Ein góður dagur á Svangaskarði

Kunning um grand prix fyri børn og ung
22.06.2009
Hvirluvindar nýggjar venjarar 1. juli
26.06.2009

Ein góður dagur á Svangaskarði

Annað umfar av grand prix fyri børn og ung var á Svangaskarði mikukvøldið 24. juni. Tað vóru 20 hvirlur við á Svangaskarði, og úrslitini vóru aftur hesa ferð góð. Heili tíggju fyrsta pláss, 5 annað pláss, tvey triðja pláss og nógv onnur góð úrslit fingu hesar 20 hvirlurnar við heim aftur.

Hetta var fyrstu ferð, at Hvirlan skipaði fyri bussi til kappingina. Undirtøkan var góð, og verður óivað roynt aftur næstu ferð, tey ungu fara at kappast uttan fyri Havnina. Innkomin á Svangaskarð funnu vit útav, at longdarlop var avlýst. Orsøkin var rættuliga eyðsýnd: eitt stórt telt stóð á økinum til atrenningina, so tað læt seg ikki gera at leypa.

 

Sprint royndist aftur hesa ferð heilt væl, har vit fingu trý fyrstapláss. Tey fóru til Annu Sofiu Hjalt Mohr, G14-15, Ólav Weihe Joensen, D10-11 og Helga Geyta, D16-17.

 

Tað var í kúlustoyti, at flestu fyrstaplássini komu. Tað blivu heili fimm fyrsta pláss her: Guðrið K. Petersen G8-9, Marita K. Petersen, G10-11, Bára Hansen G14-15, Tóri Nielsen, D12-13 og Helgi Geyti, D16-17. Harafturat vann Bjørk Reynagarð Svabo (Frælsið) kúlustoyt í bólkinum, G12-13. Bjørk venur við teimum ungu í Hvirluni, so vit kenna tað, sum vit eisini “eiga” hana 🙂

Á langa renninteininum var Hvirlan ikki so væl umboðað, men hóast hetta so komu tvey fyrstapláss. Hesum stóðu Anna Brimnes, G14-15, og Ólavur Weihe Joensen, D10-11, fyri.

Sum heild var tað ein góður dagur, har tað var stuttligt at síggja, hvussu ungu íðkararnir taka seg fram frá kapping til kapping. Øll úrslitini hjá okkara limum síggjast her, og øll úrslit síggjast á heimasíðuni hjá FÍF. Nú er bert at gleða seg til síðsta umfar, har Hvirlan skipar fyri kappingini saman við FÍF.

Fleiri myndir frá kappingini eru at finna í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *