróttaligum høpi, men í øllum viðurskiftum.

 

Við nýggjársheilsan

Ítróttafelagið Hvirlan

 

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *