Ein læruríkur dagur við donskum ungdómsvenjara

Fleiri hvirlur funnu veg í kavanum oman í Kommunuskúlan
11.02.2009
Samskipan, styrki og samvera við einum smíli
19.02.2009

Ein læruríkur dagur við donskum ungdómsvenjara

Í sambandi við at talentvenjararnir hjá FÍF høvdu skipað fyri at fáa ungdómsvenjara úr Vejle Idrætsforening, vóru venjarar, ungdómsíðkarar og rennarar í Hvirluni bodnir í Kommunuskúlan leygardagin kl. 14-17. Venjarin var Anders Sækmose, ið gjøgnum nógv ár, var besti dani á 110 m forðarenning. Lisbeth Bertelsen, ið hevur verið best í longdarlopi og trístøkki í fleiri ár niðri, var eisini við.

Fyri Hvirluna byrjaði dagurin í fimleikahøllini í Kommunuskúlanum. Tíl staðar vóru allir barna- og ungdomsvenjarar og onkur kastari í Hvirluni. Harafturat var tað hugaligt at síggja, at ein ungur íðkari úr Frælsinum var komin at royna henda mátan at venja uppá.

Fyrstu løtuna var tað Anders, sum vísti ymiskar basis-rørslur, ið kunna nýtast til upphiting og at venja grundstyrki og koordinatión. Her kom nógvur látur, tá ið íðkararnir ikki megnaðu hesar fyri tey óvandu rørslurnar beinan vegin. Anders helt fyri, at tað ofta gekk skjótari hjá børnum enn vaksnum at læra slík rørslumynstur. Hetta fara hvirluvenjararnir at royna til komandi venjingar.

Síðan varð farið til venjing av fløtu lopunum (longdarlop og trístøkk). Her var tað fleirfaldi danmarksmeistarin í hesum greinum, Lisbeth, ið legði lag á. Lisbeth kom við nógvum grund-venjingum, ið verða nýttar til at venja hesar greinar.

Tað seinasta, sum var á skránni, var, hvussu forðingar kunna nýtast til ymsar venjingar. Roynt var at ganga, smáleypa, bakka, rotera osfr. uppum. At venja á henda hátt er sera gott til koordination og styrkjan av miðjuni, sokallað bulvenjing, ið er grundleggandi fyri allar ítróttagreinar har tað snýr seg um at halda javnvág og flyta kraft frá einum parti av kroppinum til annan.

Eftir at fysiski parturin var av, varð nógv tosað um venjingartilgongd hjá børnum og ungum, og har vóru erfaringar útvekslaðar báðar vegir.

Dagurin endaði við, at Anders hevði eina framløgu um, hvør hann var, hvussu ungdómsarbeiðið í Vejle IF er skipað, samstarv millum Vejle IF og Vejle Idrætsefterskole og um í løtuni besta íðkara, sum Anders venur.

Ungdómsarbeiðið í Vejle IF kom í gongd aftur í 2000, tá tað vóru færri enn 10 íðkarar yngri enn 18 ár. Tá kom ein eldsál til felagið við soninum, og henda eldsálin er enn tann dag í dag ein av berandi kreftunum í felagnum, sum í dag telur útvið 120 íðkarar yngri enn 18 ár.

Vejle Idrætsefterskole umfatar 9. og 10. skúla, har vant verður 7 ferðir um vikuna, og har skemaið annars liggur fast frá kl. 7 á morgni til kl. 19 á kvøldi. Frælsar eru ein av ítróttargreinunum, sum eru partar av hesi skipan, og koma tað í løtuni ung úr øllum landinum til Vejle at ganga 9. og 10. flokk. Í løtuni verður arbeitt við at víðka skipanina til miðnámsskúlar í og nærhendis Vejle.

Anders endaði við at tosa um Rasmus Terp, sum byrjaði sum rennari, tí hann skaddi sær hondina í samband við fótbólt. Rasmus vísti frá byrjan, at hann var eitt stórt talent, tí hóast hann byrjaði sum 16 ára gamal, so gingu bara 8 mánaðir, áðrenn hann sum 17 ára gamal hevði klárað úttøkukravið til U18 HM við at renna 1.54,47 á 800 m. Til samanlíkningar kann sigast, at føroyska meti á teininum er 1.55,50.

Samanumtikið var tað ein sera áhugaverdur dagur, ið gav íblástur til venjingar og tilgongd til venjing hjá bæði børnum, ungum og fyri tann skuld vaksnu íðkarunum í felagnum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *