Eirikur og Maria vunnu Kerjar 2019

Náttúrurenning við Kerjar 16. november
12.11.2019

Eirikur og Maria vunnu Kerjar 2019

120 rennarar í øllum aldri møttu til ársins Kerjar, sum var hildið leygardagin í økinum hjá Hotel Føroyum og Berg Hestum. Tað var ísur á Líggjasarvegi, vegurin út til vatnbyrgingina, men rennandi var á rossagøtunum. Ársins ruta var tí broytt til ,at runnið var tvær ferðir runt gøturnar. 

At renna á einum lítlum avmarkaðum øki ger, at kappingin er meira nærverandi, so broytingin gjørdi tað heila meira hugnaligt. Á máløkinum var bjóða heitt kakao og heimabakaðir bollar við smøri.

Frælsa Ítróttarsamband Føroya hevur keypt nýggja tíðtøkuskipan, so nú eru tíðirnar tøkar á netinum beinanvegin. Hetta gjørdi at tað gekk sera væl at avgreiða kapping og heiðursmerkjahandan.

Hjá kvinnunum var tað Maria Biskopstø og oyggjaleikalandsliðið hjá kvinnum, Rigmor N. Arge og Sara Wallin sum fylgdust allan teinin. Maria rann teir 9,5 km í tíðini 44,15 minuttir. Rigmor og Sara vóru bert 5 og 10 sekund aftanfyri.

Hjá monnunum var ongin ivi um, at Eirikur Hansen fór at vinna. Hann legði seg framum beinanvegin og vann við tíðini 37,28. Tað var javnt millum nummar tvey og trý, men Rógvi Kárason vann við 5 sekundum á Einar Gregersen. Teir vóru góðan minutt eftir Eirik á mál.

Hvirlan vil takka Hotel Føroym, Berg Hestar, Damfar og Intersport fyri at stuðla tiltakinum og gleðir seg at skipa fyri Kerjum í 2020.

 

Opin bólkur

  1. Eirikur Hansen 37,28
  2. Rógvi Kárason 38,43
  3. Einar Gregersen 38,48

 

Kvinnur

  1. Maria Biskopstø 44,15
  2. Rigmor N. Arge 44,20
  3. Sara Wallin 44,26

 

fleiri myndir í myndasavninum

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *