Ein super byrjan uppá venjaraskeið

Góð byrjan uppá nýggja venjing
28.03.2011
Hvirlan á instruktørskeið í Svøríki
13.04.2011

Ein super byrjan uppá venjaraskeið

í 2006 skipaði FÍF, saman við svenska sersambandinum fyri Frælsa ítrótt, fyri skeið í venjing av børnum 7-10 ára gomul og 10-14 ára gomul. Í 2009 fylgdi Hvirlan upp við sjálv at fáa í lag slíkt skeið (http://www.hvirlan.fo/?p=1071 og http://www.hvirlan.fo/?p=1219). Farna vikuskiftið var so fyrra helvt at næsta skeiðið í røðini hjá svenska sersambandinum. Tað er venjing av 14-17 ára gomlum. Eins og í 2006 var tað komi í lag í samstarvið millum FÍF og svenska sersambandi.

Hvirlan hevði fingið tilluta seks pláss á skeiðnum, og hesi pláss fóru til Randi, Eyðdis, Tummas Napoleon, Trygva, Bjarna og Hera. Nærum øll virka longu sum venjarar í felagnum, og tí er tað sera kærkomi høvi at nema sær meir vitan um venjing.

Teir sum stóðu fyri undirvísingini vóru Daniel Bergin, sum hevur staðið fyri øllum skeiðum higartil og Kim Johansson, ið er ein sera góður fysiskur og kast venjari. At hjálpa sær at vísa ymsu øvilsini, høvdu teir báði fingið 17 ára gomlu Ellinor av Gotlandi, ið hevur vunnið heiðursmerkir á Oyggjaleikum.

Venjaraskeiðið byrjaði longu Fríggjakvøld, har teori var á skránni. Leygarmorgun kl 9.00 var byrja aftur. Hesaferð í Yndi, har styrkivenjing var á skránni. Tað var stak áhugavert at uppliva hvussu stóran dent undirvísarnir løgdu á at venja við leysum vektum, heldur enn maskinum. Hareftir var aftur teori á skránni, og ikki at gloyma, Matur. Seinnapartin var so farin ein túr niðan á Tórsbreyt, har renniteknikkur og kvikleikavenjing var á skránni. Kl 9.00 skuldu øll so aftur standa klár á Tórsbreyt, man har valdu Randi og Heri so at tjóðstarta, tí at Kim Johansson er ein sera góður kast-venjari, og tí var avgjørt at tey tóku ein tíma við kast-venjing millum kl. 8.00 og 9.00 um morgunin. Uppá hesa stuttu tíðina komu nógv góð hugskot til justeringar og ser-øvilsir innan ávikavist diskuskast og hamarkast. Kl 9.00 var so fari í gongd við skeiðið aftur, og nú var lop koordinatión og lopstyrki á skránni. Har var arbeitt við ymsum øvilsum har dentur var lagdur á ymisk aspekt av lop-koordinatiónini, meðan lop-styrkin onkustaðni var ein partur. Dagurin endaði við at tikið var samanum í ÍSF húsinum.

Samanumtikið má sigast at Daniel og Kim vóru sera inspirerandi í sínum máta at undirvísa uppá, og tá hugsa verður um stóru vitanina teir hava, so mundu øll fáa nógv burturúr fyrru helvt av skeiðnum. Seinna helvt verður 29 apríl til 1 mai.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *