Ein gevandi venjingarlega í Væxjø (Svøríki)

Hvirlan; nógv heiðursmerkir Runt Agnið
13.11.2018

Ein gevandi venjingarlega í Væxjø (Svøríki)

Aftur á ár luttóku ungar Hvirlur á venjingarlegu, sum frælsa-sambandið í Smálandi (?LEINKJA) í Svøríki skipaði fyri. Vant verður í flottu inndura høllini “Telekonsult Arena“, undur kønu eygunum hjá venjarum, sum starvast á miðnámskúlanum í Væxjø. Hesin skúlin hevur Frælsa ítrótt sum breyt.

Ferðin úr Føroyum gekk, sum vant umvegis Kastrup, har vit tóku tok beinleiðis til Væxjø. Í Væxjø checkaðu vit inn á Scandic Væxjø (LEINKJA), sum liggur við høllina.

Fyrsta vening var fyrrapartin leygardag, har øll fingu høvi at venja sína sergrein. Hesar venjingar vóru spjaddar runt í høllini, sum hóast tað vóru 87 luttakarar á venjingarleguni, eitt venjaraskeið og vanlig venjing hjá tveimu  feløgum, ikki tyktist yvirfylt. Í tí eina horninum vandu Helena (diskuskast) og Guðrið (hamarkast), í næsta hornið vandu spjótkastarnir (Elin og Sunniva), innanfyri rennibreytina vandi Lýdia (kúlustoyt), meðan leyparnir (Sjøfn, Miso og Tóki) og Sprintarnir (Dánjal, Lý, Jóhanna) vandu ymsa grundvenjing partvís á serligum máttum í miðuni, og partvís á rennibreytunum.

Eftir ein góðan bita í Tipshallen, har Zlatan Ibrahamovich debuteraði á svenska landsliðnum móti Føroyum, var aftur fari at venja. Henda venjing var lík tí fyrru, har fólk vandu sína sergrein. Lýdia valdu tó diskuskast hesaferð, meðan leyparnir sluppu at royna seg við tekniska partinum av teirra sergrein meðan sprintarnir fingu píkarnar uppá.

Tá venjingin var av, stóð valið millum at vera verandi og eta, ella at skunda sær yvir at shoppa. Hetta tyktist vera ein løtt avgert tí 5 min eftir at venjing var lokin, vóru allar hvirlurnar ávegis til Grand Samarkand. So mátti maturin koma seinni.

Annar dagurin byrjaði aftur við sergreina venjing. Her fóru sprintarnir at venja rimarenning, meðan leyparnir vandu lopstyrki og kastarnir lyftiteknik.

Síðsta venjingin var, sum vant fyriskipa av næmingum á miðnámskúlanum. Henda venjing byrjaði við spæl, men so bleiv tað strævið, tí nú kom cirkulin. Ein cirkul har tað vóru 11 statiónir, og á hvørjari statión vóru 3 øvilsir, sum stressaðu somu vøddar. Hvørt øvilsi skuldi gerast 2 ferðir í ½ mín, so arbeiðstíðin í cirkulin var 33 min. So komu boð um at “hetta gera vit so umaftur”. Aftaná var meir venjing áðrenn fari var til at loysa upp og strekkja.

Aftur var tíð at shoppa eitt sindur, men so var fari inn á føstu matstovuna til endaliga bitan úr Væxjø. Tað er Hong Kong, sum bjóðar eina serliga buffet, har ein fær møguleika til sjálvur at velja ráðvørðuna, sum kokkurin síðan tilbereiður meðan man bíðar.

Restina av kvøldinum, sum hjá summun var langt, var so hugna sær áðrenn toki fór aftur í Væxjø kl 07:10 mánamorgun. Meðan hetta verður skriva situr ferðalagi í flogfarðinum ávegis til Vágarnar.

Í kvøld byrjar venjingin so aftur í myrkrinum og kuldanum á Tórsbreyt 🙂

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *