Ein hendingarík Ólavsøka

Arbeiðstíðir á básinum á ólavsøku
27.07.2010
Bussur til GP b&u
03.08.2010

Ein hendingarík Ólavsøka

Longu dagin fyri Ólavsøkuna var fyrsta tiltak, har Hvirlan var umboðað. Tað var renning á Skálatrøð, og har var stuttligt at síggja hvussu nógvar Hvirlur høvdu avgjørt at luttakað, og øll gjørdu tey sítt besta, onkur kom longur fram móti oddinum enn annar, og longst fram kom tann unga Lea, sum rann seg til eitt silvurmerkið í bólkinum gentur 7 ár og yngri.

Ólavsøkuaftan stóð so skrúðgóngan á skránni. Her hevur Hvirlan verði við hvørja ferð síðan hon var stovnað, og so var eisini hesaferð. Umleið fimti hvør limur hevði avgjørt at ganga skrúðgongu hesaferð, og er tað gott tá havt verður í huga, at teir allar flestu limirnir eru yngri enn 14 ár og eru limir í nógvum ymiskum feløgum. Tað var tí stuttligt at heilsa uppá limirnar, sum í ár gingu skrúgongu fyri B36, HB, HF, Kyndil, Neistan osf.

Ein stórur partur av Ólavsøkuni er tivoli øki á Skálatrøð, og har skuldi Hvirlan, saman við FC Hoyík, manna eitt bamsutombola. Hetta var sera hugaligt tí at tey vónríku børnini, ung sum gomul, fingu nógvar fittar bamsur heim við, og tað var javnan at bamsurnar á ovastu hyll fóru um diskin. Góða veðrið og nógvu ymsu tilboðini gjørdu, at nógvu børnini óiva fóru heim við góðum minnum frá løtunum á Skálatrøð.

Fleiri myndir frá renningini og skrúðgonguni eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *