Ein flottur endi á ársins Grand Prix fyri børn og ung

Nógv børn á Stuttleikum
09.06.2019
Kast og lop fyrsta dagin á VU-Spelen
28.06.2019

Ein flottur endi á ársins Grand Prix fyri børn og ung

Triðja og síðsta umfarið av Grand Prix á breyt fyri børn og ung var á Tórsbreyt í dag. Veðrið var gott við lítið av vindi, sum gjørdi at leyparar fingu nærum perfektar umstøður, meðan sprintteinarnir høvdu eina avbjóðing í mótvindinum.

Dreingir 8-9 ár

Eyðun E. Olsen byrjaði dagin við at renna 80 m. Hetta er longsti sprint-teinur Eyðun hevur roynt, men tað broytur ikki tilgongdina. Tá skotið ferð, so er at kempa seg á mál skjótast gjørligt. Eyðun var klárur, tí tá skotið fór leyp hann avstað, og hann kempaði væl allan vegin. Mótvindur var , men allíkavæl segði tíðin á málinum 16,67 sek.

Eyðun E. Olsen royndi seg aftur hesaferð í longdarlop, og sum vant, so leyp hann upp til sítt allar besta. Í fyrstu royndini fekk hann góða ferð við og gjørdist úrslitið at hann leypa 2,51 m. Næsta lopið var narkar centimetrar styttri, meðan tað triðja lopið miseydnaðist. Teir 2,51 m hann leyp í fyrsta umfarið er longri enn gamla persónliga metið hjá honum.

Gentur 10-11 ár

Elena Ellindsdóttir Olsen byrjaði dagin við at sprinta 80 m. Tá skotið ljóðaði leyp Elena avstað, og hon var skjót inn í sprintstílin, sum hon hevur ognað sær. Henda stílin helt hon allan vegin á mál. Hóast mótvindur var, so megnaði hon at skera 0,56 sek av sínum persónliga metið. Endaliga úrslitið segði. at hon rann teir 80 m uppá 14,11 sek.

Elena royndi seg eisini í bóltkast. Her er uppgávan at kasta 150 g tunga bóltin so langt sum gjørligt. Hennara fyrsta roynd lendi á 10,07 m, men í næsta riggaði betur, tá bøtti hon um sítt persónliga met til 12,62 m. Hon vildi tó meir, og í síðsta umfarið kom hon heilt út á 12,69 m.

So var 400 m á skránni. Hetta var fyrstu ferð at Elena royndi seg á hesum teininum. Elena hevur tó víst á longru teininum at hon kann, og her sást aftur, at tað kann hon. Hon legði varliga út, men hon kempaði seg væl upp, og vísti á síðstu 50 metrunum, hvat hon kann. Endaliga tíðin gjørdist so flott sum 80,60 sek.

Elena royndi seg eisini í longdarlop. Undan kappinginini var hennara besta 3,20 m. Tað var eyðsýnt at hon vildi meir í dag, tí hóast hon var eitt sindur varin inn móti zonuni, so gjørdist fyrsta lopið 3,23 m. Í næsta lopinum var meir ferð á, og gjørdist úrslitið at hon kom út á 3,40 m. Í triðja setti hon so fulla ferð á. Hetta eydnaðist væl, tí hon fekk ferðina við sær út í lopið, sum bleiv máta til 3,65 m, heilar 45 centimetrar longri enn hennara persónliga met.

Gentur 12-13 ár

Jóhanna Súnadóttir Petersen byrjaði dagin við trýstøkk. Jóhanna hevur síðsta árið vant miðvíst, og hevur framongdin til venjing verið eyðsýnd. Hetta var tó fyrsta kapping síðan triðju grandprix kapping í 2018. Longu í fyrstu royndini leypa Jóhanna 8,22 m. Her var hon tó eitt sindur varin inn móti plankanum, og tí var avtala at hava meir fokus á tempo í næstu royndini. Hetta eydnaðist væl, tí hon kom væl inn í næsta lopið. Longdin gjørdist heili 8,91 m. Triðja lopið var eitt vet styttri, men teir 8,91 m frá øðrum umfarið eru 73 cm longri enn hon hevur megna áður.

Jóhanna royndi seg eisini á 80 m teininum. Hon byrjaði við at gera starblokkin kláran. Tá so startdómarin rópti “á plássini” fór hon í blokkin. Tá boðini “takið støðu” komu lyfti hon seg uppfrá soleiðis, at hon bara hvíldi á føtrunum, sum vóru í startblokkinum, og hendrunum. So kom skotið. Jóhanna leyp avstað, og tað sást at hon hevur vant væl, tí hon kom beinan vegin inn í góða sprint-stílin, og helt hann allan vegin á mál. Mótvindur var, men allíkavæl segði klokkan at hon hevði runnið teinin 0,50 sek skjótari enn hon hevur megnað áður. Tíðin gjørdist 12,32 sek.

Í Spjótkast skuldi Jóhanna vita, hvussu langt hon megnaði at kasta 400 g tunga spjótið. Longu í fyrsta umfarið kom hon út á 12,00 m, sum er persónligt met. Næsta kasti var eitt sindur styttri, men í triðja fekk hon verðuliga hála í spjótið. Úrslitið gjørdist heilar 13,46 m, sum er góðar 2 metrar longri enn hon hevur kastað áður.

So vóru 1000 m á skránni. Her skuldi Jóhanna renna 2½ umgang á Tórsbreyt. Jóhanna hevði ikki roynt hendan teinin áður, og tí valdi hon at leggja varliga út. Hon helt hetta  byrjunartempo fyrstu tveir umgangirnar, og so setti hon ferðina eitt sindur upp síðstu 200 m. Tíðin á málinum segði 4 min 8,08 sek.

Dreingir 12-13 ár

Brøðurnir Aron og Benjamin Mikkelsen royndu seg við 400 g tungu spjótunum. Benjamin legði út við at kasta 7,46 m, meðan Aron kom út á 12,44 m. Í øðrum umfarið gjørdi Aron yvirtrakk, meðan kasti hjá Benjamin ikki sat heilt. So kom síðsta umfarð. Her var Aron líka við at bøta, men var tó nakrar centimetrar aftanfyri kasti frá fyrsta umfarið. Sostatt vísti tað seg at báðir kastaðu sítt longsta í fyrsta umfarið.

Gentur 14-15 ár

Kristina Verlandsdóttir Hayfield og Børka Berg Jørgensen byrjaði dagin við 3,0 kg tungu kúluni. Hjá Kristinu var tað fyrstu ferð við hesi kúluni. Báðar løgdu hart út, tí Børka legði 28 centimetrar omaná sítt persónliga met við at stoyta kúluna út á 8,26 m. Kristina kom heilt út á 5,94 m, sum bara er eitt vet styttri enn hon megnaði við 2,0 kg tungu kúluna í fjør. Børka hevði tvær royndir afturat omanfyri gamla persónliga metið, men teir 8,26 m frá fyrsta umfarið var tað longsta hesaferð. Kristina kom eisin nær við at bøta, men eisini hon hevði sína bestu roynd í fyrsta umfarið.

Kristina og Børka royndu seg eisini í longdarlop. Hetta var fyrstu ferð at Kristina skuldi royna seg við planka. (upp til 13 ár verður máta harfrá man leypur, men tá man er 14 ella eldri, so verður máta frá plankanum, og harvið skal man royna at seta av so nær við plankan som gjørligt). Í fyrstu royndini leyp Kristina nakað aftanfyri plankan. Longdin bleiv tó máta til 3,44 m. Um tað var máta frá har hon leyp, so var hetta uttan iva longsta lop Kristina hevur lopið. Børka, sum hevur arbeitt við rútmuni inn í avsetti, legði út við at leypa 4,32 m. Næsta lopið hjá báðum var eitt sindur styttri. Í triðja sat rútman hjá Kristinu, men lopið var nakar centimetrar styttri enn tað fyrsta. Hvørgin megnaði at bøta í fjórða lopið.

Kristina royndi seg eisini á 400 m. Hetta er teinur hon ikki hevur roynt áður, men Kristina hevur ment seg nógv í sprint, har serliga sprint-teknikkurin hevur flutt seg nógv framá. Hetta sást eisini væl tá skotið fór, tí hon fekk trýst væl í fyrstu fetunum, og skjótt var hon uppi í einum effektivum sprint-stílið. Eftir fyrstu 50 m flutti hon fokus yvir at renna avspent, tvs at nýta minst møguliga orku, hóast hon rann skjótt. Hetta helt hon næstu 200 m. So byrjaði hon aftur at fokusera meir uppá at pressa og tá hon kom inn á langsíðuna fór ferðin eitt vet uppaftur, og síðstu metrarnar vísti hon, hvussu langt hon hevur flutt seg, tí hon misti ongantið flotta teknikkin. Tíðin á málinum segði 74,41 sek, sum er ein sera flott debut á teininum.

So skjótt longdarlop var liðugt, ella rættari, so skjótt Kristina hevði lopið síðsta lop, rann hon yvir til 1500 m startin, har hinar stóður klárar. So skjótt hon var komin yvir fór skotið. Her slapp Kristina at royna seg móti teimum allar bestu 1500 m rennarunum í landinum. Hetta visti Kristina, og tí valdi hon at leggja varðliga út og halda sítt egna tempo. Hon megnaði væl at halda sítt byrjunartempo, og eftir 3½ umgang sást at hon hevði yvirskot til at seta ein spurt inn. Tíðin á málinum segði 6 min 27,0 sek. Har er ongin ivi um, at við fleiri royndum á hesum teininum, kann hon skera nógv av tíðini.

Gentur 16-17 ár

Elin Niclasen royndi seg í kúlustoyt. Hetta er grein hon áður hevur víst at hon megnar. At hon enn kann sást longu í fyrstu royndini, har hon við at stoyta 3,0 kg tungu kúluna út á 9,30 m, legði 10 centimetrar omaná sítt persónliga met. Onnur royndin gav ein centimetur afturat, men tað var í triðjau at hon verðuliga setti ferð á, tí tá lendi kúlan heilt úti á 9,93 m. Næstu tríggjar royndirnar vóru allar omanfyri 9,80 m, men ongin kom tó útum teir 9,93 m frá triðja umfarið. Elin endaði sostatt við at bøta um sítt persónliga met við 73 centimetrum.

Dreingir 16-17 ár

Miso Buha byrjaði dagin við 5,0 kg tungu kúluni. Hetta var fyrstu ferð við hesi kúluni, men tað var ikki til at síggja, tí longu í fyrsta umfarið kom hann út á 8,65 m. Hetta økti hann um til 9,28 m í fjórða umfarið, og eisin í sætta umfarið kom hann útum 9 m strikuna. Tað longsta hesaferð var tó teir 9,28 m frá fjórða umfarið. Hetta er 22 centimetrar longri enn hansara besta við 5,0 kg kúluni.

Miso endaði dagin við longdarlop. Hansara primergrein er trýstøkk, men hann hevur arbeitt við at fáa ferðina upp, sum hevur givið góð úrslit í sprint. Nú skuldi hann so royna at umseta hetta til eitt gott lop. Fyrsta lopið var yvirtrakk. Í øðrum umfari var hann eitt sindur varin, men kom tó út á 5,58 m, sum er tað longsta hann hevur lopið. Hann økti tó enn meir í fjórða. Í fimta var hann í so bleytur á plankanum, men hann kom tó út á 5,53 m. Í fimta sat tað betur, og tá kom hann heilt út á 5,67 m. Hann steðgaði tó ikki har, tí í fimta umfarð kom hann heilt út á 5,74 m.

Gentur 18-19 ár

Tær elstu genturnar byrjaðu við 4,0 kg tungu kvinnu kúluni. Her vóru Guðrið Káradóttir Petersen, Lýdia Poula Simonsen, Sunniva Bogadóttir og Jóhanna Óladóttir Joensen klárar. Lýdia legði út við at stoyta kúluna út á 10,53 m. Guðrið kom út á 8,04 m og henni á baki komu Sunniva við 7,53 m og Jóhanna, sum royndi seg í síni fyrstu kúlustoytkapping, við 6,27 m. Í øðrum umfarið økti Lýdia til 10,74 m. Lýdia økti aftur í triðja. Hesaferð til 10,99 m. Hetta er tað longsta Lýdia hevur stoytt kúluna í Føroyum. Jóhanna fekk eisini kraft í kúluna í triðja umfarið. Úrslitið gjørdist 7,37 m. Sunniva megnaði somuleiðis at økja. Hon kom út á 7,87 m. Ongin megnaði at økja í fjórða ella fimta umfarið, men í sætta rakti Guðrið kúluna, og kom heilt út á 8,44 m og bøtti harvið munandi um sítt persónliga met. Við at stoyta kúluna út á 7,93 m megnaði Sunniva eisini at økja í síðsta umfarið.

Guðrið og Jóhanna endaðu dagin við at leypa longdarlop. Guðrið var eitt sindur varðin fyrsta lopið, men kom tó út á 3,38 m. Jóhanna hevði gott tempo inn og kom út á 3,45 m í fyrstu royndini. Í næstu royndini sat tað hjá Guðrið, sum við at leypa 3,60 m bøtti um sítt persónliga met. Jóhanna leyp neyvt somu longd í øðrum umfarið, sum í fyrsta, men í triðja kom hon út á 3,55 m. Báðar kempaðu tær fyri at koma longri næstu lopini. Guðrið var stabil, men manglaði at fáa rútmuna at sita. Jóhanna var nær við, men onkuntið trippaði hon eitt sindur og onkuntið misti hon tempo, men í síðsta umfarið økti hon til 3,59 m, sum sostatt bleiv hennara besta.

Dreingir 18-19 ár

Dánjal Dahl Ljósheim byrjaði dagin við 6,0 kg tungu kúluni. Hann legði út við at bøta um sítt persónliga met við 17 centimetrum í fyrstu royndini. Í næstu royndini legði hann 8 centimetrar afturat. Hóast hann hevði tvær royndir afturat omanfyri gamla persónliga metið, so vísti tað seg at besta royndin hesferð kom í øðrum umfarið. Úrslitið gjørdist sostatt 10,38 m.

Eftir kúlustoyt fór Dánjal til 400 m. Hetta er, saman við 800 m, primergrein hjá Dánjal. Tað sást eisini á mátanum hann rann teinin, tí hann var effektivur úr blokkinum og eftir fyrstu smáðu 100 m fór hann yvir til at flóta. Næstu 150 m helt hann tempo og tá 150 m vóru eftir flutti hann aftur fokus yvir á at kempa, tí nú vóru skjótu orkulagrini við at tømast. Hann kom inn á langsíðuna við góðari ferð, og sístu 100 m megnaði hann at halda formin og harvið ikki missi munandi av ferðini. Á málinum segði tíðin 53,08 sek, sum er næstan eitt sekund skjótari enn hann rann í somu kapping í 2018.

Dánjal endaði dagin við longdarlop. Tá hann fór í gongd sást at hann kom frá einum 400 m. Heldigvís so sást eisini viljin at kempa, sum hann hevur víst, og tí var tað vantandi at hann kundi fáa eitt gott úrslit. Í fyrsta lopið kom hann út á 5,50 m, sum er 16 centimetrar longri enn hann hevur lopið áður. Næsta lopið var nakað styttri og nú byrjaðu beinini at vísa sína møði, tí hóast hann hevði eina góða ferð, og rútman sat væl, so bleiv einasta góðkenda lop í síðstu fýra umførðunum máta til 5,40 m.

Øll úrslit koma á fif.fo. Fleiri myndir eru í myndasavinum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *