Ein inspirerandi venjingarlega í Växjö

Eingin venjing í Eysturskúlanum 30. nov. til 4. des.
28.11.2015
Mannligu rennarirnir í Hvirluni økjast í tali til Vetrarkappingarnar!
06.12.2015

Ein inspirerandi venjingarlega í Växjö

Fimm venjingar í smáðar tveir dagar saman við javnaldrum úr Smálandi og Blekinge vóru sera gevandi fyri ungu hvirlurnar, sum farna vikuskiftið vóru í Växjö (Svøríki) á venjingarlegu.

Orsøkin til ferðina var at Hvirlan var boðin við til eina felags venjingarlegu fyri ung í Smáladi og Blekinge. Ellivu íðkarar høvdu tikið av tilboðnum, og skuldu hesi royna seg í sprint, longdarlopi, trýstøkk, kúlustoyti, spjótkasti ella diskuskasti.

vaexjoe2015-IMG_0257

Legan var í flottu innandurahøllini TeleKonsult Arena. Rennibreytin í høllini hevur seks geilar, harumframt eru tríggjar sand-gryvjar til longarlop/trýstøkk, tvær madrassur til hæddarlop og tvær madrassur til stangarlop, ein ringur til kúlustoyt, tvey kastibúður til hamar- og diskuskast og ein breyt til spjótkast. Í høllini var eisini eitt øki til styrkivenjing. Harumframt er gamla “sprinthøllin”, ið hevur seks 110 m langar geilar, tøk til dagligu venjingina. Bygt saman við TeleKonsult Arena var høll til amboðsfimleik og fótbóltshøll. Við síðuna av eru tríggjar íshallir til m.a. íshockey og eitt atletikstadion, umframt eitt stórt høli við styrkivenjing, har ymsar ítróttir kunna venja saman.

vaexjoe2015-IMG_9661

Fyrsti dagurin

Venjingarlegan byrjaði kl 19:00 fríggjakvøld, og fyri at náa fram til tíðina var fari við fyrsta flogfarið úr Vágum. Í Kastrup komu tvær Hvirlur afturat uppí ferðalagið, soleiðis at tað tilsamans taldi 13; 11 íðkarar og 2 leiðarar/venjarar. Ferðin úr Kastrup til Växjö var við toki, har Ingela tók ímóti okkum. Ingela, sum hevur verið ein stórur stuðul hjá Hvirluni øll árini, tók móti ferða-troyttu føroyingunum. Ingela hevði høvðus ábyrgdina fyri venjingarleguni, sum taldi omanfyru 70 ung og venjarar úr Smálandi og Blekinge.

Hvirlan búði, saman við flestu av hinum luttakarunum, á hotel Scandic, ið lá nakrar hundrað metrar frá høllini, og beint við størstu keypsmiðstøð í Växjö. Fyrsta stopp var hotellið, har taskurnar blivu avleveraðar, og so var fari at “shoppa” inntil tíð var at byrja venjing.

vaexjoe2015-IMG_9799

Fyrsta venjing var ein felagsvenjing, sum einamest hevði til endamáls at samansjóða luttakararnar. Hetta byrjaði við at íðkarar blivu deildir í bólkar á 6-7 íðkarar, og hesi fóru so í gjøgnum eina longri upphiting áðrenn tey byrjaðu at spæla bólt. Spælt var 8 ferðir 5 min við høgum tempo, so hetta var ein rættuliga effektiv kondi-venjing. So var strekt, práta og jogga av, áðrenn fari var at fáa sær ein bita.

Annar dagurin

Annar dagurin byrjaði við at íðkarar fóru í bólkar eftir hvørja grein teir høvdu valt. Tinna B. Jørgensen, Alda S. Lamhauge, Dánjal D. Ljósheim og Rúni Jacobsen vóru í sprint/hæk bólkinum. Trygvi Z. Laksáfoss vandi longdarlop. Edna Maria Debes og Tórur Mortensen vandi trýstøkk. Steinolvur Geyti vandi kúlustoyt. Bárður Jóhansson og Hanus Bergsson vandu spjótkast meðan Helena S. Ziska vandi diskuskast. Sostatt var Hvirlan umboða í øllum bólkunum undantikið stangarlopi og mið-/langteinarenning.

vaexjoe2015-IMG_0032

Venjingarnar byrjaðu við upphiting, har allir kast-bólkarnir hitaðu upp saman, meðan hinir bólkarnir hitaðu upp hvør í sær. Síðan var fari til tekniskar venjingar í øllum bólkunum. Sprintarnir nýttu nógva tíð uppá renniskúling, bæði við at fokusera uppá specifik elementir og við at fáa inn eina volumen av hóskandi intensiteti fyri á tann hátt at optimera møguleikan fyri at fáa tað at sita. Í lop og tungu køstunum (kúlu og diskus) var fokus á tað tekniska, meðan spjótkastarnir nýttu nógva tíð við vekt-bóltum áðrenn spjótini komu fram.

vaexjoe2015-IMG_0167

Í sprint var fyrraparturin nýttur til renni-skúling, og har komu nýggj og gevandi øvilsir afturat, sum fara at verða nýtt heima í Føroyum eisini. Seinnapartin var tað forðarenning, og her hevði venjarin á orði, hvussu væl tað lá fyri hjá hvirlunum.

vaexjoe2015-IMG_9921

Í longdarlopi var mesta tíðin nýtt uppá tekniska longdarlopvenjing, meðan trýstøkk var skipað sum skeið, ið trýstøkkmennari hjá svenska sersambandinum fyri frælsar stóð fyri. Fyrrapart var teknisk trýstøkk venjing á skrá. Her var tikið nógv upp á video. So var hugt at video og diskutera, hvat arbeiðast kundi við. At enda var fari aftur at venja, og nú var fokus atrenningin.

vaexjoe2015-IMG_9944

Eftir døgðurasteðgin greiddi Heri frá um frælsar í Føroyum, harundir søguna, aktivitetir, venjingarumstøður og sjálvandi Hvirluna. Harumframt  nýtti hann høvið at bjóða luttakarum og venjarum við til Jatnatøk. Onkur helt hetta verða áhugavert, so tað verður spennandi at síggja hvussu leikur ferð.

vaexjoe2015-IMG_9979

Annar dagurin endaði við at øll vandu saman aftur. Her var cirkulvenjing á skránni. Rock tónleikur fylti stóru høllina, og so var annars fari í gongd. Tríggjar ymiskar venjingar á seks ymiskum statiónum, tvs 18 ymiskar venjingar, sum hvør skuldi íðkast í 3×30 sek var á skrá. Tilsamans ein lítil hálvur tími við fullari ferð.

Triði dagurin

Triðji dagurin byrjaði aftur við venjing kl 8:30. Hetta var felagsvenjing, sum næmingar, ið ganga fyrsta árið á frælsa-miðnám stóðu fyri. Her var byrjað við upphiting, og so var skipað fyri liðkapping. Liðini vóru manna uppá tvørs av luttakandi feløgunum. Kappast var í ymsum styrki, kvikleika og úthaldinheits rørslum. Eftir ein felags bita fekk vinnandi liðið eina “kex” fyri avrikið.  So var felagsvejingarlegan av. Hvirlurnar fóru so nakrar ein túr at “shoppa” meðan nakrar fóru at “hyggja” nærri at dreyma-styrkivenjingar hølinum.

vaexjoe2015-IMG_0492

So var fari inn í býðin at njóta jólahugna, og so sjálvandi at hyggja í nakrar handlar, áðrenn dagurin endaði á mongolskari matstovu.

Fjóri dagurin

Mánamorgun var endiliga høvi at sova leingi, tvs heilt til kl 8.00. Eftir ein góðan morgunmat var slappa av eina løtu áðrenn fari var á tokstøðina, og síðan umvegis Kastrup til Havnar.

vaexjoe2015-IMG_9646

Ein sera gevandi venjingarlega var av. Hatta fara vit uttan iva at royna aftur.

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

 

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *