Eik ársins frælsavirki aftur í ár!

Virkisleikir í morgin
07.05.2010
Kapping á Tórsbreyt
14.05.2010

Eik ársins frælsavirki aftur í ár!

Í allar fagrasta veðrið bardust Eik, Tryggingarfelagið Føroyar og P/F Wenzel um at gerast ársins frælsavirkið. Byrja var við at renna 100 m. Hetta er stytsti teinur tey vaksnu renna á breyt. Tað vóru tveir mans og ein kvinna sum fóru í startblokkarnar klár at renna í mótvindinum, sum var henda dagin. Tað endaði við at Lassi Weihe (Tryggingarfelagið Føroyar) vann við 13,3 sek, frammanfyri Thorleif Johansen (P/F Wenzel) við tíðini 14,1 og við Anniku Thomsen (Eik) á triðja plássi við tíðini 16,9 sek. Bæðið Annika og Thorleif runnu smá tvey sekund seinni enn í 2009. Hetta er vantandi mótvindurin sum hevur gjørt munin. 

Á virkisleikum er tað so at kappast verður um stig, og tá stigini vóru útroknaði, var tað Annika, sum fekk 354 stig, frammanfyri Lasse við 257 stig og Thorleif við 139 stig (í stigaútrokningini var hædd tikin fyri at tíðirnar vóru tiknar manuelt, tvs 26/100 lagdar afturat hjá øllum).

Næsta grein var spjótkast, og har vóru tað aftur tveir mans og ein kvinna sum royndu seg. Mennirnir nýttu 800 g spjót, meðan kvinnan nýtti 600 g spjót. Her legði Jógvan Højgaard (P/F Wenzel) seg á odda í fyrsta umfarið við næstan 34 m, meðan Kári Nielsen (Eik) kastaði smáðar 3 m styttri. Oda Andreasen (Tryggingarfelagið Føroyar) byrjaði varliga við 16 m. Oda økti tó støðugt og endaði heilt úti á 22,02 m. Mennirnir vóru meira stabilir. Jógvan økti við lítlum metri og endaði á 34,85 m og Kári endaði a 31,30 m. Til stuttleikar kann nevnast at í 2009 kastaði Jógvan 33,26 m meðan Kári tá kastaði 32,84 m. Stigini góðu somu raðfylgju: Jógvan 426 stig, Kári 375 stig og Oda 341 stig. Støðan eftir tvær greinar er brádliga meir spennandi við góða kastinum hjá Jógvani. Eik: 729 stig, Tryggingarfelagið Føroyar 598 stig og P/F Wenzel 565 stig.

Triðja greinin var longdarlop. Eins og í fyrstu tveimum greinunum, vóru tað tveir mans og ein kvinna sum royndu seg. Tað vóru fyri Eik: Rudi Johannesen, fyri P/F Wenzel: Tróndur Sigurðsson og fyri Tryggingarfelagið Føroyar: Rani Ellingsgaard. Tróndur legði seg á odda og hóast Rani elti væl og leyp seg upp á liðina av Trónda í øðrum umfarið við 4,31 m, so megnaði hann ikki at svara aftur tá Tróndur leyp 4,81 m í seinasta umfarið. Rudi betraði seg gjøgnum kappingina og endaði á 2,99 m. Eftir trý umfør var brádliga meir speningur í eftir at P/F Wenzel hevði vunnið tvær greinar og nú Eik endaði aftast í longdarlop. Støðan undan seinastu greinini var: Eik 1084 stig, P/F Wenzel 1036 stig og Tryggingarfelagið Føroyar 969 stig.

Seinasta greinin var mílin, tvs at rennast skuldu 1609 m. Her var á fyrsta sinni einans menn á startlinjuni. Hetta gjørdi eisini at tað var lættari at renna taktiskt, tí at Tummas Pauli Djurholm (Eik) visti at um hann endaði frammanfyri hinar rennarnar so vann Eik samanlagt. Tummas Pauli valdi tískil at leggja seg í hølinum av Ian Skylv Hansen (Tryggingarfelagið Føroyar) sum setti tempo fyrstu 1200 m. Jón Danielsen frá P/F Wenzel fylgdi eisini við hinum báðum fyrstu tríggjar umgangirnar. Tá fari var út á fjóra og síðsta umfar setti Tummas Pauli spurtin inn og fór skjótt frá hinum báðum. Jón royndi eisini at fara framvið Ian, men har var dysturin tættur. Tað tyktist tó sum at Tummas Pauli hevði opna spurtin í so skjótt, tí tá 100 m restaðu í fór tempo niðuraftur, og hinir báðir byrjaðu at nærkast. Tummas Pauli helt tó á mál og vann við 6 min 4,1 sek, meðan Ian gjørdist nummar tvey við 6 min 9,9 sek og Jón nummar trý við 6 min 15,6 sek.

Hóast Ian rann ein góðan tein fyri Tryggingarfelagið, so var tað ikki nóg mikið at lyfta liðið upp á annað plássi. Endaliga støðan gjørdist sostatt:

  1. Eik (1175 stig)
  2. P/F Wenzel (1092 stig)
  3. Tryggingarfelagið Føroyar (1043 stig)

So vóru heiðursmerkini og flotta ferðasteypi handa. Vinnarnir fingu eisini eina ítróttartasku frá Tryggingarfelagnum Føroyar. Í hesi tasku vóru nógv góð ting, m.a. fyrstuhjálparkassi, fløgur, karafil, vestur frá Guðrun og Guðrun osf.

Eftir spennandi dystin var kaffi og heimabaka kaka til allar luttakarnar og hjálparar.

Øll úrslitini síggjast her. Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *