Elin gjørdist sjeynda Hvirlan, sum kláraði oyggjaleikakravið

Nógv børn tá Hvirlan hevði opið hús á Tórsbreyt
06.04.2019
Barnavenjing í summar
22.04.2019

Elin gjørdist sjeynda Hvirlan, sum kláraði oyggjaleikakravið

Síðsta freist at klára oyggjaleikakravið var 16. apríl, og tí var skipa fyri einari opnari kapping hendan dagin. Greinarnar vóru hamarkast, har Guðrið Káradóttir Petersen royndi seg og spjótkast har Elin Niclasen royndi seg. Báðar kappingarnar fóru fram samstundis, hetta fyri at geva luttakarunum eina lítla hvíld millum hvørt umfar.

Spjótkast

Elin kappast í bólkinum G16-17, har man kastar 500 g tunga spjótið, meðan kvinnur kasta 600 g. Oyggjaleikakrav er einans fyri 600 g, og tí valdi Elin at royna seg við 600 g spjótinum. Hon hevur vant væl, og tí er komin ein tryggleiki inn í hennara teknik, sum ger at hon kann byggja kappingar upp. Hetta sást við at hon byrjaði varliga við at leggja spjótið út á 29,50 m. So økti hon til 30,17 m í øðrum umfarið og til 31,54 m í triðja. So var økt um intensitetin, fjórða royndin  miseydnaðist meðan tað fimta var gott tekniskt, men har manglaði intensiteturin. Í síðsta kasti fekk hon ferðina frá atrenningini inn í eitt gott forspenn. Hetta gav so mikið góða ferð á spjótið, at hóast hon dróg eitt sindur niður í spjótið, so lendi tað heilt úti á 35,40 m. Hetta er 40 cm omanfyri oyggjaleikakravið hjá FÍF, og á Gotlandi hevði hetta kasti einans verið 3 cm frá broncumerkinum.

 

Hamarkast

Guðrið flutti seg ómetalig langt framá í 2018, og tí er tað spennandi at síggja hvussu 2019 fór at ganga. Guðrið hevur vant væl, og til venjing hevur til tíðir gingið stak væl, men síðstu vikurnar hevur ein tekniskur trupulleiki sníkt seg inn í kasti, sum ger at hon ikki hevur fingið flog á hamaran. Í síðstu viku bleiv orsøkin til trupulleikan fangaður, men at koma aftur á beint kann taka tíð. Tað sást tó beinan vegin at Guðrið var við at finna gamla formin aftur, tí longu í fyrsta umfarið kom hon út á 40,90 m. Hetta var fyrstu ferð hon kom útum 40 m strikuna í kapping í Føroyum. Í øðrum kasti fekk hon meir ferð á, enn hon nakrantíð hevur havt áður, tíðanverri sníkti gamli trupulleikin seg inn og tí var lág og há-punkt av bananum eitt sindur skeivt, og kasti fór í uttastu stongina í búrinum. Triðja kom út á 38,65 m, meðan hon í fjórða kom heilt út á 41,42 m, sum bara er 41 centimetrar frá hennara føroyska metið. Á Gotlandi hevði hon fingið silvurmerkið fyri úrslitið.

 

Sostatt endaði tað við at sjey hvirlur hava klárað oyggjaleikakravið:

  • Rigmor Napoleonsdóttir Arge: Hálvmaraton
  • Edna Maria Debes: Longdarlop
  • Tórur Mortensen: Longdarlop, Trýstøkk og 100 m
  • Guðrið Káradóttir Petersen: Hamarkast
  • Lýdia Poula Simonsen: Kúlustoyt
  • Sunniva Bogadóttir: Spjótkast
  • Elin Niclasen: Spjótkast

Tíðanverri hava fyriskipararnir á Gibraltar valt at strika hamarkast og spjótkast, og tískil koma tær tríggjar Guðrið, Sunniva og Elin, sum allar annars høvdu verið greiðir heiðursmerkja kandidatar, ikki til at luttaka á oyggjaleikunum á Gibraltar.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *