Elin Bólkamet og Dánjal í talentbólkin

Úrslit frá øðrum umfari av Grand Prix á breyt
25.05.2019
Nógv børn á Stuttleikum
09.06.2019

Elin Bólkamet og Dánjal í talentbólkin

Seinasta freist at klára kravið hjá FÍF (sersambandið fyri frælsa ítrótt) til talentbólkin var leygardagin 1. Juni, og í tí sambandinum vóru tvær opnar kappingar á Tórsbreyt ávikavist fríggjadagin 31. mai og leygardagin 1. juni.

Leygardagin royndi royndi Dánjal Dahl Ljósheim seg á 400 m teininum. Dánjal var so óheppin at fáa ein skaða í fótin í skúlanum, og hevur hesin skaðin gjørt, at hann ikki hevur fingið runnið í næstan 2 mánaðir. Okkurt kann man tó gera. Dánjal hevur arbeitt við at halda úthaldni við líka á kondisúklu í Burn, samstundis sum ein tillagaður rennistílur er nýttur fyri at viðlíkahalda rørslumynstur og styrkja specifikku rørslurnar, sum krevjast. Síðuleypandi hevur klassisk styrkivenjing framhaldandi økt um arbeiðskapacitetin. Fyri viku síðan var so á fyrsta sinnið roynt at renna 1000 m intervallir, og vísti tað seg at fóturin helt. Sprint krevur tó annan rennistíl enn longru renniteinarnir, og hetta hevur Dánjal ikki kunna vant, tí var tað spenningur um hann fór at knógva kravinum til talentbólkin.

Avtala var at Dánjal skuldi leggja agresivt út fyri at útnytta undan vindin fyrstu 200 m. Hetta eydnaðist væl, men tað var eyðsýnt at hann manglaði sprintvenjing, tí hann var lágur og anspentur tá hann rann. Hann kom tó ígjøgnum fyrstu 200 m uppá 25 sek. So fór hann inn í undanvindin, og so skuldi kempast. Her bleiv tað ein villur bardagi allan vegin, tí kravið skuldi knógvast. Síðstu 50 m var fetlongdin triðingin styttri enn í byrjani, har hon annars var í styttra lagi, so har er nógv at heinta, tá hann finnur sín gamla sprint form fram aftur. Tíðin á málinum segði tó 53,61 sek, sum er 14 sek skjótari enn kravið til Talentbólkin hjá FÍF.

Guðrið Káradóttir Petersen royndi seg við 4,0 kg tunga hamaranum báðar dagarnar. Guðrið hevur kastað sera væl í seinastuni, har hon m.a. javnan hevur verið uttanfyri føroyska metið, hon sjálv setti í kapping í Svøríki í fjør. Størsta avbjóðingin við kastigreinunum, eins og hinum teknisku greinunum er, at lata verða við at “royna” for nógv í kapping og í staðin halda fokus á at “bara” kasta. Tann greinin hetta er mest krevjandi er uttan iva hamarkast, har ein lítil broyting i tempo, ella timing kostar nógv í síðsta enda. Hesa kappingina fór Guðrið undan hamrinum inn í kasti, og tí kom góða acceleratiónin ikki. Guðrið prógvaði tó høga støði við at kasta bara ein metur styttri enn hennara føroyska met. Tað longsta gjørdist 40,83 m.

Guðrið royndi aftur leygardagin, og hesaferð sat timingin betur, men í fyrstu tveimum kastunum var hon í so varðin, og tí kom ferð ikki á hamaran. So fekk hon ferð á, men høga spenningsniveaði gjørdi at hóast ferðin var høg, so var neyvleikin í einstøku rørslunum ikki heilt har. Eitt fór í netið í høgru síðu, eitt fór uttanfyri í vinstru síðu, men síðsta kast var gott, har kom hon við ferð inn í fyrsta umgang og helt gott spennið. Timingin var ikki optimal, men høga ferðin og góðu positiónirnar gjørdu, at hon megnaði at kasta hamaran heilt út á 41,23 m, bara ½ m frá hennara føroyska metið.

Síðsta kappingin var spjótkast. Her royndu Sunniva Bogadóttir og Elin Niclasen seg. Sunniva, sum nýliga royndi seg við danska landsliðnum, hevur arbeitt miðvíst við at fá blokkin (vinstru síðu) at sita. Slík broyting vil gera, at høgra síða skal arbeiða uppá ein annan máta. Enn eru vit ikki komin hartil at høgra síða arbeiðir optimalt upp móti nýggju effektivu vinstru síðu. Sunniva arbeiddi seg støðugt upp og endaði við at kasta 31,47 m sum tað longsta hesaferð. Elin hevur arbeitt longri við teknisku justeringunum, og tí er hon nú komin hartil, har arbeitt verður meir við optimera kraft í mun til rætning. Hetta hevur givið fleiri persónlig met í ár. Enn manglaðu tó nakrir centrimetrar í at taka bólkametið. Hesaferð lat hon ongan iva vera, tí tá hon í fimta umfarið kastaði 500 g tunga spjótið heilt út á 39,66 m, bøtti hon um gamla bólkametið við næstan trimum metrum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *