Elin langt útum talentkravið í fyrstu royndini

Hvirlan heim við fimm heiðursmerkjum frá DM-ung
28.02.2019
Edna Maria kláraði oyggjaleikakravið í Aarhus
29.03.2019

Elin langt útum talentkravið í fyrstu royndini

Tað er altíð spennandi tá man ferð inn til sína fyrstu kapping eftir ein langan vetur, ikki minni tá veðrið ikki er optimalt til at kasta væl, sum støðan var tá Hvirlan skipaði fyri síni fyrstu kapping á breyt í 2019. Kappast var í hamarkast og spjótkast.

Spjótkast
Sunniva Bogadóttir og Elin Niclasen royndu seg við ávikavist 600 g og 500 g tungu spjótunum. Elin Niclasen hevur vant væl í vetur, og longu í fyrsta kasti vísti hon, hvussu langt hon hevur flutt seg, tí har hon í 2018 stríddist fyri at koma útum 30 m strikuna, so kom hon heilt út á 32,30 m í fyrsta kasti, har hon annars kastaði eitt róligt tekniskt kast. Tað er ein lítlan metur longri enn a-kravið til talent. Næsta kasti var meinlíkt tí fyrsta, meðan hon í triðja kasti var meir agressiv. Hon kom til at “hála niður í spjótið” sum gjørdi at flogið ikki var so gott, men kraftin gjørdi at spjótið kom heilt út á 35,20 m. Næstan 4 metrar longri enn talentkravið (U-landlsið) hjá FÍF. Elin hevur arbeitt við at fáa eina longri atrenning, og eftir langa kasti var avgjørt at royna hesa, men enn er hon ikki nóg stabil, og tí blivu síðstu trý kastini styttri.

Sunniva, sum í 2018 kláraði oyggjaleikakravið, hevur í vetur fokusera uppá hondbólt, partvís tí at spjótkast ikki er partur av oyggjaleikunum hesaferð. Hon plagar at leggja út við einum monsturkasti í fyrsta umfarið, sum hon ikki megnar at bøta um, men manglandi specialvenjingin gjørdi at tað fyrsta gjørdist smáðar 29,20 m, men hetta bøtti hon um tríggjar ferðir, soleiðis at hennara longsta kom í sætta umfarið. Tað bleiv mált til 30,92 m. Flott at leggja út við at vísa eitt so høgt botnstøði.

Hamarkast
Guðrið Káradóttir Petersen kláraði oyggjaleikakravið í hamarkast í 2019, hon hevur vant víðari, og hevur veturin verði nýttur til at broyta teknikkin til ein, sum er betur egnaður til hennara. Slík broyting krevur stórt tol, men venjingin hevur gingið væl, og Guðrið hevur í vetur kasta hamaran 4-5 metrar longri til venjing enn hon gjørdi somu tíð í fjør. Tað er tó kapping, sum vísur, hvussu stabilur nýggji teknikkurin er, og tí var tað við spenningin at fari var í ringin til fyrstu kapping eftir langan kaldan vetur á Tórsbreyt. Tað sást beinan vegin at hon gleið yvir í aftur gamla teknikkin, sum so heldur ikki sat heilt, tí hon ikki hevur kasta uppá tann mátan ein heilan vetur. Hóast hetta, so vóru 4 av hennara kastum longri enn elitukravið (landslið) hjá FÍF. Tað longsta gjørdist 36,31 m.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *