Í opnu kappingini sum Hvirlan skipaði fyri á Tórsbreyt sunnudagin 12 des. vóru tað sjey, sum høvdu hug at royna seg í diskuskasti, eins og tað voru sjey, sum høvdu hug at royna seg á 200 m teininum.
Fyrsta greinin var diskuskast. Her var tað, sum so ofta til kappingar í teknisku greinunum í Føroyum, einans Hvirlan, sum var umboðað. Upptaktin til hesa kapping hevði ikki verði optimal, tí nógvi kavin í seinastuni hevur gjørt, at tað ikki hevur borið til at kasta diskus í fleiri vikur. Tað var óiva eisini ein av høvuðsorsøkunum til at úrslitini vóru í lakara lagi. T.d. so kastaðu bæðið Helgi og Hallur omanfyri 35 m til venjing beint áðren kavin kom, tvs longur enn a-kravið til talentbólkin hjá FÍF. Í kappingini bleiv tað tó bara til góðar 27 m hjá báðum. Kanska eru eisini teir báðir teir sum ergra seg mest, tí at báðir flyta bólk 1. januar. Tá ferð Helgi at kasta við 1,75 kg diski, meðan Hallur ferð at kasta við 1,5 kg diski.
Úrslitini í diskuskat vóru:
Á 200 m teininum henda tað tíðanverri, at eltíð-tøku anleggi ikki riggaði. Tí var fari aftur til tann “gamla” mátan at gera tingini uppá. Nevnliga við at nýta hondstoppaðar tíðir. Hetta er sjálvandi óheppi, men tað vóru tvær tíðir á hvønn mann, og ongantíð var meir enn 1/10 á muni millum tær báðar tíðirnar, so neyvleikin var ikki heilt av leið. Tað var ein lítil undanvindur og annars gott veður, men rættuliga kalt. Tummas Napoleon bøtti um sítt persónliga met við uml 1/10 av einum sekundi. Dagsins úrslit var tað tó lítil ivi um at Elias Torsteinsson stóð fyri. Hetta var ikki heilt óvantað, tí at Elias hevur ment seg rættuliga nógv í ár. Elias, sum einans er 9 ár rann teir 200 m uppá einans 36,6 sek, sum er eitt sera gott fyri hansara aldursbólk.
Úrslitini á 200 m teininum vóru:
Øll úrslitini síggjast her. Fleiri myndir eru í myndasavninum.
Næstu tiltøk hjá Hvirluni eru Kirkjurenningin, sum verður jólaaftan, og síðan opin kapping í spjótkast á Tórsbreyt 28. desember.