Eisini fýra gull seinna dagin!

Fýra gull fyrsta dagin
07.08.2010
Renning hjá Rigmor byrjar aftur eftir summarsteðg
15.08.2010

Eisini fýra gull seinna dagin!

Veðurguðarnir vóru í minni góðum lag seinna dagin tí at tað smáregnaði alla tíðina meðan kappast var. Hetta steðgaði tó ikki Hvirlunum, sum aftur megnaðu at vísa hvør dugur er í teimum, bæði við persónligum metum og heiðursmerkjum.

Eins og fyrra dagin var tað avmarkað við luttøku á renniteinunum, tí aftur var tað bara Kristian Martin sum royndi seg. Hann luttók á 200 m. Fyrst innleiðandi, har hann nýtti 27,67 sek um at renna teinin. Tað er ein betran av hansara persónlig metið frá INAS-FID Europeiska meistaraheitinum sum var í Juli. Hetta rakk til eitt finalupláss. Í finaluni, sum var runnið eftir at Kristian Martin hevði luttikið í spjótkasti, hæddarlopi og innleiðandi 200 m, var ikki orka til at betra um metið enn meir.

Mest spennandi kapping á degnum var uttan iva hæddarlopið hjá monnum, har heilir sjey luttakarar vóru við. Teir fimm vóru úr Hvirluni. Kristian Martin var óheldigur við timingini av innleiðandi 200 m, tí at tað gjørdi at hann eftir at hava lopið 150 cm kom inn aftur á 160 cm, sum er 4 cm omanfyri hansara persónliga met, og tað er trupult beint eftir at hava sett persónligt met á 200 m. Hann noyddist eisini at geva skarvin yvir, men hevði tó onkra heilt góða roynd, so har er lítið at ivast í at 160 cm er gjørligt. Steinolvur hevði eisini eina góða kapping, har hann leyp 155 cm í aðru roynd, fyri síðan at hava tvær heilt góðar royndir á 160, sum er 4 cm omanfyri hansara persónliga met, men hesaferð gekk ikki. So vóru bara Trygvi, Daniel D. Rein, Heini H. Joensen og Øssur eftir, og teir fylgdust uppeftir, tó at Trygvi gjørdi tað í so spennandi fyri áskoðarnar tí at bæðið 165 og 168 kláraði hann í triðju roynd. Tað vísur sera góða kappingar-psyku. Hann var eisini ómetaliga nær við at klára 171 cm í triðju roynd, men hesaferð bleiv stongin ikki liggjandi. So hansara persónliga met verður verðandi 170 cm. Heini kom heldur ikki longur enn 168 cm, men fekk tó broncumerkið fyri at hava klára undanfarnu hædd í fyrstu roynd, móti teimum 3 hjá Trygva. Øssur kláraði 171 í fyrstu roynd, eins og allar tær undanfarnu hæddirnar, meðan Daniel kláraði hæddina í triðju roynd, men tá Øssur eisini kláraði 174 cm í fyrstu roynd var kappingin avgjørd tí at so langt kláraði Daniel ikki at fylgja Øssur, sum sostatt hevði ogna sær gullið. Hann valdi tó at halda áfram og yvirliggjarin fór upp á 176 cm, sum er 1 cm omanfyri føroyska metið. Fyrsta royndin var heilt góð, meðan tann næsta var eitt sindur miseydna. Triðja royndin var tann besta, tí at stongin tyktist blíva liggjandi og onkur hevði hug at klappa, men at enda datt stongin og sostatt bleiv tað ikki met á hesum sinni, men ein sera flott debut hjá Øssuri.

Í dag vóru spjótkast og kúlustoyt á skránni, og her var serliga sæð fram til spjótkast, har Heini H. Joensen, ið átti føroyska metið áðrenn Rógvi tók tað, luttók. Henda kapping gjørdist tó ongantíð spennandi, tí at Rógvi  longu í fyrsta umfarið og kastaði spjótið út á 55,78 m, og so langt úti hevur ongin annar føroyingur enn hann verði fyrr. Tað sást eisini tíðuliga at hóast Heini hevði kastað beint omanfyri 50 m í fyrsta kasti, so var kappingin avgjørd. Rógvi valdi at gera yvirtrakk onkur av kastunum sum eisini vóru long, men lat eitt blíva mált afturat og var tað næstlongsta kast í kappingini. Helgi Geyti setti, sum vant, persónligt met tá hann kastaði 800 g tunga spjótið út á 40,59 m. Spennandi verður at síggja hvussu langt hann ferð at kasta spjótið tá hann næsta ár eigur at kappast við 800 g. Øssur royndi seg á fyrsta sinnið í spjótkast og kom hann heilt út á 38,21 m, sum er sera flott, serliga tá havt verður í huga at hann ikki hevði píkaskógvar, sum gera sera stóran mun á vátum vølli, sum tað var í dag. Steinolvur setti persónligt met við 32,20 m og Kristian Martin betraði um sítt persónliga met tá hann kastaði spjótið út á 27,75 m.

Dysturin hjá kvinnunum stóð millum Sólju Jóanisdóttir og Randi. Eins og hjá monnunum, so var hesin dystur avgjørdur í fyrsta umfarið tá Sólja kastaði spjótið útum 32 m. Hon forbetraði seg siðan til 33,56 m og tað var væl longur enn Randi var før fyri í dag. Randi endaði á 28,40 m, sum gav silvurmerkið. Í kúlustoyt var umvent, tí har avgjørdi Randi kappingina beinan vegin, og endaði við at vinna trygt við 7,60 m.

Kúlustoyt hjá monnum var eftir tilmeldingini at døma ein sera opin kapping, men tað vísti seg at Hallgrim Hansen var sterkastur og vann trygt við góðum 10 m. Besta Hvirla var Øssur, sum kom beint frá hæddarlopinum og stoytti kúluna út á 8,96 og síðan forbetraði seg til 9,15 m, ið rakk til broncumerkið. Helgi setti persónligt met við góðum metri tá hann stoytti tað 7,26 kg tungu kúluna út á 8,44 m.

Samanumtikið var úrtøkan góða hjá Hvirluni, men vónandi verða tað fleiri sum fara at royna seg í nógvu ymsu renniteinunum í 2011. Næst á skránni er FMU, sum verður komandi vikuskiftið. Har vóna vit at nógv hava hug at royna seg.

Fleiri myndir eru í myndasavninum, og øll úrslitini finnast á www.athletics.fo.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *