Ein gevandi venjingarlega í Spania

Berliner halbmarathon 3. apríl 2016
12.04.2016
Barna- og ungdómsvenjing í Hvirluni
27.04.2016

Ein gevandi venjingarlega í Spania

Tórur og Hanus eru so mikið væl fyri at teir hava fingið játtað stuðul umvegis úrval (ÍSF). Partur av hesum stuðlinum var í farnu viku nýttur til eina venjingarlegu í Albir og Alfaz del Pi nærhendis Alicante. Venjingarlegan var samstundis sum ein miðnáms skúli í Svøríki, ið hevur frælsa ítrótt sum sergrein, hevði sína venjingarlegu á staðnum. Hetta gjørdi at Tórur og Hanus kundu venja saman við svensku íðkarunum undir kønu eygunum hjá venjarunum har.

albir2016-IMG_5388

leyparnir

Ferðin varð skipað í samstarvið við Sólorku, sum tíðanverri avlýsti beinleiðis túrin til Alicante vegna vantandi undirtøku. Hetta steðgaði tó ikki Sólorku, tí tey skipaðu alt tað praktiska á túrinum, undantikið túrin niður til Alicante, sum var umvegis Kastrup í Danmark.  Í Albir búðu føroyingarnir á Albir Garden Resort (LINK). Her vóru svimjihylar, vatnland, kastibreytir, logdarlopbreyt, beachvolley vøllur, uttandura og innandura styrki facilitetur umframt ein stór buffet tríggjar ferðir um dagin. Tað er so avgjørt ein stórur fyrimunur at hava fólk á staðnum, sum taka sær av tí praktiska í samand við túrin. Vit vóru so hepnir at blíva bodnir heim til ein góðan bita hjá  Trondur og Unn. Hetta smakkaði stak væl. Eftir matin var Champions league dystur á skránni, har Barcelona skuldi royna at koma sær í hálvfinaluna. Samanumtikið eitt stak huganligt kvøld hóast øll ikki vóru á einum málið um úrslitið av fótbóltsdystinum var gott ella ei.

albir2016-WP_20160416_001

Albir Garden Resort

Frælsavenjingin var á frælsa-stadion í l’Alfaz del Pi, sum lá smáðar 3 km frá hotellinum. Bussur nr 10 kom tó væl við, tí hann steðgaði beint uttanfyri hotellið og stadion. Tað vóru nógv fólk úr ymsum londum, ið vandu har. Millum hesi kunna nevnast spjótkastarnir Rolands Štrobinders or Risto Matas, sum báðïr hava kastað spjótið langt útum 80 m strikuna og Maris Urtans, ið hevur stoytt kúluna langt útum 21 m strikuna. Eisini vandu sprintarnir Joanna Banach og Agnieszka Karczmarczyk, ið báðar hava runnið 400 m forðarenning uppá minni enn 58 sek. Harafturat vóru nógv onnur, sum tyktust hava høgt støði innan sínar greinar. Tað gevur góðan íblastur hjá íðkarum at venja saman við slíkum persónum, og hjá venjarum at síggja hvussu hesi arbeiða, og at nær-studera teknikkin.

albir2016-IMG_5460

Strandar-venjing

Hanus, ið er við at fáa kasti-økslina í rættlag aftur eftir skaða, royndi seg við spjótinum. Hann byrjaði tó við lættari reiðskapi, har hann onki kendi til skaðan, og tá hann so fór í gongd við spjótinum, føldi hann enn onki. Hann hevði høvið at venja hjá Jonas Mellblom, ið m.a. hevur vant Magnur Arvidsson (85,75 m). Teknisk er hanus vorðin munandi betur fyri, og tá havt verður í huga at hann er vorðin skjótari og sterkari enn hann var, tá hann setti føroyska metið í 2015, so verður spennandi at síggja hvat 2016 ferð at geva.

albir2016-IMG_5485

Hanus Bergsson

Tórur hevur stíðst við ein lítlan, men stak irriterandi, skaða í lærinum. Hesin var longu byrjaður at irritera áðrenn hann bøtti um føroyska metið í Íslandi og vann DM í Skive í februar. Nú verður tó arbeitt við at fáa bilbugt við skaðan, og har gongur støðugt framá. Á venjingarleguni fekk hann sprinta uttan at kenna nakaða til skaðan, sum er fyrstu ferð siðan miðjan januar. Í mun til lop, er tað nú bara tá hann lækkar at hann enn kennir nakaða til skaðan. Í Spania fekk hann vant væl, m.a. undir kønu eygunum hjá Ingelu Nilsson. Ingela metti at tað sær gott út hjá Tórur, og sær møguleikar fyri at hann kann koma væl longri út.

albir2016-IMG_5380

Tórur Mortensen

Har var sjálvandi eisini tíð til at hyggja seg um. Benidorm er vælkendur turistbýur við flottari sandstrond. Her fóru vit tann eina dagin millum báðar venjingarnar. Fyrst at hyggja at ítróttarklæðum, so ein túr á strondina at slappa av. “Slappa av” hjá Hanus og Tórur merkir at kasta, standa á hondunum, berjast og aðarar góðar rørslur. Tið var sjálvandi til ein bita, har vit fingu vitjan av lítlum fugli, sum njótaði kips saman við okkum.

albir2016-IMG_5407

Tórur og Hanus í Benidorm

Síðsta dag var fari til hugnaliga býðin Altea millum venjingarnar. Her var (sjálvandi) byrja vi at hyggja at ítróttarklæðum. So var spáka í smølu hugnaligu gøtunum, við nógvu trappunum. Eftir eitt pitstop á einari huganligari matstovu komu vit niðjan til kirkjuna La Mare de Déu del Consol. Har var sjalvandi tíð til ein ís áðren farið var heim aftur.

albir2016-IMG_5552

Tórur og Hanus í Altea

Samanumtikið ein stak gevandi venjingarlega, sum vit vónandi fáa møguleika fyri at endurtaka. Eitt hugskot hevði verið at FÍF skipaði fyri slíkari venjingarlegur við oyggjaleika landsliðnum, sum fyrireiking til oyggjaleikirnar á Gotlandi í 2017.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *