Ein sera góður túrur í Hvalba

Hvirluvindar klárir til Hvalbiar
17.04.2009
Áminning – venjingargjald fyri summarfrælsar
22.04.2009

Ein sera góður túrur í Hvalba

Túrurin byrjaði longu kl. 7 leygarmorgun, tá Smyril legði frá landi í Tórshavn á veg á Krambatanga. Við vóru 14 børn og 12 vaksin, eitt tal sum vaks móti kvøldið. Umborð møttust øll við “flúgvarasetrini”, har øll høvdu møguleika at heilsa uppá hvønn annan, og tosað varð um, hvussu vit skuldu fyrihalda okkum á túrinum. Aftaná tað nutu børn og vaksin túrin hvør á sín hátt, – nøkur saman og onnur slappaðu av og royndu at taka aftur av mista svøvninum, sum fráferðin kl. 7 hevði elvt til.

Komin á Krambatanga fóru vit í bussar hjá Bygdaleiðum, –  vit vóru so nógv, at tey høvdu sett eyka buss í rutu, eftir at foreldrini, sum skipaðu praktiska partin av túrinum, høvdu bílagt okkum pláss. Komin til Hvalbiar sluppu børnin at brenna uppspardu orkuna beinan vegin, tá farið varð at venja á fyrsta sinni. Tað fyrsta á skránni, var nakað, sum var nýtt fyri øll – bæði tey á 6-9 og 7-10 liðnum – nevniliga hamarkast. Men áðrenn farið varð í gongd við hamarkast, varð skipað fyri einari stafett. Hamarkast var við nøkrum heimagjørdu hamrum, t.v.s. vektarbóltum í beriposum og einum “slyngbólti”, sum annars er roknaður sum diskus-venjingaramboð.

Eftir hamarkastið var samskipanarvenjing á einari spennandi breyt á plenuni. Har vóru vit so mikið heldig, at hvalbiarbørn komu at venja við hvirluvindunum. Eftir venjing las Randi eina fitta søgu, meðan tveir av pápunum funnu uppá at lata børnini royna seg sum bjargamenn/kvinnur. Og sum tað sæst á myndini undir, so var hetta sera væl dámt – dreingirnir mølmaðu okkurt um, at tey vóru Spiderman.

 

Onkur hevði frætt, at lamair vóru í Hvalba, og tí var avgjørt at fara ein gongutúr í bygdini at finna hesar og heilsa uppá tær. Skjótt frættist, at lamairnar hildu til úti í Nesi, so hagar gekk leiðin eftir middag, tá restirnar av stóra matpakkanum vóru etnar. Túrurin var uml. 3 km, og fyri at stytta um stundir so fann ein av venjarunum uppá ymiskt, ein kundi stuttleika sær við á vegnum. Komin út í Nes funnu vit útav, hvør átti lamairnar, og bóndin var sera beinasamur og fyrikomandi. Børnini fingu høvi at heilsa uppa hesi forkunnugu djór, eins og tey sluppu í seyðahúsið, har bóndin hevði ellivu veðrar og fleiri steyp frá seyðasýningum. Meðan børnini beundraðu veðrarnar, kundu foreldrini ikki annað enn vera ovfarin av einum sera væl hildnum og nossligum fjósi – tað var sum ein stova!

Á veg heimaftur var farið á sandin (ovasta mynd), og tað dámdi børnunum stak væl. Fleiri funnu nógvar dýrgripir, sum skuldu heim við, og øll høvdu tað sera stuttligt. Tað endaði sjálvandi við, at føturnar blivu vátar, og at børn fóru vassandi út á leistum, tó ikki uttan fyrst at spyrja foreldur ella leiðar um tað var í lagi. Samstundis fóru nøkur enn eina ferð “til bjarga”, og var tað eisini sera væl dámt.

Higartil hevði túrurin bæði verið hendingaríkur og spennandi, men nú byrjaði svongdin aftur at melda seg, og tíbetur fyri tey gorhungraðu vóru ómetaliga vælskipaðu mammurnar klárar við mati niðri á sandinum, so at millummálin endaði sum standandi pinnamatur á sandinum millum vassandi børn. Sanniliga hugfarsligt! Síðan spældu børnini víðari, og nú sluppu foreldini upp í part, tí venjararnir høvdu smáu “kúlurnar” við, t.v.s. petanque. Sum tað sæst niðanfyri, so var kjakast um, hvør nú hevði vunnið hatta umfarið. 

Heimkomin fingu vit lekra lasagnettu við ymsum grønum afturvið, og hesin lekri matur gleið væl niðurum eftir strævnan dag. Hareftir fóru nøkur útaftur at spæla til Eyðbjørg kom fram við við nøkrum ungum hvalbingum, tí nú var dansur á skránni. So sluppu børn og vaksin at royna seg við skrúðgongu, quickstep, linedans og øðrum dansum. Og hóast børnini í fyrsta umfari vóru eitt sindur skeptisk fyri hesum “dansi-tinginum”, so vístu smílini og láturin, at teimum dámdi hetta sera væl.

Eftir dansin var ymiskt undirhald á skránni, m.a. ballóndansur, lissukapping og “familjan fer útferð”. Og aftur vóru vit so mikið heppin, at nøkur fitt hvalbiarbørn, sum høvdu verið til dansin, luttóku.

 

Eftir dansin varð skipað fyri hugnakvøldi, har piparfrukt, kivi, gularøtur, agurk, saltstengur og poppkorn var at fáa. So var farið í soviposarnar, og um nakar ivaðist í, um børnini vóru móð, var tann ivi skjótt skúgvaður til viks, tí bert fáar minuttir eftir at ljósið var slókt, var stilt í Roynhøllini.

Sunnudagurin byrjaði við morgunmati, har matpakkar eisini blivu smurdir. Hesir skuldu bæði nýtast á gongutúrinum til Sandvíkar og túrinum norður aftur. Umleið kl. 10.00 fór hvirluriðilin til gongu niðan gjøgnum brøttu brekkuna. Sum so ofta áður, vóru tað børnini, sum gingu fremst. Sum børn tóku túrin í intervallum við tað, at tey tóku tríggjar varðar, bíðaðu eftir restini, hvíldu saman við teimum og pílaðu aftur avstað til triðja varðan longri frammi. Sum um tað ikki var nóg hart at skula ganga niðan, so varð funnið uppá at syngja “høvd, akslar, knø og tær” á veg niðan. Og beint eftir at farið var um tað hægsta, settu vit okkum at eta matpakkarnar og njóta góða útsýnið. Har fingu vit so eina góða felagsmynd eisini (niðanfyri) 

Eftir at komið var oman í dalin, varð farið at “spæla” á veg inn til Sandvíkar. Millum annað royndu børnini og tey vaksnu “hoppibandastafett” og “30 fet-renning”. Langi og strævni túrurin gjørdi, at ætlanirnar um at spæla á sandinum í Sandvík vóru sleptar, og tí varð ringt eftir bygdaleiðum. Vit funnu útav, at eingin regluglig ruta var millum Sandvík og Hvalba uttan í sambandi við Smyril, men bussførarin, sum sat mitt í góða sunnudagsdøgurðanum slepti øllum, og var sum ein hvirla eftir hvirluvindunum og foreldrum teirra.

Eftir túrin ótu vit, og hesa ferð stóðu “restir” á matarseðlinum. Vorðið sum restir – har var lasagnetta, rugbreyð og nógv gott grønt. Skjótt høvdu børnini tó fingið løtt battaríini aftur, og tí varð farið á grasvøllin, har tey sluppu at royna forðarenningarstafett, áðrenn farið varð til leiðipikk, har vaksin og børn spældu saman.

 

So var tíðin komin at fara heim, og øll pakkaðu síni ting og gjørdu klárt at fara í bussin. Heimferðin gekk væl, og hóast øll áttu at verið móð, so vóru tað mest foreldrini, sum sótu og smáblundaðu umborð, meðan børnini hugnaðu sær saman.

Tað er onki at ivast í, at tey foreldrini, sum høvdu átikið sær at skipa fyri tí praktiska, m.a. matinum høvdu ein stóran part av heiðrinum fyri, at túrurin eydnaðist so væl, og vit gleða okkum longu til næstu ferð, hvirlan ferð á legu við børnunum.

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *