Síðsta hvirluvindavenjing fyri jól mikudagin 8. des.
06.12.2010
Kapping sunnudagin
08.12.2010

Ein stuttligur zumbadagur

Hetta var síðsti dagur áðrenn jól hjá hvirluvindunu, og í tí sambandinum var eitt lítið yvirraskilsi á skránni. Áðrenn yvirraskilsið skuldi tó felagsmynd takast, og har vóru komin heili 32 børn og 10 ung til myndatøkuna. Tað er rættuliga umboðandi fyri felagið, tí børnini er uml. tríggjar ferðir so nógv í tali sum tey ungu, og tey vaksnu eru sera fá. Eftir myndatøkuna vóru tvær ymsar boðrenningar á skránni.

 So kom ein smílandi dama í høllina, og tá fingu børnini so at vita, at nú var zumba á skránni. Tað vísti seg, at øll gleddu seg at royna tað. Tann smílandi daman var Sofia úr Kolumbia, og hon skuldi standa fyri zumbavenjingini. Hon dugdi sera væl at fáa øll (6-17 ár) við. Tað byrjaði einkult, men so við og við bleiv tað meira krevjandi. Fleiri fingu sveittan fram, og onkur noyddist at fáa sær vatn, men øllkýttu seg og royndu at fylgja við, so hóast tað var strævið, tyktust smílini kortini at breiðkast líka til tónleikurin steðgaði hálvan tíma seinni.

Ein góður dagur, har sjón gekk fyri søgn, um at allar hvirlur hóast stóran aldursmun duga væl at vera saman. Dagurin endaði við at øll fingu hvør sítt pop-top, áðrenn hvirluvindarnir fóru heim í jólafrí. Tey byrja aftur mikudagin 5. januar. Tey ungu eru ikki farin í jólafrí enn.

Fleiri myndir eru í myndasavni okkara.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *